Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. september · Nr. 138 14 Sosialurin Jan Müller Wyville Thomsen rygg ur in syðst á føroyska land grunn­ inum kann goyma stórar nøgdir av kolvetni og var tað eisini júst tí, at føroyska oljufelagið Faroe Petroleum nøkur ár herfyri søkti um tvey loyvi í hesum økinum og fekk tey. Nú er felagið so farið at gera sera framkomnar hav botnskanningar fyri at finna út av, hvussu tjúkt basaltið er í økinum og eisini hvar tynstu løgini finnast. Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum sigur við Portalin, at kanningarskipið »Toise Vigilant«, sum hevur ligið á Havnini nú í eina góða viku, nú ger klárt til at fara út at savna inn dataupplýsingar frá havbotninum í teimum báðum loyvunum 012 og 017, eisini kend undir heitinum Rannvá. Hetta er eitt slag av havbotnsseismikki, sum Western Geco fyritøkan stendur fyri. – Endamálið við hesum kann ingum er bæði at savna inn týðandi data og at brúka hesi til tess at fáa onnur oljufeløg áhugað í at keypa seg inn í loyvini undan eini møguligari boring. Nils Sør­ en sen leggur aftrat, at eisini streymviðurskiftini í hesum fyri oljuleiting ókenda økin­ um eru rættiliga serstøk. Streym urin er sera harður. Tað skulu teir eisini kanna. Kanningarnar, sum nú verða gjørdar, fevna eisini um eitt loyvi á bretskum øki, beint hinumegin markið, ið Faroe Petroleum fekk til­ lutað fyrr í ár. Tískil verða botnkanningarnar gjørdar báðumegin markið. Dýpið har kanningarnar verða gjørdar er 500 metrar. Wy­ ville Thomsen ryggurin verð­ ur mettur at kunna goyma stórar nøgdir av kolvetni skilst. Jarðfeingi hevur higartil í ár latið tveimum feløgum forkanningarloyvi: CGG Veritas Services (UK) og TGS­Nopec Geo­ physical Company ASA (NO). Hetta eru sokallað “Spec” kanningar, tvs. har seis mikk­ feløgini antin gera kann ing­ arnar fyri egna rokning og síðani selja víðari úrslitini ella har tey eru leigað av olju feløgum til at gera hes ar kanningar. Umframt hes ar kanningar eru eisini seis­ miskar kanningar í gongd á loyvum hjá Statoil á land­ grunninum. jan@sosialurin.fo Býarmyndin broytist í høvuðsstaðnum. Útlendskt kanningarskip og línumenn lið um lið Mynd Jan Müller Gera havbotns kanningar sunnan fyri Føroyar Kanningar Faroe Petroleum leggur nú av álvara til brots fyri at rudda slóð fyri boring á Wyville Thomsen rygginum