mánadagur 27. september 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. september · Nr. 138
32
Sosialurin
Kjak
Poul Michelsen
løgtingsmaður
Arbeiðshátturin hjá uttan
landsnevndini
í
makrel
málinum hevur sáa iva um
mannagongdina, um samráð
millum nevndina og lands
stýrið kann brúkast til slíkar
samráðingar.
Nevndin hevur – við
samráði sínum við lands
stýrismannin ikki gjørt til
gongdina greiðari. Tíbetur
stóðst ikki størri skaði av
hesum, hetta tí, at lands
stýrismaðurin helt fast um
samráðingartilgongdina.
Læt okkum nú fáa tað
besta burturúr okkum øllum
at gagni.
Læt meg allarfyrst siga,
at eg higartil havi hildið meg
frá at gera almenn úttalilsir
um
makrelmálið.
Hetta
mest tí, at málið er viðgjørt í
uttanlandsnevndini í trúnaði
og tí ikki egnað at viðgera
alment.
Hinvegin sær tað út til, at
ávísir nevndarlimir í Uttan
landsnevndini
hava
eina
aðra fatan av, hvussu mál í
trúnaði kunnu handfarast
alment.
Eg fari tí at royna at
umrøða
makrelmálið
so
yvirorna sum møguligt.
Tá
landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum
Jacob
Vestergård tíðliga í ár bað
um samráð við uttanlands
nevndina, so var hetta fyri
at fáa ráð frá nevndini um,
hvussu
samráðingar
um
makrelin skuldu leggjast til
rættis.
Nevndin
gav
Jacob
Vestergård tey ráð, at hann
í samráðingunum við Noreg
og ES skuldi krevja 13% av
heildarkvotuni.
Tey
13%
vóru grundað á eina meting
frá Havstovuni. Nevndin
gav
harumframt
lands
stýrismanninum
tey
ráð,
at hann skuldi royna at fáa
størra kvotabýtið at rúmast
innanfyri ta strandalanda
avtaluna, sum Føroyar høvdu
við Noreg og ES.
Um hendan samráðing
arleistin
var
full
semja
millum uttanlandsnevndina
og fiskimálaráðharran. Báðir
partar vistu tó, at talan var um
sera truplar fyri ikki at siga
ómøguligar – samráðingar.
Makrelmálið er ikki so nýtt
mál í føroyskari fiskivinnu, at
tað bara er Jacob Vestergård,
sum hevur haft ábyrgdina
av
makrelsamráðingunum
við Noreg og ES. Tað hava
fleiri aðrir landsstýrismenn
gjørt m.a. bæði úr Sambands
flokkinum og úr Tjóðveldis
flokkinum.
Ongin
hevur
megnað at sannføra Noreg
og ES um, at vit eiga størri
part av makrelstovninum.
Um samráðingarnar hesa
ferð hava verið nøktandi,
kann ein altíð meta um.
Men eg síggi, at bæði John
Johannesen
og
Høgni
Hoydal alment hava funnist
at
landsstýrismanninum
fyri samráðingarúrslitið, og
hvussu hann annars hevur
handfarið makrelmálið.
Í hesum atfinningum eri
eg ikki samdur, og haldi eg,
at talan er um partapolitikk
og valretorik.
Landsstýrismaðurin hev
ur verið loyalur móti teim
um ráðum, hann fekk frá
nevndini. Hetta er meira
enn tað, mann kann siga
um partar av uttanlands
nevndini.
Tí var tað rættiliga naivt
og ikki sørt vandamikið,
at
meirlutin
í
nevndini
vildi steðga samráðingar
tilgongdini við kravinum
um, at landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum skuldi
gevast við sam ráðingunum
og lata uttanríkisráðharra
og
løgmann
taka
yvir
samráðingarnar..
Eg kann neyvan hugsa
mær, at hetta hevði gagnað
málinum og styrkini hjá
landsstýrismanninum
at
samráðast.
Landsstýrismaðurin
gjørdi tó av – áðrenn hann
gav nøkur loyvi at fiska
makrel í føroyskum sjógvi
– at biða um fundir við bæði
norska fiskimálaráharran og
við ES komisserin.
Úrslitini
kunnu
best
lýsast við orðunum hjá Pipar
og Salt –“ tað kann gott vera
at tit hava góð argumentir,
men vit hava rætt”.
Í dag eru øll vælsaktans
greið yvir, at vit ikki flyta
kvotabýtið ein tumma bara
við samráðingum. Ráðini
sum uttanlandsnevndin gav
landsstýrismanninum
eru
ikki møgulig at fylgja. Her er
ikki talan um bæði og – men
um antin ella.
Møguleikarnir
sum
landsstýrismaðurin
hevði
vóru tvinnir: Antin hildu
vit uppá okkara rætt og
kravdu í minsta lagi 13% av
heildarkvotuni, ella eisini
góðtóku vit framhald av
strandalanda avtaluni, sum
hevði givið okkum 4,7%.
Sjálvsagt eiga vit at venda
aftur til samráðingarborðið,
men nú hava vit prógva :
• at nógvur makrelur er í
føroyskum sjógvi
• at makrelur gýtur í før
oyskum sjógvi
• at makrelurin, sum
fiskaður verður í føroyskum
sjógvi, væl kann brúkast til
matna
• at makrelurin kann fisk
ast á fjøltáttaðan hátt
• at prísurin er munandi
betri enn mett framman
undan
Eg ynskti undir viðgerðini
í
uttanlandsnevndini
at
koma uppá tal við felagið
Nótaskip. Hetta eydnaðist
ikki. Hví, tað veit eg ikki, men
ein betri kunning og dialogur
millum nevndina og felagið
Nótaskip, hevði ikki gjørt
málsviðgerðina verri.
Ein av spurningunum,
sum eg vildi sett var, um vit
við at seta okkum eginkvotu,
máða støði undan MSC
góðkenningini?
Hvussu ber tað til, at tað
bert er føroyska veiðan, sum
ikki er burðardygg, tá vit
áseta okkum eginkvotu. Vit
vita, at ongin munur er á
tí, sum vit gera, og tað sum
hini londini, sum varða av
makrelstovnum, alla tíðina
hava gjørt .
Føroyingar hava øll árini
hildið seg innafyri tað býti
okkum er tilluta í avtaluni,
meðan bæði Noreg og ES
hava loyvt sær at flyta upp
og niður nærmast, sum
teimum lystir. Seinasta ár
veiddi ES 100.000 tons meira
enn teimum var tillutað.
At Noreg og ES umsita
teirra býti í strandalanda
avtaluni
á
slíkan
hátt
innturkar
okkara
býti
sprosent. Um tey 100.000
tonsini, sum ES fiskaði ov
nógv í fjør, vórðu løgd omaná
heildarkvotuna, átti býtis
partur okkara at vaksi við
knapt 5000 tonsum ella við
góðum 15%, men tað gjørdi
hann ikki.
Er hetta seriøst ??
Aftrat
hesum
hevur
Ísland í nøkur ár ásett sær
eginkvotur – onki bann
hevur verið sett móti teimum
hvørki í Noregi ella ES.
Er hetta seriøst ??
Makrelveiðan í føroyskum
sjógvi hevur í ár verið eitt sera
spennandi átak at fylgt við í.
Eitt politiskt átak, sum hevur
brotið við tað maktarloysi
ella óndu ringrásina, sum
hevur eyðkent føroyskan
politikk í seinastuni.
Nýggjur og fjølbroyttur
fiskiskapur hevur tikið seg
upp, og vit eiga nú at tryggja,
at hesin fær tíð at fóta sær
og gerast ein alternativur
inntøkumøguleiki
hjá
okkum.
Tað er møguligt, at býtið
av makrelkvotuni millum
teir ymisku veiðubólkarnar
framyvir skal broytast, og
at loyvini skulu treytast
øðrvísi, men læt okkum
standa saman, soleiðis at vit
hava nakað at býta.
Vit hava við makrelveiðuni
í ár fingið týðandi upplýsingar
um
makrelstovnin
undir
Føroyum. Upplýsingar, sum
vit tíverri ikki hava haft áður,
hetta hóast at føroyingar
tey nógvu seinastu árini
hava kannað makrelstovnin
saman við Noregi og ES
allastaðni, men bara ikki í
føroyskum sjógvi – ein kann
spyrja hví ? Hevði tað ongan
týdning at fáa at vita, hvussu
makrelurin ferðast og livir í
føroyskum sjógvi? Ella vildi
mann bara ikki vita tað ?
Um vit bara hugsa okkum
at eitt nakað av veruleika er
í pástandinum um, at nógvi
makrelurin undir Føroyum
hóttir aðrar fiskastovnar,
er talan um trupulleikar og
avleiðingar av heilt øðrum
dimensiónum.
Vit hava takkað veri
fiskiskapinum eftir makreli
undir Føroyum í ár fingið eitt
munandi betri útgangsstøði
til komandi samráðingar við
Noreg og ES.
Eg eri tó ikki optimistiskur
um úrslitið.
Sjálvsagt skulu vit meta
um
tær
avleiðingar
ein
eginkvota kann hava við
sær, men tað, at halda uppá
okkara vælgrundaða rætt
og handla tilsvarandi, kann
ongin revsa okkum fyri.
Standa
vit
saman,
vinna vit. At leggja okkum
skerflatan fyri norðmonnum
og ES førir ongan veg –
ONGAN.
Makrelveiðan – nýggir møguleikar
ella bara meira klandur ?
Í dag eru øll vælsaktans greið
yvir, at vit ikki flyta kvotabýtið
ein tumma bara við samráðingum.
Ráðini sum uttanlandsnevndin gav
landsstýrismanninum eru ikki møgulig
at fylgja. Her er ikki talan um bæði og
– men um antin ella
At Noreg
og ES
umsita
teirra býti
í stranda
landa
avtaluni á
slíkan hátt
innturkar
okkara býti
sprosent