mánadagur 27. september 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. september · Nr. 138
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Holst
hevur helst
byrjað
framm anfyri
miðlinjuna,
tá dysturin
varð bríksl
aður í gongd,
tí so skjótur
er hann ikki
TROELS BECH, VENJARI HJÁ
SILKEBORG, UM SKJÓTASTA
MÁLIÐ Í DONSKUM FÓTBÓLTI
Tað verða
ikki bara
før oyingar,
men fleiri
ítróttarfeløg
í Evropa,
sum fara at
brúka kann
ingar úrs lit
ini
MAGNI MOHR
UM KANNINGINA, SUM HANN
FER AT GERA Í QATAR
Vit
hava betur
uppiborið,
tað er einki
at tosa um
HENNING G. JOENSEN,
FC SUÐUROY, UM
JAVNLEIKIN MÓTI B71
Uni Holm Johannesen
40 ára gamli Jákup Mikkelsen
boð aði í farnu viku frá, at hann
er tøkur, um Brian Kerr, lands liðs
venjari, vil hava hann at standa
í málinum í komandi lands dyst
unum.
Gunnar Nielsen er skaddur
næstu fýra vikurnar, og tí skal
lands liðsvenjarin finna annan
mál verja.
Kári
Reynheim
heitir
á
Brian Kerr um at velja Jákup
Mikkelsen.
Hví tað?
– Hann gevur liðnum ein ávísan
tryggleika, tí hann hevur drúgvar
royndir á landsliðnum. Jákup
prógvaði aftur í gjár, at hann er
best skikkaður, so sjálvandi skal
hann standa í málinum. Málverjin
er eitt sera týdningarmikið pláss á
landsliðnum, tí hann er ofta undir
støðugum trýsti. Jákup hevur
roynt tað fleiri ferðir, og tað tænir
lið num best, at hann spælir.
Jákup er givin á landsliðnum.
Er tað ikki eitt stórt misálit á Tórð
Thomsen og Meinhardt Joensen,
sum hava verið eyka málverjar á
landsliðnum seinastu árini?
– Tað eru úrslitini sum telja í
undankappingardystum. Lands
liðs venjarin, Fótbóltssambandið
og føroyingar hugsa um úrslitini.
Jákup Mikkelsen er best skikkaður
sum landsliðsmálverji í løtuni, og
besta liðið skal sjálvsagt spæla.
Jákup Mikkelsen er ein fyribils
loysn, og hann fer væntandi ikki
at spæla fleiri dystir. Nær skulu
aðrir landsliðsmálverjar so vísa
sítt virði í landsliðshøpi?
– Tað er í venjingardystum.
Jákup Mikkelsen er betri enn
Tórður Thomsen og Meinhardt
Joensen í løtuni, og tí skal hann
verja málið í dystunum móti
Slovenia og Norður írlandi.
uni@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Fótbóltsspælið er soleiðis háttað, at tað liðið, sum ger flest mál,
hevur vunnið dystin. Tað ræður um at verja egið mál og at
skora í hinum endanum. Megnar tú tað á fullgóðan hátt, so eru
stigini tíni.
Føroyska landsliðið hevur ongantíð skotið nógv mál.
Hinvegin hevur ágangurin á føroyska málið mangan verið
øgiligur. Tískil er plássið millum stengurnar tað mest um ráð
andi plássið á føroyska fótbóltslandsliðnum. Lykilin til føroysk
stig – eitt so væl sum fleiri – stendur og fellur við avrikinum hjá
málverjanum.
Nú Gunnar Nielsen ikki er tøkur vegna skaða, skal Jákup
Mikkelsen sjálvandi verja málið. At hann er besti málverjin í
heimligu kappingini fingu vit enn eitt dømi um so seint sum í
gjár, og tað er eingin grund at taka tað næstbesta, tá tað besta
er ein møguleiki.
Tí skal Brian Kerr velja tað besta og gera tað við allari virðing
fyri hinum báðum málverjunum, tí dystirnir móti Slovenia
og Norðurírlandi eru av teimum sera truplu. Og tað er eingin
grund til at tveita óroyndu málverjararnar fyri leyvurnar á
henda hátt, tá vit hava eitt annað og betri alternativ.
Enn hevur Brian Kerr ikki alment boðað frá, at hann fer at
senda boð eftir Jákupi Mikkelsen til dystirnar móti Slovenia og
Norðurírlandi, men annað hevði verið undarligt.
Sjálvandi er tað hugstoytt hjá bæði Tórði Thomsen og
Meinhardti Joensen, sum hava verið eykamálverjar seinastu
árini, um Jákup Mikkelsen verður úttikin. Tað er eitt greitt
tekin um, at teir ikki annaðval, men í roynd og veru triðja og
fjórða val til plássið millum føroysku stengurnar.
Brian Kerr dugir væl at tosa. Spurningurin er nú, hvussu
hann fer at greiða frá sínum málmansvalið til næstu landsliðs
uppgávurnar – líkamikið hvør verður valdur og vrakaður. Jákup
Mikkelsen, Tórður Thomsen, Meinhardt Joensen og føroyski
fótbóltsfjepparin bíða spent eftir landsliðsúttøkuni og frágreið
ingini aftanfyri.
Míni ráð til landsliðsvenjarin skulu tó vera, at velja landsins
bestu leikarar.
rolant@sosialurin.fo
Klumman:
Sjálvandi brúka
vit tann besta!
VIÐMERKJARIN:
– Vel Jákup Mikkelsen
»Ein av hesum støðunum fekk eisini
hjálpar venjara okkara, Albert, at siga nøkur
myndug, borgarlig orð við dagsins dómara.
Tíbetur fekk Albert lopið upp um girðingina
og goymt seg onkustaðni, tá dómarin kom
rennandi og skuldi reka hann av vøllinum.«
• Heimasíðan hjá 07 Vestur um eina hending
í landskappingardystinum móti TB
»Eg vænti eina rættiliga javna kapping, har
ikki bara Stjørnan og Tjaldur, men fleiri onnur
lið, fara at stríðast í toppinum, og Kyndil fer
at taka stig frá øllum.«
• Geir Wardum, venjari hjá kvinnuliðnum
hjá Kyndil, á heimasíðuni hjá Kyndli
»Hvat gekk so galið í seinna hálvleiki, sum
neistakvinnur taptu heili 18-9?«
• Heimasíðan hjá Neistanum,
sum undrast á avrikið hjá
neistakvinnunum
í seinna hálvleiki.
»B71 slapp við skrekkinum hesaferð og
kempaði til tað síðsta. Um vit halda áfram
við hesum sama ágrýtni, so eru vit heilt
sikkurt aftur at síggja í Vondafonedeildini
næsta ár!«
• Heimasíðan hjá B71 um heimadystin
móti FC Suðuroy
Miðlarnir skriva...
Fótbóltur Kári Reynheim, fyrrverandi
landsliðsleikari, metir, at Brian Kerr
velir rætt, um Jákup Mikkelsen stendur
í føroyska málinum í landsdystunum
móti Slovenia og Norður Írlandi
Landsliðskempa sum málverji
Óli Johannesen vardi málið hjá TB, sum spældi oddadyst í Sørvági
leygardagin. Fyrrverandi landsliðskempan hevur ikki spælt fótbólt
seinastu tvey árini, men Ivan Stojkovic, sum hevur verið málverji
hjá tvørámonnum í ár, var leikbannaður hesaferð. Jón Johannesen,
venjari hjá TB, sendi tí boð eftir yngra beiggjanum. Úrslitið í Sørvági
var 22. Milan Pejcic javnaði fyri heimaliðið við beinleiðis frísparki, og
myndamaður okkara fekk mynd av Óla Johannesen í leysari luft og
í royndini at verja fyri skotinum. Óli Johannesen er skrásettur fyri
79 landsdystir.
Kári Reynheim
Skal Jákup Mikkelsen
verja málið hjá føroyska
fótbóltslandsliðnum, nú
Gunnar Nielsen er skaddur?
Svarið er sára einfalt,
sjálvandi skal hann tað!
Mynd: Álvur Haraldsen