mikudagur 29. september 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Hann var sjálvur upprunin til
bankakanningina miðskeiðis
í 90-unum, sum í síðsta enda
førdi til, at Føroyar fingu
strikað eina milliard í skuld
og fingu niðurfryst aðrar 500
milliónir, sum enn í dag eru
niðurfrystar.
Tað var 8. desember i 1994,
at Bjarni Djurholm legði
mál fram á ting, sonevnda
bankamálið,
sum
førdi
til eina bankakanning av
viðurskiftunum, tá fíggjar-
málaráðið noyddi Føroya
Banka og Sjóvinnubankan
at leggja saman.
Kanningin vardi frá 11.
mars 1996 til 4. januar 1998,
og síðani førdu tingingar til,
at Føroyar fingu strikaðar
tilsamans eina milliard av
skuld, umframt at 500 milli-
ónir vórðu niðurfrystar, og
eru tað framvegis.
Bjarni Djurholm var ein
av eygleiðarum Løgtingsins
í hesum kanningum, og
Sosialurin hevu spurt hann,
hvussu hann við sínum
royndum frá fyrru banka-
kanningini metir støðuna hjá
Eik Banka.
– Tað er sjálvandi trupult
at siga, tí tey flestu kenna
ikki støðuna nágreiniliga,
men tað er ein sannroynd,
at Eik Banki við sínari stødd
í samfelagnum hevur so
stóran týdning, at tað er
ein ómetaliga stór avgerð,
sum liggur hjá tí politiska
myndugleikanum at tryggja,
at avleiðingin av hesum hótta-
fallinum verður so lítil sum
tilber, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at verður
virksemið sjóðað niður, fær
hetta ávirkan á alt samfelagið
sum so, við tað at bankin
situr við helminginum av
øllum
peningarenslinum
í samfelagnum undir sær,
harundir kredittveitingum.
– Tí hevur Eik Banki so
ómetaliga stóran týdning
fyri allan framburð í landi-
num, og tað trúgvi eg, at
allir politikarar í Føroyum
eru greiðir yvir, sigur Bjarni
Djurholm.
Vera varin
Spurningurin er so, um nakr-
ir paralellir kunnu dragast
millum støðuna, sum upp-
stóð fyrst í 90-unum og ta
støðu, Eik Banki er í nú.
– Tilgongdin er heilt øðr-
vísi. Bankakreppan í 90-
unum var eitt úrslit av einari
vánaligari handfaring, bæði
politiskt og av fíggjarligum
feilum
gjøgnum
80-árini.
Men tað ber til at siga, at
nettoúrslitið av teirri støðu,
sum bankarnir komu í tá,
og sum Eik Banki er komin
í nú, kann javnstillast, tí Eik
Banki er so stórur í føroyska
samfelagnum, sum Føroya
Banki og Sjóvinnubankin
vóru tað í sínari tíð, sigur
Bjarni Djurholm.
Tá metti løgting og lands-
stýri,
at
trupulleikarnir
vóru so mikið stórir, at lands-
stýrið fór inn og bjargaði
bankunum.
– So hóast tað vóru nógv
viðurskifti í tí tilgongdini, ið
spurnartekin kundi setast
við, og hóast bankakanningin
tá førdi til eina munandi
niðurskriving av føroyskari
skuld, so mugu vit vera
fullkomiliga greið um, hvat
tað er vit gera, tá vit taka
eina politiska avgerð, so vit
ikki koma í ta støðu, har
samfelagið verður sjóðað
niður á eitt lægri bluss sum
ger, at bæði privat og vinna
hava ilt við at fóta sær í
einum modernaðum sam-
felagi, sigur Bjarni Durholm.
Tilbúgvingarbólk
Hann heldur, at tað veðrur
ikki lætt hjá landinum at
traðka til í einari tíð, har eisini
landskassin skal spara.
– Tað verður sera, sera
trupult. Nú skal eg ikki siga,
hvat landsstýrið skal gera,
tí tað finna teir vælsaktans
út av, men so mikið størri
og álvarsamari er uppgávan.
Og tí er spurningurin, um
tað ikki hevði verið rætt, at
landið til eina og hvørja tíð
hevði ein serfrøðingabólk,
sum altíð var tøkur til at
ráðgeva landsstýrinum og
politiska myndugleikanum,
um ein slík støða uppstendur,
sigur Bjarni Djurholm.
Hetta skuldi verið ein
bólkur við serfrøði innan
bankaheimin og innan løg-
frøði, sum til eina og hvørja
tíð kundi ráðgivið.
- Tað haldi eg manglar,
tí tað verður eitt sindur ad
-hoc kent, tá tú skal koma
rennandi og seta fólk niður
í bólkar tvey samdøgur
undan dead-line, sigur Bjarni
Djurholm.
Størsta læran av fyrru
bankakreppuni og nú eisini
hesari átti tí at veri, at havt
ein bólk tilbúnan alla tíðina.
– Politikarar eru næstan
øll leikfólk, sum gera tað, tey
meta er best fyri samfelagið,
men viðhvørt er neyðugt
at hava neyvt tekniskt løg-
frøðiligt innlit. Tað manglar í
hesum døgum og har hava vit
kanska forsømt at havt eitt
»beredskab«, sum landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum altíð
kann trekkja upp á, sigur
Bjarni Djurholm.
leo@sosialurin.fo
Áttu at havt lært av
90’ara kreppuni
Bankakreppa – Vit áttu at havt lært eitt og annað av kreppuni í 90-unum. Til dømis áttu vit at havt eitt
búskaparligt tilbúgvingarráð, sum skjótt kundi traðka til í slíkum støðum, heldur enn at skrumla ein bólk saman
tveir dagar undan dead-line, heldur Bjarni Djurholm, sum var eygleiðari til bankakanningina miðskeiðis í 90-unum
Bjarni Durholm var eygleiðari í
bankakanningunum í sambandi
við samanlegging av Føroya
Banka og Sjóvinnubankanum
eygleiðari