Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 27. september · Nr. 138 Sosialurin Jan Müller Hevur tað áður ver ið torført at fáa nak að at vita um bor­ ing ina á føroyska land grunn­ inum, so er nú fullkomilig tøgn. Latið er aftur fyri kunning og upplýsingum um brunnin á Anne Marie leiðini yvirhøvur. Sosialurin skilur, at boringin nú hevur fingið tað tey á oljumáli rópa “Tight hole” status, tvs. at tað eru bara nøkur heilt fá fólk, sum verða kunnað um gongdina. Einki óvanligt er í hesum sum so, tí tá oljufeløg, sum bora, nærkast ein um av málunum í undir grundini, nærkast einum kritiskum punkti, so verð ur “Tight hole” sett í verk. Boringin byrjaði 23. juli, soleiðis at tað í dag eru tveir mánaðir síðani, at hol varð sett á. Hertil má sigast, at tað ikki varð borað í góðar tríggjar vikur, meðan trygdarskipaninar vórðu endurskoðaðar. Undan boringini varð sagt, at hon fór at taka einar 75 dagar. Sosialurin hevur skilt, at boringin er sett til at enda seinast í oktober mánað. Málini, sum jarðfrøðingarnir eru áhugaðir í eru heili seks í tali, og tað skilst á eini keldu, at ENI nærkast tí fyrsta av hesum og rakar við um eina viku ella so. Ein onnur kelda vil vera við, at ENI longu hevur rakt við eitt av málunum. Sosialurin hevur tó ikki fingið nakað av hesum váttað. Ein av stóru avbjóð­ ingunum er basaltið. Stjór in í ENI segði á Olju tinginum herfyri, at teir meta tjúkdina á basaltinum at vera nakrar hundrað metrar. Tað er væl hugsandi, at boringin á West Phoenix hevur rakt við basalt, men óvist er enn, um talan er um eina ella fleiri basaltfláir. Hetta fæst bert vitan um við at bora. jan@sosialurin.fo Lok lagt á olju boring Spenningur Borurin á West Phoenix er langt niðri í føroysku undirgrundin, og spenningurin økist. Brunnurin hevur fingið »Thight hole« status. Mánadagin 27. september 2010 kl. 9.00 1,- fyri einans Við keyp av gløsum við keyp av gløsum 50,- 200 brillustell Frátikin barnastell av teim kendu merkjunum Gløs til teldubrillur -50% fyri at nevna nøkur Bøgøta 5, 100 Tórshavn, tel 310088 Spenningurin økist sohvørt borurin á West Phoenix grevur so longur og longur niður í undirgrundina.