mánadagur 27. september 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. september · Nr. 138
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað var eyðmýkjandi fyri Kyndil, tá
dysturin var liðugur.
KÍF vann heili 41-27 á heima-
vøllinum hjá grønu havnar monn-
unum.
Henrik Gerster, venjari, dugdi
ikki at meta um styrkina hjá mans-
liðnum hjá Kyndli í løtuni.
– Tað er eitt sindur trupult at
siga, hvussu støðið hjá okkum er,
tí venjingardystirnir hava verið
bæði upp og niður, segði hann við
heimasíðuna hjá Kyndli undan
dyst inum.
Tað ber brá av einum venjara,
sum er ikki sannførdur um, at
liðið fer at bjóða teimum ovastu av
beinanveg.
Byrjanin hjá teimum grønu er
alt annað enn sannførandi.
Runnu undan beinanveg
Kyndil spældi ongantíð við.
Tað var klassamunur alt fyri eitt,
og kollfirðingar sendu aftur og aftur
í málið handan Magnusi Matras,
sum vardi málið hjá Kyndli.
Serliga royndist Ingi Johannesen
væl. Hann var besti skjúttin hjá
gestunum úr Kollafirði. Hann stóð
fyri 11 av málunum hjá KÍF.
Bara fyrsti dystur
Úrslitið í høllini á Hálsi í gjár skal
sjálvsagt takast fyri fyrivarni.
Dømini eru óteljandi, at lið hava
lagt bragdliga fyri, men missur
stevið seinni í kappingini. Tað eru
eisini dømi um lið, sum koma illa
frá landi, men fóta sær seinni. Tað
ger Kyndil sum oftast.
Tí skal úrslitið ikki takast fyri
meira enn tað var. KÍF hevur tvey
stig, og Kyndil hevur einki stig.
uni@sosialurin.fo
HAGTØL UM ATLANTIC AIRWAYS:
Kyndil – KÍF 27-41 (12-21)
Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen
5. min.: 1-2
10. min.: 2-3
15. min.: 3-9
20. min.: 6-12
25. min.: 9-17
35. min.: 13-25
40. min.: 16-30
45. min.: 17-33
50. min.: 19-35
55. min.: 24-35
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 9, Josef Abrahamsen 7, Rúni Johansen 3, Hans Arni B. Thomsen 2, Høgni
Klein Olsen 2, Andrias Sólsker 2, Ludvík Súnason 1.
Útvísingar: 12
Venjari: Henrik Gerster
KÍF: Ingi Johannesen 11, Niklas Reginsson 6, Regin Petersen 5, Andrias Nielsen 5, Ási Dam 4, Teitur Joensen
3, Jákup Trygvason 2, Rúni Joensen 2, Tony Weihe 1.
Útvísingar: 8
Venjari: Jan Ottesen
StÍF – VÍF 23-21 (11-9)
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas Hansen
5. min.: 1-1
10. min.: 2-3
15. min.: 3-5
20. min.: 6-8
25. min.: 8-9
35. min.: 12-10
40. min.: 13-11
45. min.: 17-13
50. min.: 19-14
55. min.: 20-17
StÍF: Jóanes Prestá 5, Leivur Justinussen 5, Marius Joensen 3, Olgar-Jan Lervig 3, Fríði Djurhuus 2, Jógvan Berg
2, Jógvan Gregersen 1, Jákup Berthelsen 1.
Útvísingar: 0
Venjari: Jón Rasmussen
VÍF: Rúni Fossdal 4, Joen P. Høgnesen 4, Magnus Muller 3, Magnus á Rógvi 2, Bjarti Hansen 2, Áki G. Olsen 2,
Agnar Joensen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1, Jákup S. Andreasen 1, Jákup A. Joensen 1.
Venjari: Dia Midjord
Uni Holm Johannesen
StÍF vann bæði stigini, tá
vestmenningar vitjaðu í gjár.
Heimaliðið vísti serliga gott
tol í stórum løtum av dystinum.
Í álopsstøðu bíðaðu teir eftir
møguleikanum og tóku av, tá
teir skuldu.
Sigurin var ikki sannførandi.
VÍF royndi stundum at hótta
leiðsluna hjá heimaliðnum,
men í seinna hálvleiki gjørdu
vestmenningar ofta ov skjótt
av.
uni@sosialurin.fo
StÍF
hevði tol
Hondbóltur Heimaliðið hevði
tol seinastu løtuna og vann við
tveimum málum, tá VÍF vitjaði í
ítróttarhøllini á Skála í gjár
Savnsmynd
Mynd: Álvur Haraldsen
KÍF eyðmýktu
grønu havnar
menninir
Hondbóltur 14 mál skiltu Kyndil og KÍF, tá fyrsti
landskappingardysturin í hesum kappingarárinum
var liðugur í gjár. Kollfirðingar flongdi Kyndil