Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 27. september · Nr. 138 Sosialurin Kjak Sjúrður Skaale Søgunnar gongd hevur gjørt, at vit hava fingið seks politiskar flokkar í landinum. At góðir 30.000 veljarar eru so sundurbýttir, og at 33 politikarar sita stongdir inni í seks ymiskum búrum, forðar mangan fyri savnandi loysnum. Flokkarnir seta kunstig mørk millum fólk, og styrkja tað sundurlyndi sum stundum eyðkennir okkum. Onkur heldur, at nógvir flokkar skapa eitt sunt demokrati. Tað er ikki rætt. Tí eitt sunt demokrati merkir ikki bara, at allar meiningar skulu kunna berast fram á tingi. Tað skulu eisini takast avgerðir. Og veljarin skal vita á leið hvørjar avgerðir hann fær fyri sína atkvøðu. Okkara skipan megnar ikki væl at taka vælgrund­ aðar og rationellar avgerðir. Og veljarin hevur ikki ánilsi av, hvat hann fær fyri sína atkvøðu. Tá flokkarnir eru so nógv­ ir, má hvør flokkur sjálvsagt markera seg sum mest við sersjónarmiðum fyri at yvir­ liva. Ikki so sjáldan eru tað tí flokkarnir sjálvir, sum eru endamálið við politiska arbeiðinum – ikki samfelagið. At fylgjast um brúnna Eitt russiskt orðatak sigur, at tað viðhvørt er skilabest at fylgjast við fíggindanum um brúnna, fyri síðani at skiljast hinumegin. Altso at byrja við semjunum – og bíða við ósemjunum. Í Føroyum byrja vit alt ov ofta við ósemjunum – og koma aldrin til semjurnar. Á tingi er til dømis greiður meiriluti fyri fleiri politisk­ um loysnum – men tær kunnu ikki setast í verk, tí vit byrja við ósemjunum. Flokkadráttinum og parta­ politikkinum. Uppskotið til stjórnar­ skipan er ein roynd at byrja við eini semju. Ikki eini semju sum leggur lok á tann politiska boksikampin, men eini semju, sum í framtíðini skal vera karmur um henda boksikamp. Eg haldi ikki, at uppskotið er optimalt. Fleiri viðurskifti skuldu eftir mínum tykki verið øðrvísi orðað. Aðrir limir í nevndini, sum gjørdi uppskotið, hava eisini hugs­ anir, sum ikki síggjast aftur í tí. Men soleiðis er at semjast. Give and take. Team of Rivals Ríkisrættarliga hevði verið hugaligari at viðgjørt eitt uppskot um eina grundlóg fyri einar sjálvstøðugar Føroyar. Men hetta er tað, vit kunnu semjast um í løtuni. Tað er við hesum førning­ inum, at vit kunnu fylgjast um brúnna. Tá vit skulu semjast, so kann uppskotið ikki vera eitt sonevnt "null­summ spæl". Tað kann ikki vera soleiðis, at Tjóðveldi vinnur alt og sambandið tapir alt ­ ella øvut. Her tapa øll eitt sindur í mun til floksins mál – men øll vinna nógv meira, enn tey tapa. Vit hava, sum Lincoln gamli í síni tíð, skipa ”A Team of Rivals”. Og lykilin til at fáa rivalarnar at samstarva, hevur verið tað, vit í nevndini kallaðu ”tann øvuta delegatiónin”. Tað merkir, at vit øðrumegin ásanna, at danska grundlógin virkar í Føroyum – vit liva jú sambært pørtum av henni dagliga. Men hinumegin siga vit, at hon virkar bara so leingi, sum vit loyva henni at virka. Vit góðkenna altso rættarvirknið hjá donsku grundlógini, men vit eru ikki undir henni á tann hátt, at hon er okkara evsta rættar­ kelda. Tað kann hon ikki vera, tí føroyingar hava ikki skrivað hana, ikki samtykt hana og hava ikki rætt at broyta hana. Danska grundlógin virkar – men hon er undirskipað okkara evstu rættarkeldu, sum er Føroya fólk. Absurdur pástandur Pástandurin hjá ávísum løg­ frøðingum um, at danska grundlógin forðar fyri, at stjórnarskipanin kann setast í gildi, er absurdur. Hann byggir á ta fatan, at Føroyar eru líka undirgivnar hesa grundlóg sum einhvør danskur landslutur. Tað er púra gagg. Alt tað føroyska heimastýrið liggur uttanfyri donsku grund­ lógina. Hvør einasta føroyska lóg er brot á grundlógina. Hvør einasta kunngerð og reglugerð, sum hevur støði í eini føroyskari lóg, er brot á donsku grundlógina. So grundlógin er úr gummi ­ ikki úr betong. Skal logikkurin hjá teimum fundamentalistisku advokatunum fylgjast, so má lykilin til løgtingið snarast um. Tí einki av tí, sum har fer fram, er í samsvari við teirra betong­tulking av donsku grundlógini. Tað er eingin ivi um, at ein maður sum Bjørn á Heygum hevur skil fyri løgfrøði. Men hansara skriving ber boð um, at tað politiska skilið er avmarkað. Eg vóni ikki, at út­ meldingar frá slíkum funda­ mentalistiskum advokatum forða fyri, at arbeiðið við stjórnarskipanini verður ført á mál. Politisku skipanin tørvar eina grundleggjandi semju, sum gongur um floksmørk. Eitt felags grundarlag. Ein karm um okkara fólkaræði. So latið okkum nú fara um brúnna saman – og lata okkum í boksihandskarnar hinumegin. Saman við fíggindanum um brúnna Ofta er best at byrja við semjuni og bíða við ósemjuni. Men vit byrja ofta við ósemjuni – og koma aldrin til semjuna. Stjórnarskipanin er ein roynd at semjast, áðrenn vit trætast. Hon er alneyðug. Pástandurin um, at hon skal vera ólóglig, er absurdur Ummæli Herfyri kom út frágreiðing nevnd "AMAP Faroe Islands Heavy Metals and POPs programme 2005 ­ 2008". Frágreiðingina hava Katrin Hoydal og Maria Dam greitt úr hondum. Útgevari er Umhvørvisstovan. Frágreiðingin er væl úr hondum greidd, og viðger millum annað kyksilvur (Hg) í grindahvali. Tilfarið er rúgvismikið og vísir greitt, hvussu nøgdin av kyksilvuri er tengt at stødd og kyni av hvali. Um tað er ein kall­ ella kvennfiskur og hvussu gamal ið hann er. Sí talvu Í talvu í bókini eru hvalirnir bólkaðir í stødd og er tað tá enn sjónligari, hvussu nøgdin av kyksilvuri er tengd at aldri. Amerikumenn (FDA), sum eru sera varnir, tá ið tað kemur til markvirði av eitrandi evnum, hava ásett eitt hægstavirði fyri metylkyksilvur í tunfiski at vera 1 mg/kg. Fyri at fáa í seg meira enn 1 mg av kyksilvuri um dagin frá tvøsti er sostatt neyðugt at eta meira enn 0,5 kg av grind, ið heldur í sær 2 mg Hg/kg, og av ungum hvali eitt kg. Hvør ger tað? Tó vil eg av øðrum orsøkum ikki mæla ungdómi og barnakonum at eta grind meira enn eina ferð um vikuna. Í frágreiðingini er mangt annað áhugavert, ið eg ikki her havi nomið við, sum til dømis um pestisidir í spiki, Hg og Cd í ulku, toski, bleikju og haru.. Útvega tær bóklingin og les sjálv(ur). Kyksilvur í grindahvali A. Guttormur Djurhuus Ár n S Hg 2001 25 7,28 1,73 2002 25 9,44 2,65 2003 25 7,22 1,72 2004 25 7,28 1,81 2006 37 6,65 1,73 2006 14 8,00 1,76 2007 15 5,27 1,50 2007 14 5,57 1,14 n = tal av kannaðum hvalum S = skinn í meðal á hvalum Hg = mg kyksilvur í hvørjum kg av tvøsti, vátvekt.