Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 27. september · Nr. 138 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Úrslitið var ikki óvæntað. VB vann 24-18 og tryggjaði sær fyrstu stigini í hesum kapp ingar- árinum. Kyndil, sum júst er flutt upp aftur í bestu kvinnudeildini, bjóðaði vágskvinnum av í fyrra hálvleiki, áðrenn gestirnir runnu avstað aftaná hvildina. Ongan skjútta Merkisvert var tað, at eingin skeyt fleiri enn fýra mál fyri Kyndil. Jórun Ludvig, Anja Heinadóttir og Heidi Maria Akselsen vóru toppskjúttar. Slíkir skjúttar eru ofta sera neyðugir, og tað kann lætt gerast ein trupulleiki, um liðið hevur ikki ein støðugan skjútta. Hinvegin var stríðsviljin fram- úr. Tær fullu ongantíð í fátt, og uppspælið til fleiri av málunum var sera gott. Í løtum vardu tær eisini væl, hóast Gintave Lydekaite, sum skeyt níggju mál fyri VB, hótti ferð aftaná ferð. Liðið fer at menna seg so hvørt í hesum kappingarárinum, og tí er neyðugt hjá teimum grønu at hava tol, hóast úrslitini helst ikki fara at fella í teirra lut. Fimm av spælarunum hjá Kyndli spældu fyri fyrstu ferð í bestu kvinnudeildini. Tær vóru Anna Sofía Hjalt Mohr, Turið Arge , Annika Sigurdardóttir, Bára Hansen og Bjarta Johansen. Greiddu sína skyldu VB greiddi sína skyldu í gjár. Tað varð væntað, at tær vunnu, og vágskvinnur vunnu uppiborið. Útlendsku leikararnir á Vági roynast so at siga altíð væl, og tað er líkt til, at Gintave Lydekaite fer at eiga høvuðsleiklutin á liðnum hjá VB í hesum kappingarárinum. Hon er sjálvstøðug í sínum spæli, og flestu málini hjá henni vóru eftir einmansavrik. Serliga í seinna hálvleiki sendi hon framvið málverjanum hjá Kyndli fleiri ferðir. Uni Holm Johannesen Svein Rógvi Nielsen væntaði sær ein torføran dyst. - Leikgongdin var júst soleiðis, sum eg hevði væntað. Fleiri teknisk mistøk í einum jøvnum dysti. Vit avgera heldur ikki dystin fyrr enn seinastu fimm minuttirnar, sigur hann við heimasíðuna hjá Neistanum. Neistin stóð seg eisini væl í torføru uppgávuni í ítróttarhøllini í Klaksvík. Gestirnir vóru einu løtuna á odda við fimm málum, men seinastu fimm minuttirnar í seinna hálvleiki skrædnaði av álvara. Stjørnan vann við seks málum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Suciu stóð seg væl Valentina Suciu var toppskjútti hjá Stjørnuni í gjár. Hon skeyt átta av málunum hjá verandi føroya- meistarunum. Hon vísti seg beinanvegin sum ein støðugan skjútta, og tað eru stór líkindi fyri, at hon fer at roynast væl í hesum kappingarárinum. Bára Hansen stóð sterkast í myndini hjá gestunum. Hon skeyt átta mál. Barbara Braver, sum spældi sín fyrsta dyst fyri Neistan, stóð seg eisini sera væl. Hon varð mansvard í seinna hálvleiki, og tað tók broddin av álopsspælinum hjá teimum bláu. Kunnu bjóða av Neistin hevur runnið aftaná ovastu liðunum seinastu árini. Liðið hevur ikki bjóðað av í gullstríðnum. Avrikið í gjár bendir á, at tær kunnu hótta Stjørnuna og Tjaldri, sum væntaði fara at kappast um føroyameistaraheitið. Fyrsti landskappingardystur gevur sjáldan greiðar ábendingar um, hvussu kappingin fer at laga seg. Men taka ungu neistakvinnurnar við ábyrgd skjótast tilber, so eru líkindi stór, at tær kunnu bjóða hinum av. Tað merkist serliga í seinna hálvleiki í gjár, at neistaliðið hevur ikki drúgvar royndir. Tær hildu ikki høvdið kalt, tá tað var mest umráðandi. Tað sást serliga við fleiri skeivum sendingum, sum heimaliðið gjørdi sær dælt av við skjótálopum. HAGTØL, SUNSET-DEILDIN: Stjørnan – Neistin 28-22 (10-13) Dómarar: Hans Thomsen og Hanus Kúrberg 5. min.: 1-0 10. min.: 3-4 15. min.: 5-8 20. min.: 7-10 25. min.: 10-12 35. min.: 12-13 40. min.: 15-16 45. min.: 17-18 50. min.: 21-21 55. min.: 24-21 Stjørnan: Valentina Suciu 8, Nicoletta R. Hansen 6, Durita Ljósstein 6 (1), Simona Hansen 3, Una Olsen 2, Edith Hansen 2, Durita Mikkelsen 1 Útvísingar: 5 Venjari: Svein Rógvi Nielsen Neistin: Bára Hansen 8, Barbara Braver 7, Birita Wardum 3, Anja Eliasen 2, Marjun F. Danberg 1, Sandra Bakanova 1 Útvísingar: 7 Venjari: Birgir Hansen Áskoðarar: 200 Kyndil – VB 18-24 (10-11) Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen 5. min.: 2-1 10. min.: 6-2 15. min.: 6-6 20. min.: 7-8 25. min.: 8-11 35. min.: 11-14 40. min.: 12-17 45. min.: 14-19 50. min.: 15-21 55. min.: 16-23 Kyndil: Anja Heinadóttir 4, Jórun Ludvig 4, Heidi Maria Akselsen 4, Turið Arge 2, Anna Sofía Hjalt Mohr 1, Randi S. Wardum 1, Guðrið G. Eystberg 1 Útvísingar: 3 Venjari: Geir Wardum VB: Gintave Lydekaite 9, Una Egilsdóttir 6, Gurið Mortensen 4, Rannvá Johannessen 2, Justina Bapzuoicurle 1, Svava Vestergaard 1, Bára Mortensen 1 Stjørnan avgjørdi seinastu løtuna Stjørnan setti ferð á seinastu minuttirnir, og tá kláraðu gestirnir úr Havn ikki at renna aftaná Uppflytararnir stóðu seg væl Uppflytararnir hava tað altíð trupult, men unga liðið hjá Kyndli gjørdu sær als ikki fyri skommum, tá VB vitjaði í høllini á Hálsi í gjár Stjørnan rann undan Neistanum seinastu løtuna. Mynd: savnsmynd VB greiddu sína skyldu og vann uppiborið móti Kyndly Mynd: Álvur Haraldsen