Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. september · Nr. 138 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge – City of Manchester Stadium, Manchetser Bæði feløgini hava keypt inn fyri fleiri milliardir seinnu árini, fyri at røkka oddinum í enskum fótbólti, men undirhaldið leygardagin mill­ um Manchester City og Chelsea stóð ikki mát við risa upphæddirnar, sum feløgini hava keypt inn fyri. Hóast sólin hevur hug at hyggja fram, so er tað kalt í veðrinum og tað merkist at heysti nærkast í hvørj um. Dysturin er settur at byrja klokkan 12.45 og nakrar fáar minuttir undan dystarbyrjan, hoyrist uttan fyri City of Man­ chest er Stadium, at leikararnir eru á veg á vøllin. Uttanfyri velja fólk burg arin og ølina frá og skunda sær at sleppa inn á leikvøllin. 45 langir minuttir So er klokkan 12.45, pulsurin er farin at sláa skjótari og adrealini pumpar gjøgnum kroppin. Á vøllinum renna leikarar fyri fleiri milliardir og spenningurin er í hásæti. 45 langar og kaldar minuttir seinni, tykist kaffi, øl og burgari standa fremst í huganum hjá teimum flestu. Longu fimm minuttir fyri hálvleik sníkja tey fyrstu seg niðurundir at keypa okkurt gott, tí dysturin livdi avgjørt ikki upp til prísin. Ella sum City viðhaldsmenninir frammanfyri søgu; “Hvat hevði tú væntað, tá báðir venjarnir eru italiumenn?” Dómarin stendur fyri skotum Stemningurin á leikvøllinum var eins forkølaður og dysturin. Einasti maðurin, sum fekk áskoðararnar at reisa seg, var Andre Marriner. Hann er dómari og tjenar nógv minst av teimum, ið vóru á vøllinum. At síggja til, so dømdi hann fínt, men askoðararnir høvdu ikki so nógv annað at rópa eftir, so hann fekk nógv ljót orð omanyvir seg. “Hvat gert tú? Hví fanin dømur tú handan vegin? Ert tú blindur ella hvat!?” Skrálar og geylar maðurin í Manchester City jakkanum framm­ an fyri eftir dómarinum. Tá er talan um eitt innkast á miðjum vølli – nei tað er ikki lætt at verða dómarin. Báðir italiumenninir høvdu valt tríggjar verjukendar miðvallarar at byrja inni við. Yaya Toure, Gareth Barry og Nigel De Jong fyri Manchester City, og Michael Essien, Jon Obi Mikel og Ramires fyri Chelsea. Úrslitið av tí var, at fótbólturin tapti. Tað skuldi nakað serligt til fyri at koppa dystinum og var júst tað, ið Carlos Tevez leveraði, tá hann skoraði einsamalla málið í dystinum. Dysturin var einki fotbólts upp­ livilsi, men tað leggja Manchester City viðhaldsfólkini einki í. Tey hava fingið trý kærkomin stig og dreymurin um enska meistaraheiti og Champions League fótbólt livir enn. Chelsea møtti fyri fyrstu ferð í ár sterkari mótstøðu í Premier League og tað komu teir illa frá, men Chelsea er framvegis odda lið. trondur@sosialurin.fo Hvørki Roberto Mancini ella Carlo Ancelotti lótu nógvu milliardirnar sleppa úr stutta tjórinum. Tí gjørdist uppgerðin millum dýru innkeypini hjá Manchester City og Chelsea eitt vónbrot. Maðurin, sum fekk áskoðararnar upp úr setrinum, er tann maðurin á vøllinum, ið fær nógv minst í løn! Fleiri verjukendir leikarar komu væl frá uppgávuni, men eitt frálíkt mál frá Carlos Tevez er nokk til, at hann fær heiðurin Man of the Match Í fokus: Stuart Attwell valdi at góðkenna fyrsta málið hjá Liverpool í 2-2 javnleikinum ímóti Sunderland. Tað eru nógvar meiningar um tað var rætt, tí tað var ivasamt um ein Sunderland verjuleikari hevði tikið eitt fríspark ella ikki. Eftirfylgjandi drønaði Liverpool avstað við bóltinum og skoraði. Málskjúttar útskiftir: Bæði Didier Drogba og Wayne Rooney, sum í fjør skoraðu flest mál í Premier League, blivu hetta vikuskiftið útskiftir, meðan liðið hjá teimum høvdu brúk fyri málum. »Terry gate«: Lítið og einki var at hoyra til málið um John Terry og Wayne Bridge frá seinast. Bridge er skaddur, meðan John Terry var lítið sjónligur á vøllinum. Manuel Almunia: Arsenal málmaðurin er fyri nógvum ákoyringum, eftir at teir á heimavølli tapti 2-3 fyri West Bromwich Albion. Fyrrverandi Arsenal venjarin, George Graham, sigur við enskar miðlar, at Arsenal má selja Almunia, um teir ætla at vinna Premier League. Manchester City bjóðar av