mánadagur 27. september 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 27. september · Nr. 138
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Herfyri
keypti
Mortan
Højgaard ognirnar Inni á
Rætt á Toftum, sum Eik
Banki átti. Talan er um eina
høll, sum er 800 fermetrar
stór – ella 40 x 20 metrar
hvønn vegin. Betongdekk er
í syðra enda á bygninginum
við lofti, sum er einar 200
fermetrar stórt. Á loftinum
er skrivstova, men annars er
loftið ikki innrættað.
Í hesi høllini eru tvey
leigumál, har Bilaverkstaðið
við Rætt er eitt og Smiðjan á
Krossbakka eitt annað.
Hin høllin, sum er við í
keypinum hjá Mortani Høj
gaard, liggur beint innan
fyri hina fyrru og er 600
fermetrar stór – ella 30 x 20
metrar hvønn vegin. Her er
fundamentið stoypt, og ein
jarnkonstruktión er reist,
men hendan høllin er ikki
innilokað.
Mortan Højgaard, sum
eigur felagið Sp/f DEH, sigur,
at hann hevði tilsøgn um eitt
grundøki frá Nes kommunu
til bygging av einum bygningi
innan fyri innaru høllina,
sum hann nú hevur keypt.
– Í felagnum havi eg tveir
lastbilar og tríggjar grav
maskinur, og eg hugsaði mær
ein bygning til at hava hesar
maskinur í. Men eg hevði
ikki fingið byggiloyvi til
bygningin, og eg helt eisini,
at hann fór at gerast heldur
smalur, tá lendið, sum eftir er
har inni, er heldur trongt.
Hann sigur, at hann meiri
av tilvild kom í prát við Eik
Banka um ognirnar Inni á
Rætt, sum Eik Banki átti.
– Vit tóku ein fund, og tá
tað vísti seg, at eg kundi fáa
eina eftir mínum tykki nøkt
andi avtalu um keyp, tók eg
av, sigur Mortan Højgaard.
Hann sigur, at partarnir
eru samdir um ikki at upp
lýsa keypsprísin.
Selir kanska annan
Mortan Højgaard sigur, at
bygningurin, sum í løtuni
hevur
tvey
leigumál,
er
keyptur við innbúgvi, eitt nú
til bilaverkstaðið, umframt
at har eru hydraulisk form
borð til stoyping av betong
elementum.
– Hesi formborð eru ongan
tíð brúkt, og eg fari ikki at
stoypa elementir. Krani er
eisini til stoypiútbúnaðin,
men blandingsanleggið er
ikki við, sigur hann.
Hann vísir á, at um áhug
aðir keyparar eru til hendan
útbúnaðin, er hann sinnaður
at
tosa
við
møguleikar
keyparar.
Mortan sigur, at nú keypið
av hallunum er so nýtt, hevur
hann enn ikki tikið støðu til,
hvussu verður við høllini,
sum enn ikki er innilokað.
Eg havi tilsøgn um
fígging til at inniloka hesa
høllina, men eg fari í vetur
at hugsa um, hvat best er
at gera. Her eru tveir møgul
leikar. Ein er, at høllin
verður innilokað – og hin er,
at eg velji at selja hana, um
áhugaðir keyparar eru. Mær
nýtist ikki at forhasta meg,
nú eg havi hesar báðar møgu
leikarnar, heldur hann fyri.
Fegnast um virksemi
Mortan Højgaard yvirtók
fyri fleiri árum síðan felagið,
sum pápi hansara, Dánjal Eli
Højgaard, átti.
– Hetta er eitt meiri enn
seksti ára gamalt virksemi,
har pápi mín hevði lastbil.
Eg gjørdist virkin saman við
pápa mínum fyri nógvum
árum síðan og havi staðið
fyri rakstrinum av felagnum
seinstu umleið 30 árini.
Hann sigur, at avgerðin
um at keypa bygningarnar
Inni á Rætt, er ein avgerð,
sum í fyrsta lagi snýr seg um
at gera eina íløgu.
– Eg haldi, at hetta er ein
skilagóð íløga, og eg fegnist
um, at tey leigumál, sum
eru í syðra bygninginum,
eru skapandi fyri økið, og
nú
kunnu
húsast
undir
tryggum og góðum kørmum,
eftir at Eik Banki hevur sitið
á hesum ognum.
Tað er felagið hjá Mortani
Højgaard, Sp/f DEH, sum
eigur allan partapeningin í
nýggja felagnum, sum eitur
Sp/f 1.9.2010.
– Í løtuni eru vit einir 34
mans, sum reka virksemið við
lastbilum og gravmaskinum,
og í syðra bygninginum Inni
á Rætt eru eini 1012 fólk í
arbeiði.
Mortan Højgaard heldur
tað vera hugnaligt soleiðis
at vera partur av skapandi
virkseminum í kommununi.
Bátar og bilar
Smiðan á Krossbakka fæst
við glastrevjabátar og ymisk
ar maskinumvælingar, um
framt at felagið veitir tænast
ur umborð á skipum, bátum
og á virkjum í økinum.
Bilaverkstaðið, sum er eitt
av teimum fáu í Eysturoy,
tekur sær av ymiskum um
vælingum og hevur sølu
av eitt nú eykalutum og
dekkum.
– Eg vóni, at hesar báðar
fyritøkurnar framhaldandi
kunnu kenna seg væl í
bygninginum, sigur Mortan
Højgaard.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at MJ Saltsøla í løtuni
er í holt við at byggja ein
bygning beint vestanfyri
bygningarnar, sum Mortan
Højgaard nú hevur keypt.
Og nú báðir eigararnir
av hesum bygningum bera
navnið Mortan, er onkur
longu farin at rópa ídnaðar
økið ”Mortanshavn” eftir teim
um báðum, Mortani Johanne
sen, Mortani á Saltsøluni – og
Mortani Højgaard.
Mortan eigur
nú hallirnar
Inni á Rætt
Mortan Højgaard, sum eigur og rekur felagið Sp/f DEH á Toftum, hevur
keypt hallirnar, sum standa á ídnaðarøkinum Inni á Rætt á Toftum.
– Eg havi tvey leigumál í aðrari høllini, har eini 10-12 fólk arbeiða,
og hesi leigumál fara at halda fram, sigur nýggi eigarin
... vit tóku ein fund, og tá
tað vísti seg, at eg kundi
fáa eina eftir mínum
tykki nøktandi avtalu
um keyp, tók eg av...
MORTAN HØJGAARD
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi og verpápi okkara
Jacob Andreas Jacobsen
Eiði
andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin,
92 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
týsdagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju mikudagin kl.13.00.
Fam. vegna
Amanda, Hans Julian og Marianna
Tey, ið vilja minnast Jacob Andreas, kunnu lata
Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi eina gávu,
konta í peningastovnunum.