mánadagur 27. september 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 27. september · Nr. 138
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Hann hevur førleikarnar.
Bóltførleikin er lítið sannførandi,
men hann er sera væl fyri kropsliga
og skjótur. Hann rennur ikki undan
nærdystunum, men tveitir seg
heil hjartaður í taklingarnar. Hann
rennur ikki undan málinum, men
roynir hinvegin altíð at renna móti
málinum, um verjuspælarar standa
fyri ella ikki.
Hann hevur roynt seg í bestu
deild ini fleiri ferðir, men hann
hevur ikki verið støðugur og skotið
ov fá mál.
Men nú er líkt til, at Thomas
Hans Rubeksen eigur ein av
høvuðs leiklutunum í stríðnum hjá
B71, sum roynir at sleppa undan
niður flyting.
Fyri tveimum vikum síðan tók
hann av møguleikanum og stýrdi
bóltin í málið við høvdinum, tá
sand oyingar spældu javnt á B68.
Í gjár hevði Thomas Hans
Rubeksen seinasta fótin á bólt inum,
tá B71 javnaði til 2-2 í botngys ara-
num móti FC Suðuroy.
Tvey mál, sum hava sera stóran
týdning fyri fótbóltsfelagið í Sand-
oynni í dag.
Ikki uppiborið
Alt bendi á, at FC Suðuroy fór
at leggja stórt trýst á B71 í botn-
stríðnum, tá seinni hálvleikur var
fáar minuttir gamal.
Teitur Tausen økti til 2-0 til gest-
irnar, tá hann sendi bóltin fram við
Predrag Markovic aftaná frí sparks-
innlegg.
Dan Djurhuus legði FC Suðuroy
á odda í fyrra hálvleiki.
Men so reisti heimaliðið seg.
Fyrst var Danilo Kovacevic rendur
um koll í brotsteiginum, og dómarin
floytaði fyri brotssparki.
– Brotssparkið er púra óneyðugt.
Tað er eitt persónligt mistak, sum
liðið kann ikki verja seg fyri. B71
fær blóð á tonnina, og tá ræður
fyrst og fremst um hjá okkum at
verja, sigur Henning G. Joensen hjá
FC Suðuroy.
Høgni Midjord var tryggur úr
ellivu metrum.
Síðan gjørdi Thomas Hans
Rubeksen um seg. Mads Hentze
royndi seg við skoti, sum Stanislav
Kuzma vardi fyri. Bólturin rullaði
fyri føturnar á framherjanum, sum
syrgdi fyri, at suðuroyingar eru av
álvara hóttir av niðurflyting undan
seinastu leikumførunum.
– Tað er ikki torførasta málið, eg
havi skotið. Men um vit gera tað upp
í týdningi, so er hetta málið millum
trý tey mest umráðandi málini,
eg havi skotið, er niðurstøðan hjá
Rubeksen.
Tað var ikki uppiborið, at B71
fekk stig úr dystinum í gjár. FC
Suðuroy var leikliga omaná, og tað
var nær við, at Palli Augustinussen
økti til 3-1, tá seinni hálvleikur var
hálvrunnin. Men bólturin fór í tvør-
træið.
– Vit hava betur uppiborið, tað
er einki at tosa um. Vit eru sera
vónbrotnir, men vit fara at stríðast
til tað seinasta. Vit geva ikki upp.
Møgu leikin er framvegis stórur, at
vit sleppa undan niðurflyting, metir
bjartskygdi Henning G. Joensen.
Tørvur á tí
Thomas Hans Rubeksen hevur
roynt nógv sum fótbóltsspælari.
Hann er skrásettur fyri dystir á
besta liðnum hjá B36 og HB, men
framherjin skeyt eingin mál.
Hann var hinvegin ein sannur
fongur hjá argjamonnum, sum
spældu í næstbestu deildini og
flutti upp í árunum 2006 og 2008.
Men í bestu deildini hevur verið
lítið um framherjan.
Í summarsteðginum skifti hann
úr FC Hoyvík til B71. Nú hevur hann
vunnið sær pláss millum teir fyrstu
ellivu hjá Piotr Krakowski, og við
tveimum sera týðandi málum hev-
ur hann fingið uppreisn.
– Vit hava ein fyrimun í botn-
stríðnum undan seinastu dystunum.
Nú fara vit at stríðast. Vit ætla at
staðfesta, at vit hava uppiborið
pláss í Vodafonedeildini í 2011, sigur
Thomas Hans Rubeksen.
uni@sosialurin.fo
Fýra stig
í part
B71 og FC Suðuroy fingu
fýra stig hvør í teimum trim
um innanhýsis dystunum í
Vodafonedeildini í ár. Talan
var um ein sigur, eitt tap og
ein javnleik í part. B71 hevði
tvær ferðir heimavøll. Tá lið ini
hittust á Sandi í fimta um
far inum vann B71 31. Í 14.
um fari hittust liðini á Eiðinum
í Vági, og tá vann FC Suðuroy
21. Øll málini komu fyrstu 25
minutt irnar av dystinum. Í gjár
hevði FC Suðuroy møguleikan
at fáa sín næsta sigur á B71,
men teir bundu ikki um, tá teir
høvdu møguleikan, og tað kann
vísa seg at verða dýrt í síðsta
enda.
- heri
Rubeksen fær uppreisn
Vodafonedeildin
Thomas Hans
Rubeksen hevur
fingið seg royndan
í bestu deildini,
men framherjin
hevur ongantíð
gjørt seg galdandi.
Rubeksen hevur
nú fingið uppreisn
við tveimum sera
týdningarmiklum
málum seinastu
tvær vikurnar
Viðmerkingar
í 3. Hálvleiki:
• Høgni, tú ert óførur,
at tú fært mál. Soleiðis
skal tað verða. B71´ari.
• Nú eri eg so erlig, sum eg
kann verða. Vit skulu verða
so hjartans fegin, at vit
kláraðu at knokla okkum til
1 stig í dag. Puha puha ;-)
B71
2
FC Suðuroy
2
Thomas Hans Rubeksen hevur
verið sera týdningamikil hjá
sandoyingum í botnstríðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Týdningamikil
FAKTA:
Navn: Thomas Hans Rubeksen
Føðingardagur: 13. juni í 1986
Aldur: 24 ár
Felag: B71
Pláss: Framherji
Hagtøl: 132 dystir og 53 mál
Yrkisleið:
2005: B36, 7 dystir, Vodafonedeildin
2006: AB, 16 dystir / 9 mál, 1. d.
2007: AB, 13 dystir / 2 mál, Vf.d.
2007: B36, 1 dyst, Vodafonedeildin
2008: HB, 1 dyst, Vodefonedeildin
2008: AB, 15 dystir / 15 mál, 1. d.
2009: AB, 14 dystir, Vodafonedeildin
2009: FC Hoyvík, 10 d. / 2 mál, 1. d.
2010: FCH, 13 dystir / 3 mál, 1. d.
2010: B71, 10 dystir og 2 mál, Vf.d.
kelda: faroesoccer.com
Komandi
dystirnir:
Tað eru fýra stig, sum skilja FC Suðuroy
og B71 í løtuni. Sandoyingar hava 23
stig, og FC Suðuroy hevur 19 stig. Tríggir
dystir resta í. Níggu stig at spæla um.
Leikskráin hjá liðunum komandi
umførunum sær soleiðis út:
25. umfar, leygardagin, 2. oktober:
ÍF – B71
FC Suðuroy – B68
26. umfar, sunnudagin, 17. oktober:
B71 – EB/Streymur
FC Suðuroy – Víkingur
27. umfar, leygardagin, 23. oktober:
NSÍ – B71
AB – FC Suðuroy