mánadagur 27. september 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. september · Nr. 138
30
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Niðanfyri er brot úr fyrilestri
hjá Zachariasi Zachariassen,
ið hann helt á páskum 2007:
Eitt kvøldi á sumri í 1959, tá
eg var heima í summarfrí,
bankaði á dyrnar í Gøtu, og
uttanfyri í regninum stóð ein
ungur maður úr Fuglafirði.
Eg visti hvør hann var, men
kendi hann ikki so væl. Hann
segði, at hann hevði hoyrt,
at eg gekk á bíbliuskúla í
Onglandi, og spurdi um eg
kundi kanna fyri hann, um
hann kundi sleppa á henda
skúlan. Tað var gaman í, og
tá ið Brynleif kom aftur av
túri við Sjúrðarberg, har
hann sigldi sum fjarritari,
fylgdust vit á skúlan, har vit
vóru saman í tvey ár.
Á Moorlands bíbliuskúla
stóðu Brynleif og eg á einum
krossvegi
í
lívi
okkara.
Skuldu vit halga Harranum
ungu lív okkara ella ikki?
Ein dagin inni á kamari
mínum á skúlanum segði
eg við Brynleif. "Eg havi
gjørt ein nýggja sang, sum
eg skal syngja fyri tær!" So
tók eg gittarin og setti meg
á songarstokkin og sang
sangin fyri honum:
Gud, tú gavst tín Son at
frelsa meg,
sendi hann til Golgata.
Skuldarfríur har hann sligin
varð
fyri meg, ein syndara.
Niðurlag:
Er tað satt, tú doyði fyri
meg,
at til Golgata tú fórt:
Einki offur, eg kann ofra
tær,
Harri Jesus, er ov stórt!
(Tvey vers og eitt niðurlag eru
afturat)
Tá ið eg var liðugur at syngja
sangin og vendi mær á at
spyrja, hvussu honum dámdi
hann, sá eg tárini renna niður
av kinnum hansara. Jú, vit
valdu at ofra Honum okkara
lítla besta, og tað hevur ikki
verið til fánýtis! Tað var
skjótt, at hesin eldur festi
í hjarta Brynleifs, og hann
hevði við tað sama stórar
ætlanir um at fara út á
missiónsakurin, kanska til
Fraklands.
Men Harrin í vísa ráði
Sínum leiddi tað so, at hann
og Elsa komu til Føroya.
Børn ini
lógu
Brynleif
á
hjarta. Barnalegurnar við
Áir byrjaðu í 1965. Og søguna
um Zarepta, sum í summar
hevði 43 ár á baki, kenna
tey flestu væl. Tey árini, ið
Brynleif fekk, áðrenn hann
læt lív við flúgvaranum í
Mykinesi, nýtti hann væl, til
signing fyri óteljandi sálir. Og
signingin heldur á! Brynleif
er nú heima hjá Harranum
heima í dýrdini.
Filip Hansen skrivar:
Eftir pápa mín Brynleif,
sat mamma mín Else 28
ára gomul og við 4 smáum
børnum: Eldri beiggi mín
Billy 7 ár, eg sjálvur Filip
akkurát blivin 6 ár, Miriam
4 ár (næstan 5) og Anita, ið
stutt frammanundan var
blivin 3 ár.
Tað er so ymiskt, hvussu
langt aftur fólk siga seg
kunna minnast. Eg minnist
ikki nógv til pápa mín, men
tó er okkurt, sum eg við vissu
kann siga at eg minnist. Eg
minnist, at tá í hann hevði
eti, so plagdi hann at leggja
seg á gólvi at hvíla seg. Sum
smádrongur var tað eitt
upplagt høvi at seta seg á
búkin hjá honum at hoppa:)
haldi meg minnast onkrar
løtur rundan um køksborði
og rundan um húsini á
Vatnsoyrum og á Zarepta.
Men eg veit eisini at hann
var nógv upptikin, bæði við
Zarepta og við at reisa runt
og hava møtir í Føroyum
og tað var eisini í Orðsins
tænastu, at hann fór til Ís
lands – óvitandi um at hann
hevði sagt farvæl við síni
kæru fyri seinastu fer her á
fold.
Meðan hann var í Islandi,
skrivaði hann eitt bræv til
okkum fýra. Tað er dagfest 13.
september 1970 og skrivað við
Langholtveg 104 í Reykjavík.
Dagin tá flogvanlukkan
hendi minnist eg eisini eitt
sindur til og dagarnar aft
aná. Eg haldi meg minnast,
tá Dánjal Nielsen sáli, av
Vatnsoyrum, kom við deyðs
boðunum. Aftaná segði hann
mangan, at tað vóru tyngstu
sporini hann hevði gingið í
lívinum, tá hann gekk niðan
til húsini. Eg minnist tá
líkfylgið fór frá Zarepta og
forbí húsini hjá okkum. Av
eini ella aðrari orsøk, so var
eg ikki við til jarðarferðina,
kanska hevur onkur hildið, at
tað ikki var gott fyri so smá
børn ella kanska hevur tað
verið ov svárt hjá mammu –
havi ongantíð ordiliga fingið
greiðu á tí.
Pápi mín Brynleif, var ein
bønar– og trúðarmaður, og
hann var eldhugaður og íðin
sum fáður. Dánjal Nielsen
sáli segði, aftan á at Brynleif
var tikin heim, at nú skilti
hann betur hví Brynleif altíð
hevði slíkan skund – tað
var tí hann hevði so stutta
tíð at avrika tað, ið Harrin
hevði lagt honum á hjarta!
Hann var ein trúðarmaður
bæði í tí smáa og stóra. Tær
hendingar og trúðarroyndir
sum mamma mangan hevur
sagt frá, hava sett síni spor í
lívinum hjá okkum børnum
– hava mangan havt góðar
løtur, har hon hevur fortalt
frá ymiskum og ikki minst
hvussu Harrin styrkti og
hjápti henni í tíðini aftan á
at Brynleif var farin heim til
Harran. Men Harrin tekur
einki frá sínum børnum
uttan at hann gevur okkurt
ístaðin – og soleiðis var
eisini hesaferð. Poul Jóhan
Djurhuus bleiv okkara nýggi
elskaði pápi, tá hann giftist
mammu á sumri 1972. Vit
hava síðani eisini fingið tvey
systkin afturat: Andrew, sum
er 35 ár og Hervør, sum er 28
ár. Og mamma og babba eiga
í dag 18 barnabørn og fyrsta
oldurbarnið er eisini komið
í verðina. Mamma og babba
hava alla sína tíð arbeitt
í verkið Harrans. Tey eru
eldhugað og íðin at virka fyri
Harran í talu og verki, og eg
veit eg kann siga fyri øll míni
syskin, at vit eru ómetaliga
errin av at hava tykkum sum
foreldur, og vóna at Harrin
kann brúka tykkum í nógv
ár afturat.
Sunnudagin 26. sep temb
er 2010 vóru 40 ár farin, og í
tí sambandi var eisini minn
ingarhald, har ein minn is
pláta er sett upp á staðnum,
har sum vanlukkan hendi
– hetta verður gjørt av eftir
komarunum av teimum 8,
sum fórust hendan dagin.
Pápi okkara Poul Jóhan –
hev ur skriva eina grein um
hetta.
Vit fýra syskin vilja minnast
pápa okkara Brynleif Hansen,
sum avrikaði nógv upp á
stutta tíð – mátti tað verið
ein áminning til okkum øll,
at Harrin er ikki tíðarbundin
og at tað ongantíð er ov seint
(so leingi vit hava førleikan!)
og ongantíð ov tíðliga, at
fullføra verk Hansara og
vit 6 syskin vilja somuleiðis
í dag lýta við takksemi aftur
um bak á Guds umsorgan
fyri sínum børnum! Haldi
vit kunna ogna okkum orð
HARRANS til fólk Sítt, tá
Hann segði í 5 Mós 2:7
HARRIN Gud tín hevur
jú signað teg í øllum, sum tú
hevur tikið tær fyri; Hann
hevur havt umsorgan fyri
tær á ferð tíni gjøgnum hesa
stóru oyðimørk; í fjøruti ár
hevur HARRIN Gud tín nú
verið við tær, einki hevur
fattast tær."
Heilsan
Billy, Filip, Miriam, Anita,
Andrew og Hervør
Brynleif Hansen
11. okt. 1936 – 26 sep. 1970
Else og Brynleif Hansen við sínum fýra børnum
Børnini f.v.: Andrew, Miriam,
Billy, Hervør, Filip og Anita