Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 27. september · Nr. 138 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tað er ofta ein trupulleiki, tá før­ oyingar royna seg á altjóða fót­ bólts pallinum. – Tað var torført at seta ferð á í nógva hitanum, var niðurstøðan hjá Mikkjali Thomassen, sum stóð á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 í útidystinum móti Olimpi Rustavi í Europe League í fjør. – Í hitapottinum, sum vøllurin var, megnaðu okkara at arbeiða nógv og hart og at halda tætt sein­ asta tíman, segði Pauli Poulsen, sum var hjálparvenjari hjá NSÍ, tá runa­ víkingar royndu seg móti Dinamo Tbilisi á útivølli í 2008. – Bæði undan og eftir fyrstu venj ingina hjá landsliðnum miku­ dagin vóru spælararnir vigaðir, so tað var greitt, hvussu nógva vætu, teir mistu. Niðurstøðan var, at spæl­ ararnir missa nógva vekt í hitanum, skrivaði Jákup Mørk, fyrrverandi ítróttarskrivari á Sosialinum, und­ an landsdystinum móti Serbia á úti vølli í 2008. – Hóast tað eydnaðist KÍ­kvinn­ unum at halda tætt í yvir 40 hita­ stigum, so hálvleiksstøðan var 0­0, eydnaðist tað ikki allan vegin, og talan gjørdist um eitt 0­2 tap, skrivaði Hilmar Jan Hansen í dystar frásøgnini, tá KÍ royndi seg á úti vølli móti franska Montpellier í 2008. Nógvu hitastigini eru til stóran ampa fyri fótbóltsglaðu amatør ar­ nir, sum hava sína dagligu gongd í kalda og veðurbarda Norður atlans­ havinum. Nú verður ætlandi lættari hjá føroyingum og skandinavum at fyrireika seg til ítróttarkappingar í nógvum hitastigum Magni Mohr og aðrir fara í samráð við Københavns Universitet undir drúgvar kanningar, hvussu manna­ kroppurin hjá skandinaviskum ítróttarfólkum, sum liva í lutfalsliga køldum umhvørvi, berur seg at, tá hann tekur brádliga nógvan hita til sín. – Gransking er fyrst og fremst at fáa vitan og staðfest ymisk hagtøl. Við hesum fær skandinaviskur ítróttur betri grundarlag at fyri­ reika seg til kappingar í nógvum hita, sigur Magni Mohr. Ein hópur á 22 fótbóltsleikarar úr Føroyum og Danmark venda nøsini móti Qatar í oktober, har fleiri venjingar eru á skránni í nógva hitanum. Ferðaliðið verður burtur í 12 dagar. Umfatandi verkætlan Tað er ikki lætt hjá skandinaviskum mannakroppi at venja seg við nógvan hita alt fyri eitt. Musklarnir og blóðrensli verður ávirkað og skal royna at leiðrætta seg eftir hit­ anum. Tað hevur ávirkan á avrikið, sum skandinavar leggja fyri dagin. Fyri at handfara trupulleikan frægast tilber, er ætlanin at fáa staðfest í tølum, hvussu ítróttarfólkini verja seg fyri hitanum. – Føroysk fótbóltslið royna seg í altjóða kappingum á hvørjum ári, og hitin ger ikki uppgávuna lættari. Nú fáa vit staðfest, hvussu kroppurin reagerar, og so er møguleikin at leggja fyrireikingarnar eftir tí, sigur Magni Mohr. Millum annað eru tveir venj­ ingar dystir á skránni á ferðini. Annar dysturin verður í eini ítr­ óttar høll, har hitastigini verða 15 í tali. Hin dysturin verður uttandurða í 40 hitastigum. Nøkur av úrslitunum verða klár alt fyri eitt, men endiliga tilmælið verður neyvan liðugt fyrr enn um seks mánaðir. – Tað er ein umfatandi kanning, sum fevnir víða, og sum verður viðgjørd í ymsum tíðaritum. Tað verða ikki bara føroyingar, men fleiri ítróttarfeløg í Evropa, sum fara at nýta kanningarúrslitini, sigur Magni Mohr. uni@sosialurin.fo Skandinavar skulu vera kaldir í hitanum Ítróttarkanning Magni Mohr og aðrir fara skjótt undir umfatandi kanningar, hvussu skandinaviski mannakroppurin reagerar, tá hann brádliga tekur nógvan hita til sín. Úrslitið verður ein menningarmøguleiki hjá føroyskum ítróttarfeløgum, sum kunnu leggja sínar fyreikingarnar eftir úrslitinum FAKTA: • Magni Mohr hevur doktararitgerð í ítrótti. • Hann hevur verið hjálparvenjari hjá Sigfríði Clementsen í B36 og EB/Streymi • Hann hevur luttikið í fleiri altjóða vísindaprojektum á ítróttarøkinum. • Hann var knýttur at venjarahópinum hjá Juventus í fýra ár. Italska felagið vann í hesum tíðarskeiðnum trý meistaraheiti, tvær steypafinalur, umframt at liðið vann seg í finaluna í Champions League. • Hann hevur verið knýttur at venjaratoyminum hjá Chelsea. • Hann hevur áður hjálpt før oyska landsliðnum, liðnum í donsku superliguni og danska landsliðnum sum fysiskur venjari. Magni Mohr hevur doktararitgerð í ítrótti Savnsmynd: Álvur Haraldsen Wales vann uppiborið Føroyska U17­landsliðið hjá kvinnum tapti fyrsta dystin í EM undankappingini móti Wales. Úrslitið var 4­0. Støðan í hálvleikinum var 3­0. Føroysku kvinnurnar misnýttu tveir upplagdar málmøguleikar, meðan tað var málleyst. Men so setti Wales ferðina upp og vann uppiborið. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at sigurin var ikki eitt mál ov lítið. Uni Holm Johannesen Trý umfør vóru skotin á Norð­ skála leygarmorgunin, og tvey umfør, umframt finalan, vóru skotin á Sandvíkum seinna­ partin í gjár. Veðrið var av tí besta, og líkindi at skjóta vóru góð. Bara ein dúgva skilti Mariusi Joensen frá nærmastu kapp ingar neytunum. Tað var neyðugt við um­ skjóting, áðrenn vinnarin varð funnin, og tað eydnaðist akk­ urát Mariusi Joensen at endur­ vinna FM­heitið í Skeet. uni@sosialurin.fo Endaliga úrslitið: 1. Marius Joensen, 120 av 150 dúgvum + 1 2. Jóannis Joensen, 120 av 150 dúgvum + 0 3. Magni Dam, 119 dúgvur av 150 dúgvum 4. Sámal Debes, 114 av 150 dúgvum Marius Joensen er aftur føroya­ meistari! Skjóting Marius Joensen føroya­ meistari í Skeet. Tað varð greitt um vikuskiftið, tá FM­ kappingin var á Norðskála og á Sandvíkum í vikuskiftinum Myndir: Álvur Haraldsen Mynd: www.fsf.fo