mánadagur 27. september 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. september · Nr. 138
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ólavur Øre Hansen
Hóast B68 ikki hevur havt eitt gott
kappingarár, so hava teir staðið seg
væl á heimavølli, har teir hava givið
fleiri av betru liðunum skarpan
gang, og hetta fekk Víkingur at
sannað sunnudagin, tá teir taptu
2-0 á Svangaskarði.
Úrslitið ber við sær at toftamenn
leggja fjarstøðu niður til botnliðini,
og hava so gott sum, tryggjað sær
sætið í Vodafonedeildini komandi
ár, meðan FM vónin hjá Víkingi
fekk eitt skot fyri bógvin, og sær út
til at hvørva í havsbrúnni.
Uppiborin sigur
Venjarin hjá B68, Bill Mc Jacobsen
var væl nøgdur við avrikið hjá
hansara liði, og tey trý stigini.
– Vit vistu at talan fór at vera
um ein truplan dysti, tí Víkingur
hevur staðið seg væl í síðstuni.
Men samanumtikið haldi eg at vit
vóru betra liðið, og vunnu at enda
ein uppibornan 2-0 sigur á Víkingi,
segði Bill Mc Jacobsen eftir dystin.
B68 venjarin hevur grein í sínum
máli, tí B68 var betra liðið. Ikki tí
teir spældu so væl, men heldur
vóru tað gestirnir, sum als ikki
fingu glið á egið spæl. Serliga var
saknurin í Nenad á miðvøllinum
eygsýndur, tí Víkingur hevði sera
trupult í skipaða álopsspælinum,
og av tí sama var langt millum
vandastøðurnar frammanfyri B68
málinum.
Keita legði fyri
Toftamenn fingu ein dreymabyrjan
uppá dystin, tá Keita longu í fimta
minutti legði B68 á odda, eftir at
hann stríddi seg framvið fleiri mót-
spælarum og setti bóltin í netið.
Leiðslumálið hevði við sær
at Víkingur skuldi fram á vøllin,
men teir høvdu sera trupult við at
koma til kjansir. Tað manglaði bæði
hugflog og tempo yvir spælinum
hjá Víkingi, og tískil hevði B68 ikki
stórvegis trupulleikar at avvísa
víkingum.
Eitt korter inn í seinra hálv leik,
gjørdist mótbrekkan hjá felags-
liðnum úr Gøtu og Leirvík enn
brattari, tá Pól Jóhannus Justin-
ussen, eftir hornaspark, otærn aður
kundi stútaði bóltin í kassan.
Hóast Víkingur royndi at trýsta,
og fram móti dystarenda kom
fram til góðar kjansir, so fingu teir
ikki bóltin fram við Vlada í B68
málinum.
Sostatt endaði eysturoyar upp-
gerðin við einum 2-0 sigri til B68,
sum hevur so gott sum tryggjað
sætið í Vodafonedeildini komandi
ár, meðan Víkingur misti FM vón-
irnar á gólvið.
post@sosialurin.fo
B68 fekk sjey stig
Toftamenn kunnu við gleði minnast aftur á teir tríggjar dystirnar móti
Víkingi í hesum kappingarárinum. B68 fekk fult á heimavølli í tveimum
dystum, og tað eydnaðist at fáa eitt stig á útivølli. Í fimta umfari spældi
liðini ein minniligan dyst á Svangaskarði, sum endaði við 5-3 sigri til
heimaliðið. Dysturin skifti eigara tríggjar ferðir. Fyrst kom B68 á odda
2-0, so kom Víkingur á odda 3-2, og so gjørdi B68 bart og vann 5-3.
So veitslukent varð tað ikki, tá liðini hittust í 14. umfari. Tá deildu
liðini stigini í einum málleysum dysti. Í gjár vann B68 aftur á Víkingi
við tveimum málum, og muna hesi sjeyt stigini móti Víkingi væl hjá
toftamonnum á stigatalvuni. - heri
Mynd: Álvur Haraldsen
FM-vónin hjá Víkingi sløknaði
VODAFONEDEILDIN Eysturoyaruppgerðin millum B68 og Víking gjørdist ein linlig uppgerð, har toftamenn tó
høvdu munin, og vunnu at enda 2-0. Úrslitið hevur við sær at FM vónin hjá Víkingi er við at hvørva í havsbrúnni
B68
2
Víkingur
0
Viðmerkingar
í 3. Hálvleiki:
• Aftaná tapið ímóti B68
syngja teir i Víkingi, »Eg
tími ikki at spæla við meir«.
• Góðir, góðir, góðir.
Eg elski mítt B68.
• Á Toftum dámar mær
betri í NAVIA enn á
Svangaskarði. Í NAVIA fái
eg meira fyri pengarnar.
• Nykurin krøkti halan um
víkingin og hann dovnaði.
– Eg haldi at vit vóru betri enn
Víkingur í dag, har vit standa
væl í verjupartinum, og eru
vanda miklir í mótálopunum,
segði Jóhan Dávur Højgaard
eftir dystin.
– Vit fáa eitt mál tíðliga í dyst-
inum, og tí skuldi Víking ur fram
á vøllin, og tað passaði okkum
sera væl. Hetta tí Víkingur
hevði stórar trupulleikar við
álops spælinum,
meðan
vit
kundu satsa uppá mótálop, segði
miðverjin hjá toftamonnum.
Spurdur hvat úrslitið hevur
at siga fyri B68, metir Jóhan
Dávur, at talan var um ein
týdningar miklan sigur, tí tað
ráddi um hjá teimum, fyrst og
fremst, at tryggja sær sætið í
Voda fonedeildini komandi ár.
- ólavur
Jóhan Dávur Højgaard:
– Betra liðið vann