mánadagur 27. september 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 27. september · Nr. 138
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Landsliðsvenjarin,
Brian
Kerr
var eygna vitni til dystin, og hann
kundi ið hvussu er fegnast um,
at Jákup Mikkelsen er væl fyri,
um írin sendir boð eftir tí 40 ára
gamla, roynda veteraninum til
undan kappingardystirnar
ímóti
Slovenia og Norður-Írlandi fyrst í
oktober. B36 hevði eina ørgrynnu
av mál møguleikum, og at tað bara
eydnaðist árstalsfelagnum at skora
eitt mál komst fyrst og fremst av,
at Jákup Mikkelsen var so stinnur
í ÍF-málinum. Tað var tó ikki bara
Jákup Mikkelsen sum vardi fyri.
Tríggjar ferðir vóru stengurnar við
fuglfirðingum. Hjá ÍF gjørdist tapið
tó ein duppultskaði. Liðið vann seg
ikki upp á liðina á grannunum úr
Vìkingi, sum hava 40 stig á fjórða
plássi. Samstundis lótu teir upp fyri
møguleikanum hjá B36 at vinna
seg uppá fimta plássið, sum gevur
14 heimadystir í vodafonedeildini
kom andi kappingarár. Eitt 6. Pláss
ella lægri gevur 13 heimadystir í
voda fonedeildini í 2011.
Perlumál
Bert eitt mál kom í dystinum, men
sigast má, at tað var eitt perlumál
av dimensjónum. Uppleggið til
málið átti Hjalgrím Elttør, sum eftir
gjøgnumbrot í vinstru legði bóltin
út frá, og á brotsteigarmarkinum
hamraði Róaldur Jacobsen bóltin
upp í nettakið aftanfyri Jákup
Mikkelsen. Málið er eitt hitt vakr-
asta, sum er skotið í Gundadali í
ár. B36 vassaði í málmøguleikum,
men málið hjá Róaldi gjørdist tað
einasta, sum skilti liðini.
Jónas var nøgdur
Aftaná dystin var Jónas Tór Næs
væl nøgdur við, at B36 nú hevur
fingið sjey stig í teimum seinastu
trimum dystunum. Seks stig eru
upp til eitt europeiskt pláss, og tað
ætla teir í B36 avgjørt at royna eftir.
Andy Olsen helt ikki, at teir í ÍF vóru
so niðurspældir, áðrenn B36 kom á
odda, men hann ásannaði, at aftaná
málið hjá Róaldi Jacobsen stóð á
gomlum nøglum hjá ÍF. ÌF brennur
framvegis eftir at røkka Europa,
men so má annar lútur til. Seinastu
fýra dystirnir hava bert givið trý
stig, og Andy Olsen ásannar, at nú
skulu sigrar til, um teir skulu røkka
sínum máli. Fyrst á leiðini er B71 á
heimavølli komandi leygardag.
heri@sosialurin.fo
Ineffektivitetur og Evropa
Vodafonedeildin
Dysturin millum B36
og ÍF segði tvær
søgur. Onnur var
um afturvendandi
ineffektivitetin hjá
B36, og hin var um
ÌF, sum ikki megnar
at vinna seg uppá
eitt europeiskt
sæti aftur
Viðmerkingar
í 3. Hálvleiki:
• Tað er ikki B36, ið
skuffar, men heldur við
haldsfólkini! Man kann
ikki bara stuðla, tá tað
gongur gott, skammið
tykkum. B36 fjeppan.
• Skotteltið í Gundadali
gevur bara rós til
Róald(ugur.)
• Skipað verður fyri skot
venjing á ovara vølli, áleyp
ararnir hjá B36 luttaka!!!
Eiler løðir. Áh, teir kjansir.
• Tað luktar brent
í Gundadali!
• Brennivargar, B36.
• Mega flott mál, Róaldur!
B36
1
ÍF
0
Bara eitt stig
ímóti B36
Um ÍF ikki røkkur einum evro
piskum plássi hetta kapp
ingar árið, so verða avrikini
hjá ÍF ímóti B36 ein rættiliga
stórur partur av orsøkini. Hetta
kappingarárið fekk ÍF bert eitt
stig og eitt mál ímóti B36.
Tá liðini hittust í Gundadali í
fimta umfari endaði dysturin
við javnleiki 11. Hjalgrím
Elttør legði B36 á odda í fyrra
hálvleiki, og Rógvi Jacobsen
javnaði fyri ÍF. Tá liðini hittust
í 14. umfari gjørdist talan
um sorl. B36 vann heili 50 í
Fuglafirði. Tann effektivitetin
hevði B36 ikki ígjár, tá teir bert
skoraðu eitt mál, men tað rakk
so aftur til trý stig ímóti ÍF.
heri
Ein útskifting í 270 minuttir
Allan Mørkøre, sum er venjari hjá B36, hevur ikki skift nógv út sein
astu dystirnar. Í gjár vóru tað teir somu 11, sum byrjaðu dystin hjá
árstalsfelagnum, sum endaðu dystin. Soleiðis var eisini farna sunnudag,
tá B68 vitjaði í Gundadali. Mikudagin, tá B36 vitjaði á Sandi, framdi
Allan Mørkøre sína einastu útskifting undir dystir, tá Høgni Eysturoy
loysti Bárð Olsen av miskeiðis í seinna hálvleiki.
uni
Róaldur Jacobsen (10) skoraði
eitt hitt vakrasta málið í
Gundadali nakrantíð
Myndir: Álvur Haraldsen
Róaldur Jacobsen tóktiskt eisini hava skora til 2-0, men onkursvegna
metti Eiler Rasmussen hesa støðu verða fríspark til ÍF.
Mynd: Álvur Haraldsen
perlumál