Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. september · Nr. 138 12 Sosialurin Áki Bertholdsen Tankin er góður, men svarið er nei! Soleiðis kann niðurstøðan hjá Vágs Býráði sigast í stutt­ um, tá ið ætlanin um at gera eitt felags ruskpláss í Suð­ uroy var til viðgerðar miku­ kvøldið. Hugskotið um eitt felags ruskpláss í Suðuroy varð sett fram fyrr í ár og síðani skuldu tey ymsu bý og bygdaráðini í Suðuroy viðgera spurningin og koma til eina niðurstøðu í heyst. Men á býráðsfundi í Vági mikukvøldið varð samtykt ikki at taka undir við ætlan­ ini. Hóast semja varð um, at tankin var góður, nevndi Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd fleiri vansar, sum gjørdi at mælt varð frá at taka undir við tí og hesum tók meirilutin í býráðnum undir við. Aftur í somu suppu Tað, sum meirilutin í býráð­ num stúrur fyri, er, at verður tað ov tórført at sleppa av við burturkast, fara fólk bara at tveita frá sær úti í náttúrini og so enda vit aftur í somu suppuni, sum vit vóru í áðrenn bingjuplássini komu, sum formaðurin í teknisku nevnd tók til. Og verður ruskplássið flutt úr Vági, verður tænastan til borgaran verri og tað økir um vandan fyri, at fólk fara at blaka frá sær í nátúruni. Hann vísti eisini á, at parturin, sum Vágs Komm­ una skal betala fyri hesa ætl­ anina, táttar í eina millión. Og sum fíggjarstøðan hjá kommununi er, sær hann ongan møguleika fyri, at Vágs kommuna kann vera við í eini ætlan, sum hesari. – Hava vit eina millión til taks og sleppi eg at velja, hvar hon skal brúkast til, vildi eg heldur brúkt hana til eina nýggja barnagarð enn til eina nýggja ruskstøð, segði Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri. Afturat útlegginum upp á eina slaka millión fyri sjálva byggingina, verður parturin hjá Vágs Kommunu av sjálvum rakstrinum góð­ ar 120.000 krónur, og tað er áleið tað sama, sum komm­ un an brúkar í rakstri upp á ruskplássið, sum longu er í Vági. Skal Vágs Býráð brúka eina slaka millión upp á rusk­ plássið, mælir hann heldur til at kommunan brúkar tað upp á at gera eitt framkomið ruskpláss í Vági. aki@sosialurin.fo Heldur nýggjan barnagarð enn nýtt ruskpláss FELAGS RUSKPLÁSS Vágs býráð tekur ikki undir við ætlanini at niðurleggja bingjuplássini í teimum einstøku bygdunum í Suðuroy og at gera eitt stórt, felags ruskpláss mitt í oynni ístaðin fyri. Óvist við ruskinum í Suðuroy Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, staðfestir, at tað er eitt skot fyri bógvin í ætlanini at gera felags ruskpláss í Suðuroy, at næststørsta kommunan í oynn, nú hevur vent tummilin niðureftir. Kortini vil hann ikki avskriva ætlanina. Men hann ásannar, at nú má ætlanin broyt ast. – Tann ætlanin, sum vit hava stungið út í kortið, kann í øllum førum ikki setast í verk, nú Vágs Kommuna sig­ ur nei, skoytir hann upp í. Hann sigur, at IRF fer nú at bíða eftir svar ið frá øllum komm­ un unum og so verður tað tikið víðari haðani frá. – Tá taka vit aftur ein felags fund og kanska finst onkur onn ur loysn, sigur hann hann hevur ann­ ars varhugan av, at tey flestu taka undir við hugskotinum sum so. Men hann heldur samstundis, at kanska er tað so víttgangandi, at tað er neyðugt, at tað fær tíð at bún ast og at bý­ og bygda ráðs­ limirnir fáa betri tíð at sodna tankan. aki@sosialurin.fo Slepst ikki undan Avgerðin hjá Vágs Bý­ ráði um ikki at taka undir við eini felags ruskstøð í Suðuroy, var ikk einmælt. Svenning Borg helt, at krøvini um at skilja burturkastið, fara bara at herð ast og tí slepst ikki und an at komm­ un urnar taka tað á seg. Hann stúrir ikki so illa fyri, at fólk fara bara at tveita frá sær, tí hann heldur, at tað er ein spurningur um tilvenjing. Eileen Sandá mælti eisini til at taka undir við ætlanini. Hon helt, at fáa vit eina ruskstøð, sum er opin hvønn dag, er ein góð tænasta. Endamálið við at gera eitt felags ruskpláss í Suðuroy, er at seta oynna í fremstu røð, tá ið tað kemur til at skilja, endurnýta og burturbeina rusk. Tað er Tvøroyrar Býráð, sum er komið við upp­ skotinum um at niðurleggja lokalu bingjuplássini í teimum ymsu bygdunum. Afturfyri skal so ein stór, felags ruskstøð byggjast í Trøllavík, miðskeiðis í oynni, har IRF annars longu nú hevur miðstøð í Suðuroy. Tey, sum so hava rusk, sum tey plagdu koyra í bingjurnar í teimum ymsu bygdunum, skulu sostatt koyra til Trøllavíkar við burturkastinum. ­ Fyrimunurin er, at ein stór, felags ruskstøð kann hava opið nógv longri enn bingjuplássini í teimum ymsu bygdunum hava í dag, eisini leygardag, og tað fer eisini at bera til at skilja burturkastið nógv nágreiniligari enn nú, segði stjórin í IRS, Poul Andrias Joensen, við Sosialin nakað síðani. ­ Ein annar fyrimunur við eini felags ruskstøð er, at innsavningin verður rationellari og sostatt eisini bíligari upp á seg. Vansin er so hinvegin, at hjá nógvum fer tað at vera longri at koyra við burturkastinum og tað kann føra við sær, at meiri verður tveitt í náttúruna. aki@sosialurin.fo Suðuroy í fremstu røð DýRt oG tvøRt Vágs Býráð heldur, at tað verður ov dýrt hjá Vágs Kommunu at vera við í eini felags ruskstøð fyri alla Suðuroy og stúrt verður eisini fyri, at fólk fara at halda, at tað verður so tvørligt at sleppa av við burturkast, at tey fara bara at tveita frá sær í náttúruni