Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 27. september · Nr. 138 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam Triðja dystin á rað taldist føroyski landsliðsleikarin í Silkeborg millum málskjúttarnar hjá botnliðnum í bestu donsku fótbóltsdeildini. Sam stundis sum Silkeborg er við at prógva sítt virði í bestu donsku fót­ bólts deildini, so er føroyski lands­ liðsleikarin við at prógva sítt virði fyri Silkeborg. Hetta ger hann, eftir at Troels Bech, venjari, valdi at síggja burtur frá honum, tá Silkeborg spældi sera trupla útivallardystin móti FCK í Parkini í Keypmannahavn. Prógvar sítt virði Í gjár byrjaði Christian Lamhauge Holst aftur inni hjá Silkeborg, eftir at hann varð brúktur sum inn­ skiftari og skoraði seinasta dyst. Útgangsstøði var sum miðvallar­ leikari í høgru, og var hann á vøllinum í 81 minuttir. Hesa løtuna legði føroyski landsliðsleikarin upp til fyrsta málið og skoraði síðani tað næsta. Við Sosialin í farnu viku segði Christian Lamhauge Holst, at tað helst hevði tænt honum, at fáa eitt spark í gumpin, sum hann tók til um støðuna, tá bæði Brian Kerr og Troels Bech valdu at síggja burtur frá honum, tá teir skuldu seta lið síni. Hann viðgekk eisini, at hann helst hevur verið heldur ov óstøð­ ugur, men nú er danin við før oyska blóðinum í Silkeborg av sonn­ um við at prógva sítt virði – og at venjararnir kunnu rokna við honum. Tað hava bæði Troels Bech og Brian Kerr brúk fyri. Tvey mál og tveir sigrar Tað kemur eisini væl við hjá Silke­ borg, at menn sum Holst nú taka ábyrgd. Felagið fekk eina syndarliga byrjan upp á kappingarárið við átta dystum á rað uttan ein einasta sigur. Hesar dystir skoraði føroyski landsliðsleikarin heldur ikki eitt einasta mál. Teir báðar seinastu dystirnar hevur Holst skorað, og hesar báðar dystirnar hevur Silkeborg ligið omaná, tá avtodnaði. Tað merkir, at lið ið hevur fingið seks kærkomin stig, sum hava lyft Silkeborg frá aftasta sessinum og upp um niður­ flytingarmarkið. Fjarstøðan niður um markið er tó minimal. AC Horsens hevur sama stigatal, tíggju stig, men verri málúrtøku, meðan AaB bara er eittans stigið aftanfyri. Hinvegin er kappingin í bestu donsku fótbóltsdeildini so mikið jøvn, at tað bara eru trý stig upp til fimta plássið. rolant@sosialurin.fo Holst hálaði Silkeborg upp um markið superliga Christian Lamhauge Holst er av álvara við at prógva sítt virði fyri Silkeborg, samstundis sum felag hansara roynir at rættvísgera sína tilveru í bestu donsku fótboltsdeildini Rólant Waag Dam Megnar Christian Lamhauge Holst at renna frá miðlinjuni og niðan til brotsteigin upp á 11 sekund? Nei, tað ber ikki til eru bæði liðfelagar og venjarin í Silkeborg á einum málið um. – Liðfelagarnir tosa bara um, hvussu tað ber til, at eg kom so skjótt niðan í brotsteigin, segði Holst við TV2 Østjylland. Við somu sjónvarpsrás sigur Troels Bech, venjari, seg stúra fyri, at málið verður kolldømt. – Holst hevur helst byrjað frammanfyri miðlinjuna, tá dyst urin varð bríkslaður í gongd, tí so skjótur er hann ikki, argar venjarin. Hinvegin tykist tað eisini sum um, at Holst er við at vinna álitið aftur hjá venjaranum. – Eg segði við hinar á beink­ inum, at eg ynskti at fáa eitt mál tíðliga í dystinum, so at vit kundu stýra gongdini harfrá. Og onkuntíð skalt tú bara vera nóg neyvur, tá tú ynskir, tí so syrgir Christian (Lamhauge Holst, blðm.) fyri at ynskið verður uppfylt, segði Troels Bech um dystin móti B93. Móti AaB hevði venjarin aftur eitt ítøkiligt ynski, sum før oyski landsliðsleikarin upp­ fylti. – Beint sum eg sigi við hinar, at nú kundu vit sanniliga brúkt ein sigur, so leggur hann okkum á odda, so Christian Lamhauge Holst er av sonnum hann, sum uppfyllir okkara ynskir fyri tíðina, segði Troels Bech við TV2 Østjylland í farnu viku. Um ella hvat venjarin hjá Silkeborg hevur sagt í sam­ band við dagsins dyst, vita vit ikki, men hvussu er og ikki, so var Holst aftur framvið og legði upp til eitt mál og skoraði annað. Eitt annað, sum eisini er okkum ógreitt – og øllum øðrum miðlum við – er, um mál ið hjá Christiani Lamhauge Holst í steypa kappingar dyst­ inum móti B93 er tað skjót­ asta í donskum toppfótbólti. Higar til eitur tað, at tað er eitt av teimum skjótastu, tí tað einasta, sum er fullgreitt, er, at skjót asta málið í Superliguni er skotið eftir 16 sekundum. rolant@sosialurin.fo superliga Bæði venjarin og liðfelagarnir prika Christian Lamhauge Holst við skjóta málinum herfyri, tí Holst, sum ikki er tiltikin skjótur leikari, skoraði eftir bara 11 sekundum. – Tað ber ikki til, halda teir Holst er ikki so skjótur! Atli Danielsen og hinir í FC Roskilde eru ógvuliga harmir um, at tað ikki eydnaðist teim­ um at vinna trý stig í gjár. Mál verji teirra var í tveimum førum beinleiðis orsøkin til, at Kolding skoraði – seinna mis takið gjørdi hann enn tá í yvir tíðini, soleiðis at dysturin endaði við javnleiki 3­3. Atli Danielsen spældi allan dystin á defensiva miðvøllinum, men var ikki partur av nøkrum av málinum – hvørki hjá FC Roskilde ella Kolding. Roskilde er nú nummar 11 við átta stigum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, bert trý stig omanfyri niðurflyt­ ingar markið. rolant@sosialurin.fo Málverjin kostaði Atla dýrt Rólant Waag Dam Ikki tí, talan var á ongan hátt um dreymafótbólt. Hinvegin var talan um eina tætta og harða uppgerð á Argjum, har sjúkrabilurin tvær ferðir varð boðsendur og fór avstað við leikarum. Talan var um ein dyst millum ungu menninar í Undrinum, sum orka meiri enn teir flestu, og so veteranarnar í B36, har teir flestu leikararnir munnu hava roynt meira enn allur hópurin hjá Undrinum tilsamans. Tá tað avtodnaði gjørdist tað rutinan, sum vann á orkuni. Við monnum sum John Petersen, Jens Christian Hansen, Tummas Eli Hansen, Magna á Lakjuni, John Norðbú Thomsen, Jan Guttesen, Egin Høgnesen og øðrum, eydnaðist tað at vinna við trimum málum móti tveimum. Málskjúttarnir vóru Ámund Nolsøe og Jens Christian Hansen við tveimum. Hjá Undrinum vóru Dan Syderbø og Jóannes Martin Johannesen málskjúttarnir. Sostatt varð tað liðformaðurin hjá B36, John Petersen, sum kundi lyfta steypi upp í loft leygarkvøldið, samstundis sum teir í Undrinum kundu fegnast um, at teir við finalu sessinum, hava spælt seg upp í 2. deild. Dreymaliðið vann Fótbóltur Dream Team verða teir róptir í B36, og ikki uttan orsøk. Veterarnir í 3. deild telja gamlar landsliðskempir og aðrar góðar kreftir, og hesar bastu Undrinum í finaluni í 3. deild um vikuskiftið Christian Lamhauge Holst økti til 2-0 í dystinum móti Brøndby Atli Danielsen var á miðvøllinum hjá FC Roskilde