mikudagur 29. september 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
12
Sosialurin
Jan Müller
Sohvørt borurin á Anne
Marie leiðini á føroyska
land grunninum grevur seg
longur og longur niður í
undir grundina økist spenn
ing urin – ikki minst tí vón
irnar til eitt fund hava ver ið
rímuliga høgar undan bor
ingini.
Leysasøgurnar,
sum
ganga í løtuni, eru nógvar.
Hvørjar av hesum søgum
eru tær beru gitingar ella
verulig fakta er ilt at skilja
ímillum og fáa nakra sum
helst vissu fyri. Men nakað
av tí, sum Sosialurin hevur
frætt frá keldum, kundi bent
á, at ENI hevur rakt við gass
í síni boring, og sum skilst
verður hetta kannað í løtuni.
Men søgurnar siga kortini
einki um, hvørt hetta er í
rakstrarverdugum nøgdum
ella ikki, hvussu góðskan er
osfr. Tí ber als ikki til at siga í
løtuni, um nakað fund er gjørt
á føroyska landgrunninum
út frá verandi upplýsingum.
Tað er nevniliga ikki óvanligt
heldur at raka við smærri
nøgdir av gassi, tá borað
verður í undirgrundini.
Í basaltinum
Hinvegin kann gass tíðliga
ella miðskeiðis í eini boring
eisini geva ábendingar um,
at olja møguliga er undir ella
longur niðri. Onkur kelda við
vera við, at borað er gjøgnum
basaltfláir, men at tað eisini
er óvist, um fleiri slíkar eru
longur niðri.
Hyggja vit eftir fundinum
hjá Chevron hinumegin
mark ið á Rosebank/Loch
nagar leiðini ikki so langt frá,
har borað verður í Føroyum
í løtuni, so vórðu kolvetni
heldur óvæntað funnin í
basaltløgunum.
Spurningurin, sum tí er
relevantur og náttúrligur
at seta í sambandi við ENI
brunnin á føroyska land
grunninum, er, um tað kann
hugsast, at gass og møgu
liga eisini olja eru í basalt
løgunum.
Jarðfrøðin líkist
Stjórin í ENI vísti á Olju
tinginum herfyri á ta sann
roynd, at kolvetni eru funnin
á Rosebankleiðini, ikki so
langt frá økinum, har West
Phoenix nú borar og vónaði
harvið, at hetta eisini fór
at henda føroysku megin
mark ið. Eisini varð víst á, at
jarðfrøðin í hesum økinum
tykist vera rættiliga eins.
Hann
upplýsti
eisini,
at tað eru ikki færri enn
seks mál í ENI boringini,
og tá borast skal í umleið
ein mánað aftrat mugu vit
rokna við, at West Phoenix
boripallurin enn ikki hevur
rakt við hesi ella flestu av
hesum málum. Tá stingur
spurningurin seg upp, um
gass longu í basaltfláum er
komið ávart á borifólkini og
kanska tikið tey á bóli. Men
tað er framvegis “early days”
í boringini, eisini tá hædd
verður tikin fyri, at tað als
ikki varð borað í knappan
mánað vegna ábøtur á trygd
arventilin.
Ongar viðmerkingar
Sosialurin hevur vent sær til
Jarðfeingi við hesum spurn
ingum. Petur Joensen, stjóri
hevur tó onga viðmerking.
ENI hevur sum vera man
heldur
onga
viðmerking.
Stjórin har hevur eisini fyrr
sagt frá, at teir koma ikki út
við nøkrum upplýsingum
fyrr enn boringin er liðug og
tey hava eftirmett alt tilfarið.
Boringin er sum skilst sett til
at enda seinast í oktober.
jan@sosialurin.fo
Djúpa vatnið
ikki vanda
sjógvur
Boring Kanningar hjá BP vísa,
at djúpa vatnið ikki var orsøkin
til óhappið í Meksikoflógvanum
staðfestir Jarðfeingi
Jan Müller
– Tey, sum hava lisið frá
greið ingina hjá BP um
óhapp ið í Meksikanska
flógv anum,
síggja
nú,
at tað er ikki tað djúpa
vatnið, sum hevur verið
orsøkin til ta van lukkuna,
og tí gevur frágreiðingin
ikki nakrar ábendingar
um, at tað er vandi á ferð
at bora á djúpum vatni við
Føroyar.
Hetta
sigur
Mein
hard Elias sen, ser frøð
ing ur
í
trygd armál um
á Jarðfeingi. Hann vís ir
eisini til, at eftir BP van
lukkuna er oljuídnaðurin
farin at endurskoða sín
ar trygdarskipanir. Eitt
nú
hevur
oljufelagið
ENI, sum stendur fyri
bor ingini
við
Føroyar,
modi fiserað og útbygt
sínar
trygdarskipanir
um borð á boriskipinum
West Phoenix í sambandi
við
trygdarventilin
(BOP, red). Hetta er tann
trygdarventilurin,
sum
skal forða olju og gassi
bráddliga at koma upp
úr boriholinum og harvið
elva til dálking. Teir
hava við hesum fylgt til
ráðingunum, sum komu
tíðliga í vár um at kanna
BOP ventilarnar, hvussu
væl teir virka, tá tað
kemur til stykkis.
Meinhard
Eliassen
sigur, at ENI í Føroyum við
sínum broytingum hevur
hækkað
hydrauliska
trýst ið,
sum
aktiverar
ventilarnar, fyri at vera
vís í, at teir klára at klippa
ein og hvønn part av
einum boristrongi. Hann
er annars vísir í, at tær
tillagingar, sum ENI longu
hevur gjørt í Føroyum og
sum gjørdu, at boringin
mátti
steðga
í
meira
enn tríggjar vikur, helst
eisini fara at verða settar
í verk umborð á øðrum
boripallum um stutta tíð.
Boringin á landgrunn
in um heldur tí fram utt an
at føroysku oljumyndug
leik arnir hava ampa av
út søgnunum hjá eitt nú
Green peace.
jan@sosialurin.fo
Meinhard Eliassen á Jarðfeingi er ikki
so bangin sum Greenpeace fyri óhappi í
sambandi við boring á djúpum vatni
Mynd Jan Müller
Møguliga rakt
við gass á land
grunninum
AnAlysA Keldur vilja vera við, at ENI hevur rakt við gass í føroysku
undirgrundini. Sagt verður tó einki um hvørki nøgdir ella góðsku.
West Phoenix, sum borar fyri ENI og fimm onnur oljufeløg á føroyska landgrunninum.