mánadagur 27. september 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mánadagur 27. september · Nr. 138
Sosialurin
Kjak
Thomas Arabo
Uppgávan hjá politikarum
er at skapa góðar og tryggar
fyritreytir fyri sínum borg
arum, bæði tá tað snýr seg
um at liva og virka. Heilt
sjálvsagt er tað fyri øllum, at
politiska skipanin má hava
ræðisrætt á heilsuverki og
almannaverki, so teir veikaru
bólkarnir
í
samfelagnum
hava tryggar karmar.
Koma vit so til tað virkna
fólkið, so hava hesi sanniliga
eisini fyri neyðuni at hava
tryggar karmar at virka
innan fyri. Her koma vit so
til aðrar strukturar, sum til
dømis el kervið, FTnet, vegir
og síðst men ikki minst sjálva
flutningskipanina.
Soleiðis sum vit liggja fyri
landafrøðiliga, og soleiðis
sum
vinnustruktururin
er blivin, har hundraðtals
fólk hava síni arbeiðspláss
uttanlands og eru búsett í
Føroyum, so er tað av avger
andi týdningi, at vit hava
føroyskan ræðisrætt á flog
ferðsluni við umheimin.
At
Fólkaflokkurin
vil
privatisera er einki nýtt.
Ofta hevur tað sæð út sum
at ein av hansara høvuðs
uppgávum at lata virðir úr
landskassanum til nøkur
fá fólk at umsita ikki altíð
vanliga fólkinum at gagni.
Nú ljóðar, at løgtingið fær
tvey upskot um Atlantsflog.
Annað sigst vera at selja
restina av felagnum. Dugi
ikki at hugsa mær, at hettar
hevur nakran møguleika –
serliga aftan á at føroyingar
upplivdu
øskuvikuna,
tí
hvussu hevði gingið, um
ræðisrætturin var á útlend
skum hondum?
Hitt upskotið sigst verða
at keypa partabrøvini í felagn
um aftur fyri sama prís, sum
tey blivu seld fyri. Tað má
sigast at vera ein merkiligur
tanki, at kurssikra partabrøv
við afturvirkandi kraft.
Í mínum oyrum virkar
hettar púra korrupt. Nei,
íleggjarnir hava gjørt sínar
íløgur á ov veikum grundar
lagi og mugu tolnir bíða eftir
vinningsbýti, tá tað einaferð
kemur, á sama hátt sum allir
aðrir íleggjarir.
Nei, latið nú Atlantsflog
hava frið. Tey sum hava
virkað í og fyri felagnum,
síðan tað bleiv stovnað, hava
klárað tað fyrimyndarliga
væl, okkum øllum at stórum
gagni.
Tað eru vit nógv sum eru
ógvuliga taksom fyri.
Atlantsflog aftur á breddan – hví?
Innlendismálaráðið hevur givið Klaksvíkar kommuna
eina harðliga átalu fyri at selja Føroya Keypssamtøku
grundstykki uttan alment útboð. Sig so ikki, at landsins
myndugleikar ikki krevja, at prinsippir og reglur skulu
haldast!
Krøv um almenna útbjóðing eru sett fyri at javnseta
allar borgarar og allar vinnufyritøkur, fyri at almenni
myndugleikin best umsitur tey virði, landið, tað er
borgararnir, eiga. Og fyri at forða fyri, at politikarar kunna
fjálga um summi framum onnur, eftir egnum huga.
Tað
er
sjálvandi
ein
smálutur,
at
ein
lítil
undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Eysturoynna
ikki verður boðin út. Her hevur Innlendismálaráðið givið
einum privatum felagi lógarfestan einkarrætt. Og enntá
áðrenn nakar heilt veit, hvørjir endaligu eigararnir vera,
tí fíggjarviðurskiftini vóru ikki komin uppá pláss, tá
einkarrættarlógin varð undirskrivað.
Men, her er jú bert talan um størstu útbygging í Føroya
søgu, og eina íløgu fyri omanfyri eina milliard. Tað setur
líkasum freku gerðina hjá Klaksvíkar kommunu í rætta
perspektivið. Og so kunnu øll síggja, hvussu hetta landið
verður stjórnað eftir prinsippføstum reglum!
Samt løgting...
Allir flokkar á tingi vóru
samdir um at viðgerða stjór
narskipanaruppskotið, sum
tað var. Men so komu danskir
embætismenn upp í leikin og
nevndu orðini “begyndelse
på løsrivelse”, og so fór tingið
í tvinnar leirar – sum vanligt
– líka so skjótt sum tú spjaðir
eina torvu av ternumurtum
við einum steinkasti.
Hetta er so skuffandi altíð
at vera vitni til. Hvar er viljin
til egnan rætt? Hví er okkara
fótafesti so veikt og okkara
stev so trek? At vit hava verið
víkingar her á landi; at vit
hava verið sjómenn, ið sigldu
millum
týskar
kavbátar
undir 2. heimsbardaga, sæst
ikki aftur í stórum parti av
hesi tingmanning, tí har sæst
hvørki dirvi ella árræði, til at
gera tað, ið gerast skal. Tað
er ikki í lagi, at dirvi fánar
og hvørvur, bara tí at danir
siga nøkur orð ímóti okkara
ætlan. Hóast tingarbeiði er
skrivstovu og fundararbeiði,
eiga tingfólk at hava dirvi og
støðufesti; og ikki hokna av
einum loti úr landsynningi.
Tað er so lætt at spjaða
seyðaflokkin á tingi í Før
oyum, at tað ikki eingang er
nøkur avbjóðing fyri donsk
embætisfólk;
bert
nøkur
fá neilig orð, og so byrjar
tvídeilingin og klandurin.
Donsku
embætisfólkini
kunnu nú lena seg afturá og
síggja leikin í løgtinginum
fáa egið lív; meira nýtist
ikki at verða gjørt, tí kland
urin og kjakið er farið í sjálv
sving – óivað flenna tey og
tosa við soltnari virðing á
Christiansborg um seyðir
nar í seyðahami á Føroya
Løgtingi.
Stýrisskipanar
broytingar
Stýrisskipanarbroytingar
bera bert til, um tað gamla
verður skúgva til viks. Tá
“Magna Carta” varð skrivað
í 1215 í London, var hetta
gjørt eftir trýsti frá aðals
monnunum í Englandi. Hetta
var ikki sambært lógini hjá
kongi, at aðalsmenn kundi
trýsta kong at geva teimum
størri frælsi og vald. Allar
stýrisskipanarbroytingar
gera upp við undanfarnu
stýrisskipanir,
og
kunnu,
millum
hjálandaveldi
og
hjáland, í síni náttúru ikki vera
í samsvar við undanfarnu
stýrisskipanum.
Ironiskt sum tað er, so
eru ymisk punkt í okkara
heimastýrislóg eisini bein
leiðis í stríð við donsku
grundlógina. Nevnast kunnu
tvey sera týðandi punkt:
lóggeving og skattaáseting.
Sambært donsku grundlógini
eiga vit í Føroyum ikki at
hava heimild til hetta, men
tað hava vit altso. At arbeiða
og lóggeva í stríð við grund
lógina, hav danir sjálvir
umfatandi royndir við, so
vit kunnu bara staðfesta,
at tað als ikki er tað stóra
“lógarhalgibrot”, sum onkrir
danskir og eisini føroyskir
løgfrøðingar vilja vera við.
Forfardu rópini um lógarbrot
og stríð við grundlóg kunnu
tagna nú, og latið tingfólkið
so ístaðin fari í gongd við
at viðgerða stýrisskipanar
uppskotið.
Hvat vilja vit?! ikki:
hvat sleppa vit?
Hvussu ofta hava vit ikki
hoyrt
donsku
orðingina
“kræv din ret” í einum ella
øðrum práti ella kjaki? Hatta
er donsk mentan, ið vit kundu
lært nakað av. Vit skulu
spyrja okkum sjálv, hvat vit
vilja ríkisrættarliga, og síðani
arbeiða fram ímóti tí, uttan
fyrilit fyri nøkrum øðrum
landi. Hetta hava vit heimild
til, tí vit eru ein egin tjóð við
egnum serstøkun uppruna,
søgu og siðvenju. Vit eru ikki
danir, ið búleikast á nøkrum
oyggjum í útnorði; so hevði
støðan verið ein onnur, men
tað er hon ikki. Sum áður
sagt: vit mugu fyrihalda
okkum
til
veruleikan
– okkara veruleika, ikki ein
av fremmandum monnum
ódemokratiskt
konstru
eraðan veruleika.
Sum at spjaða seyðaflokk
Dávid Isfeld
Hósvík
Prinsippir um
útbjóðing av
frímerkjum
og tunlum
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna