mikudagur 29. september 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
Sosialurin
Veruleikin! Hvørs
veruleiki?
Nú
stjórnarskipanarupp
skotið er til viðgerðar í Løg
tinginum, hoyra vit aftur
hesar orðingar: “vit mugu fyri
halda okkum til veruleikan”
o.t. Eg helt, at veruleikin er
tann, ið vit sjálv skapa. Men
sum vanligt er í Føroyum sita
tey sambandssinnaðu við
einarætt á veruleikanum – tí
veruleikanum, sum vit veru
leikafjaru mugu fyrihalda
okkum til (Definitión av
persóni, ið er veruleikafjarur:
Persónur, ið ynskir fult ræði,
sjálvsavgerðarrætt, í egnum
landi; ein, ið ikki treytaleyst
aktar og fylgir reglur og
boð, lýst í tínum landi av
fremmandum landi).
Allur veruleikin
Eg ætli mær ikki at ognartaka
ella avmontera veruleikan,
ið samgongulimir hava so
kæran. Eg fari bert at víðka
hann eitt sindur.
Teir veruleikar, ið sam
gongan altíð tvíheldur um, at
vit skulu taka til okkum, eru
tær “veruligi” samtyktir og
reglur í donsku grundlógini
og heimastýrislógini, sum
kunnu forða fyri, at nakað,
ið ber á fullveldisleið, kann
bera til.
At fyrihalda seg til nøkur
punkt og reglar í donsku
grundlógini, viðvíkjandi við
gerð av føroyska stjórnarsk
ipanaruppskotinum, er eitt
val, og ikki ein ófrávíkiligur
veruleiki; tí fólksins vilji
í Føroyum hevur ovasta
mandat í Føroyum – ja, Før
oya fólk er eisini omanfyri
donsku grundlógina. Ella
hava vit als ikki fólkaræði
í Føroyum, og enn hava vit
ikki frásagt okkum henda
rætt.
Tann veruleikin, at fólk
ið
í
Føroyum,
ongantíð
hevur atkvøtt fyri donsku
grundlógina, skulu vit, sam
bært
sambandssinnaðum,
ikki “fyrihalda okkum til”
– faktiskt skulu vit gloyma
tað, lata vera við altíð at
hyggja aftureftir, og heldur
hyggja frameftir og ganga í
takt sum fittar mekaniskar
mýs,
trektar
upp
og
beindar á kós av donskum
embætisfólkum.
Annars er her ein veru
leiki, ið vit avgjørt eiga
at fyrihalda okkum til, tá
talan er um grundlógina og
stjórnarskipanaruppskotið
: Danir lýsti teirra grundlóg
at vera galdandi í Føroyum
í 1850, men føroyingar hava
ongantíð atkvøtt fyri ella
á annan hátt valt donsku
grundlógina sum galdandi í
Føroyum. Tá ið uppskotið til
broytta danska grundlóg var
til fólkaatkvøðu í 1953, var
valluttøkan í Føroyum heilt
niðri á 8,7 %. Aftan á valið varð
henda grundlóg lýst at galda í
Føroyum. Hvar er “hóskandi”
meirilutin her? Sambært
hvønn fólkaræðisligan rætt
er grundlógin sett í gildi?
Hvønn veruleika hevur man
fyrihildið seg til her? Svarið
er: “Might is right” (hann, ið
hevur valdið, hevur rætt – í
hesum føri, danir).
Hví skulu vit, sum liva
í einum fólkaræði, tillaga
okkum eina grundlóg, sum
ikki er samtykt av okkum,
og tískil er ógildug? (Jep,
sambært
vesturlendskari
definitión av fólkaræði og
tilhoyrandi
prinsippum
og
mannagongdum
er
danska
grundlógin
bert
galdandi í Føroyum, um vit
loyva henni) Hví skal ein
ógildug grundlóg, og hvussu
kann hon, órógva og forða
okkara fólkavalda løgting
frítt at viðgerða eitt egið
stjórnarskipanaruppskot?
Um stjórnarskipanaruppsko
tið ikki er í stríð við donsku
grundlógini í onkrum mál
um ella reglum, so er tað
spilt tíð og orka at viðgerða
uppskotið; tí so er ikki talan
um týdningamiklar og neyð
ugar broytingar.
Dávid Isfeld
Hósvík
Fyrihaldið tykkum til veruleikan!
Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt henda setning frá samgonguni: vit mugu fyrihalda okkum
til veruleikan? Hetta hava vit hoyrt so ofta, uttan at tey í samgonguni sjálv lýða á egnu
útsøgn og mantra, at eg skilji ikki, at tey enn koma sær at nýta henda setning
Kjak
Tað hevur verið ført fram her í blaðnum,
at tað er ein málførismunur, at stovns
sjálvljóðið a ikki broytist til o í kvinnu
nøvnum við uumljóði, t.d. Hannu /
Honnu, Sannu /Sonnu, Annu / Onnu,
Marsanna / Marsonnu, Julianna /
Julionnu o.s.fr.
Hetta er ikki rætt. Hetta er ikki nakað
sereyðkent fyri havnarmál; hetta er ein
broyting, ið hendir um allar Føroyar, t.e.
í øllum málførum. Tó eru enn fólk, ið siga
Honnu, Sonnu og Onnu í eykaføllum
– kanska serliga tey, ið vilja vanda sær
um málið.
Í sama viðfangi hevur staðið at lesa,
at uumljóð ongantíð hevur verið virkið
í havnarmáli. Heldur ikki hetta er rætt.
Uumljóð kom í longu í norrønari tíð,
og tað sæst tí aftur í øllum málførum
í Føroyum. Uumljóð sæst eitt nú í
orðunum børn, øksl, gørðum. Í øðrum
orðum verður a > o (undan n ella m), t.d.
lond, lomb, monnum. Í summum førur
hevur umljóðssniðið enntá sigrað, t.d.
gøta (< gata), omma (< amma).
Sostatt: Uumljóð er til í havnarmáli
eins og í øðrum málførum í Føroyum.
Og tað er ikki avlagt at nýta uumljóð í
Havn.
Ein kunning um
havnarmál og ikki
Marjun Arge Simonsen
Í Sosialinum 27. sept. skrivar Guttormur
Djurhuus, at neyðugt er at eta meira enn
hálvt kilo av grind fyri at fáa í seg 1 mg av
kviksilvuri. Tað er rætt, men samstundis siga
myndugleikar sum EPA (U.S. Environmental
Protection Agency) at fólk ikki eiga at eta
meira enn 0,0001 mg av methylkviksilvur
um dagin fyri kvørt kilo av likamsvekt.=A0
Hetta merkir, at eitt fólk, sum vigar 70 kg,
kann í mesta lagi eta 7 gram av tvøsti, sum
inniheldur 2 mg/kg av kviksilvur, og tað
verður so bert 3,5 vgram av grind um dagin.
Sambært tilmælinum hjá WHO/FAO er hetta
mark umleið dubult so høgt, altso 7 gram.
Pál Weihe
Kviksilvur í grind
– ein rættleiðing
Lesið
-so eru tit við!