Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 Sosialurin við hesum kunnu skapa eitt nógv áhugaverdari og meiri spennandi handilsumhvørvi fyri okkara starvsfólk, sum ikki ganga einsamøll í handl­ inum. Nú verða fleiri fólk undir somu lon við ymiskum førleikum, og eg vænti, at hetta eisini verður menn­ andi fyri arbeiðsplássið og førleikarnar at veita okkara við skiftafólkum bestu tæn­ astu. Lars ivast onga løtu í, at tað eisini fer at koma við­ skiftafólkunum til góðar, at útboðið verður enn meiri fjøl broytt, samstundis sum før leik arnir í handlunum at veita bestu tænadstu verða enn størri, enn teir hava verið. – Jú, eg eri sera spentur upp á hesa verkætlan, og eg trúgvi, at vit fara at fóta okkum í Runavíkarøkinum – til gangs fyri handilsvirksemi, sum er her og fyri tey við­ skiftafólk, sum fara at leita til økið, sigur Lars Müller. Tað verða tær báðar, Byrgerð Kjærbæk og Sigbjørg Hansen, sum báðar búgva á Glyvrum, ið koma at standa fyri tí dagliga. Ein lærlingur er eisini í handilsbygninginum. Tað er Rógvi Højgaard, sum býr í Saltangará. vilmund@sosialurin.fo ... eg vænti, at nýggja virksemi í økinum fer at draga fleiri fólk higar, soleiðis at økið gerst meiri áhugavert fær fleiri viðskiftafólk... Lars MüLLer Lars Müller saman við konu síni, Honnu og dóttrini, Rebekku Mynd: Vilmund Jacobsen Tað verða tær báðar, Sigbjørg Hansen og Byrgerð Kjærbæk, sum koma at standa fyri tí dagliga í nýggju handilshúsinum í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen