mikudagur 29. september 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
Sosialurin
Leo Poulsen
Eik Banki sendi í nátt eina
áheitan á landsstýrið um
at hjálpa bankanum við
600
milliónum
krónum.
Fíggjarmálaráðið
setti
í
gjár ein serfrøðingabólk at
greina støðuna, sum númá
sigast vera farin frá teori til
praksis.
Kaj
Leo
Johannesen,
løgmaður sigur, at nú verður
arbeitt út frá nýggju støðuni,
men at alt málið sum tað er
verður greinað gjølla, og
áðrenn øll viðurskifti eru
endavend, tekur landsstýrið
onga støðu.
- Tað er neyðugt, at ein
avgerð verður grundað á alla
ta vitan, vit fáa, tað veri seg
frá donsku myndugleikunum
og frá Eik Banka, sigur
løgmaður.
Kaj Leo Johannesen leggur
dent á, at í hesi kreppuni eru
øll kortini trygg, bæði privat
og fyritøkur, hvat innláni
viðvíkur.
- So bankin kemur undir
øllum umstøðum at koyra
víðari, staðfestir løgmaður.
Funnist hevur verið at, at
føroysku
myndugleikarnir
so seint vórðu kunnaðir um
støðuna í Eik Banka.
- Tað er alt sum bendir á, at
føroyskir myndugleikar eru
kunnaðir samstundis sum
danskir myndugleikar, men
sjálvandi haldi eg ikki, at tað
er rímiligt, við einari freist
upp á 57 tímar at reisa slíkan
kapital, og tí eigur danska
stjornin at gera sína ávirkan
galdandi at leingja freistina,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Løgmaður
vísir
á,
at
bara tað, at TF Holding
eru tilreiðar at spýta 400
milliónir í bankan er ein
greið ábending um, at tað
finnast privatir íleggjarar, ið
eru til reiðar at seta pening í
bankan.
- Tí eiga danskir myndug-
leikaqr at syrgja fyri, at
bankin fær eina rímiliga reist
at reisa neyðuga kapitalin.
Og tá eg sigi rímiliga freist,
so er talan um ein til tveir
mánaðir, sigur løgmaður.
Hann vil ikki í løtuni siga,
um tað verður við lands-
kassans hjálp, at Eik Banki
fer at yvirliva, men hann
roknar við, at Finansiel
Stabilitet og fíggjareftirlitið
duga at síggja, at 57 tímar
freist er ikki rímiligt skotbrá
at bjóða Eik Banka.
Eik Banki heldur fram
Løgmaður sigur, at nú formlig áheitan er komin frá Eik Banka um stuðul verða
greiningar gjørdar. – Men bankin heldur fram so ella so, staðfestir løgmaður
Løgmaður sigur, at Eik
Banki kemur at halda
fram so ella so
Leo Poulsen
Málið um vegaføringina frá
Norðoyatunlinum í Leirvíks-
tunnilin hevur verið ein
framhaldssøga at teimum
longru.
Men nú er so seinasti
kapittul skrivaður.
– Vit hava nú skrivað und-
ir eina avtalu við Landsverk
viðvíkjandi vegaføringini, sigur
Johan Christiansen, borgar-
stjóri í Eysturkommunu.
Avtalan gongur út upp á, at
vegaføringin verður har niðri
í bygdini, og at kommunan
fær eitt endurgjald fyri miss
av bátahylinum.
Hetta hevur verið ein
longri søga. Longu í 2006
samtykti
Løgtingið,
at
vegaføringin skuldi verða
har niðri í bygdini. Stór togan
hevði annars verið um, hvørt
vegaføringin skuldi leiðast
niðri við havnarlagið ella
oman fyri bygdina. Løgtingið
valdi so at skera ígjøgnum,
men
hóast
hetta
hevur
gingið ógvuliga strilti at fáa
endaliga semju í málinum.
Men hon er so umsíður
fingin.
– Hetta var tað, sum
okkum stóð í boði, og vit hava
nú undirskrivað avtaluna og
sent hana suður til Landsverk
til
undirskrivingar,
sigur
Johan Christiansen.
Hann váttar, at tað merkist
sum ein byrða er tikin av
herðunum á bygdaráðnum,
nú málið endiliga er avgreitt,
tí nú kunnu teir umsíðir
koma víðari.
– Nú avtalan er undir-
skrivað vænti eg, at spakin
verður settur í fyrsta dagin,
sigur Johan Christiansen.
Í avtaluni fær kommunan
fimm milliónir í endurgjaldi
fyri bátahylin og fyri lendi
og annað, sum kommunan
letur.
Avtala um vegaføring í Leirvík
Eftir áralanga togan aftur og fram um, hvar vegaføringin gjøgnum Leirvík frá Norðoyatunlinum
skal ganga, er nú endalig semja gjørd millum Eysturkommunu og Landsverk
Umsíðir er málið
um vegaføringina
gjøgnum Leirvík
avgreitt