Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað er ikki á hvørjum degi, at fýra handlar lata upp í Runavíkarøkinum sam­ stundis, men hetta hendi klokkan 10 í morgun, tá Lars Müller læt upp fyri handl­ unum, Skálki, Gelluni, Name It og Sportmaster í bygn­ inginum í Saltangará, har Klement Petersen helt til áður. Tað er Borg í Saltangará, sum eigur hendan bygningin, og Lars leigar niðaru hædd­ ina til sítt nýggja og stóra handilsvirksemi í Salt­ angará. Í hálvt annað ár hevur hann átt og rikið handilin Sportmaster í Saltangará, men nú hann letur tríggjar nýggjar handlar upp í økinum, hevur hann gjørt av at flyta Sportmaster undir somu lon, so allir fýra handl­ arnir nú eru undir einum og sama taki. Lars Müller er kendur handilsmaður í Havn og hev­ ur ikki færri enn sjey handlar í SMS. Hann er 35 ára gamal og fekk sína læru sum sølumaður í Keypmannahavn. – Vit fluttu niður til Danmarkar í 1991, og sum 16 ára gamal fór eg í læru sum »salgsassistentur« í Keyp­ mannahavn. Lars sigur, at tey komu heimaftur úr Danmark í 1994, og síðan ár 2000 hevur hann verið sjálvstøðugur handils­ maður og hevur átt og rikið sítt egna handilsvirksemi. Besta av øllum Sosialurin var inni á gólvinum í nýggju handilshølunum fyri upplatingartíð í morgun. Lars Müller sigur, at saml­ aða gólvvíddin, har hesir fýra handlarnir nú húsast í Salt angará, er einar 500 fer­ metrar tilsamans. – Hvør handil sær liggur úr umleið 120 fermetrum upp í einar 150 fermetrar, soleiðis at samlaða víddin liggur um hesar 500 fermetrarnar. Hann vísir á, at tá gólv­ víddin í SMS, har handlarnir hjá honum húsast, er nógv størri enn í Saltangará, hevur hann valt at taka tað besta við sær heim í Eysturoynna. – Eg havi roynt at velja eitt so gott úrval sum gjør­ ligt, men fyri at fáa vissu fyri, hvat eysturoyingar og fólk í økinum vilja hava, mugu vit fyrst síggja, hvørjir mál bólkarnir verða, og síðan verður vøruútboðið eisini tillagað hareftir. Lars vísir á, at tað hevur gingið væl hjá Sportmaster, síðan hann læt handilin upp í økinum, og hann hevur góðar vónir um, at savnanin av fýra handlum undir somu lon fer at vísa seg at vera skilagóð. – Hetta er ein rímiliga stór íløga, og eg hevði ikki gjørt hana, um eg ikki trúði, at Eysturoyggin og Runa­ víkarøkið er áhugavert. Eg havi góðar vónir um, at fólk fara taka væl ímóti nýggja handilshúsinum í økinum, sigur hann. Ikki til fortreð Teir fýra handlarnir hjá Lars Müller hava tilsamans eitt rættiliga stórt útboð at klæðum til bæði kvinnur og menn, gentur, dreingir og børn. – Tú kanst næstan fáa tað, tú leitar eftir í onkrum av handlunum, sum vit nú hava í økinum. Spurdur, hvat kappingar­ neytar í økinum siga til, at ein handilsmaður úr SMS nú fer undir so stórt handils­ virksemi í økinum, sigur Lars, at tað hevur hann onga meting av, men hann sigur seg hava skilt á lagnum, at fólk í økinum er spent eftir at síggja tað útboð, sum hesir fýra handlarnir hava. – Eg ætli mær ikki at gera hinum handlunum í økinum fortreð, men vil verða við til at gera økið enn meiri áhuga­ vert, soleiðis at enn fleiri viðskiftafólk leita higar at keypa, sigur hann. Lars vísir á, at tá útboðið veksur, er eisini vanligt, at fólk í størri mun enn áður leita til økið at keypa. – Eg vænti tískil, at nýggja virksemi í økinum fer at draga fleiri fólk higar, soleiðis at økið gerst meiri áhugavert fær fleiri viðskiftafólk, leggur hann aftrat. Tað verða trý fólk, sum kom at arbeiða fulla tíð í nýggju handilshølunum, og síðan koma tvey hjálparfólk eftir skúlatíð. – Eg vænti eisini, at vit Fýra handlar undir somu lon HANDILSVIRKSEMI Í morgun læt Lars Müller fýra handlar upp undir somu lon í bygninginum hjá Borg í Saltangará, har Klement Petersen áður hevði sítt virksemi. – Eg ætli mær ikki at gera hinum handlunum í økinum fortreð, men vil verða við til at gera økið enn meiri áhugavert, soleiðis at enn fleiri viðskiftafólk leita higar at keypa, sigur Lars Müller, sum er spentur upp á hesa avbjóðing ... hetta er ein rímiliga stór íløga, og eg hevði ikki gjørt hana, um eg ikki trúði, at Eysturoyggin og Runavíkarøkið er áhugavert... Lars MüLLer