Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 14 Sosialurin Kjak Sámal Matras Kristiansen samfelagsfrøðingur við síðugrein í landfrøði Talgilt undirvísingartilfar til talgilda veruleikan Tá Johannes Gutenberg í 15. øld prentaði sína fyrstu bíblu, var hetta eitt risaframbrot fyri modernitetin. Við hesi nýggju tøknini gjørdist møguligt at distribuera vitan bæði skjótari og neyvari enn tað áður hevði verið gjørligt Áðrenn tað var neyðugt at distribuera vitan munnliga, t.d. frá prestsins prædikustóli, av tingsins røðarapalli ella millum manna í fólksliga almenninginum. Munnlig informatión hevur fleiri vansar, bædi tað at samsvarið millum sendara og móttakara lættliga verdur avskeplað, men serliga tað, at einans fá kunnu móttaka kunningina samstundis, tí tað er neyðugt at flyta vitanarberan fyri at kunna flyta vitanina. Við bókum og bløðum hevur tað gjøgnum modernitetin verið møguligt at distribuera vitan til alsamt fleiri fólk, ja til heildar tjóðir og nú eisini kring allan heimin. Prentaðu miðlarnir eru síðani vorðnir yvirhálaðir av aðrari kunningartøkni, millum annað útvarpi og sjón­ varpi. Hesi hava víst seg at vera uppaftur meiri effektiv enn prentaða tilfarið, og tað munnu ikki vera nógvir føroyingar nú á døgum, ið ikki hava bæði útvarps­ og sjónvarpstól í heimunum. Verri stendur til við distribu­ tiónini av prentaða tilfari­ num, um sæð verdur burtur frá spamminum, ið hvørja viku verdur blakað í allar postkassar, uttan mun um man hevur bílagt tað ella ei. Nú á døgum hava fólk eisini tikið teir sonevndu talgildu midlarnar til sín. Vit eru sostatt inni í einari nýggjari kunningarbylgju, ið við tíðini fer at avloysa gomlu kunningartøknina. Hóast eldru ættarliðini í stóran mun eru eftirbátar, so eru teldur og fartelefonir nú vorðin ogn teirra flestu. Ein telda nú á døgum er í grundini ein miðil, har tú bæði kanst móttaka skrivligt tilfar, ljóðtilfar og sjóntilfar – umframt at samskifta við onnur um tilfarið. Í grundini er als ikki neydugt at hava hvørki sjón­ varpstól, útvarpstól, bløð ella bøkur longur. Nú á døgum kann alt hetta tilfarid fáast gjøgnum øll tey ymisku sløg­ ini av telduútgerð, man kann fáa – heilt frá stórum sam­ virknum talvum til smáar fartelefonir, ið við nýggju tøknini heldur áttu at verið kallaðar lummateldur ella lógvateldur. Bókin sum symbol og anakronisma Men enn í dag hava vit bøkur í hópatali. Vit hava bókasøvn, ið eru full av bókum, ið tey fægstu lána. Sjálvur havi eg ein heilan vegg í stovuni við hundraðtals bókum stand­ andi. Summar verða nýttar nógv, men tær flestu hava verið nýttar, men standa nú mest til pynt, í besta føri sum hugnalig minni um farnar tíðir: hugnaligu lestrartíðina ella kanska eina summarferiu við strondina í Suðursælandi. Onkran hvíludag blaði eg kan­ ska í einari bók, ið eg las fyri 10 árum síðani fyri at minna meg á hvat tað var eg las tá. Bókin er í dag helst líka nógv eitt symbol sum ein distributiónsháttur. Bøkur eru vakrar (tær flestu), og tær rigga væl pakkaðar inn undir jólatrænum. Tað er helst meiri gleði í at lata upp ein pakka við eini nýprentaðari bók enn at pakka upp eina fløgu ella ein usb­penn – ella kanska fáa eina bók sendandi í innboksina saman við einum teldupostkorti við animeraðum kavaflykrum og smílandi reinsdjórum, ið syngja “Merry Christmas!”. Sjálvandi hava bøkur eina framtíð í ávísan mun, men sum ein effektivur distributiónsháttur eru bøkurnar í dag nærum ein anakronisma. Bøkur vóru einaferð ótrúliga snildar og hentar, men eru í dag sera dýrar og tungar at bera. Í Hoydølum gremja næmingar eg ofta um hesi viðurskifti. Tað er ov dýrt at ogna sær vitan, og um næmingarnir hava ognað sær bøkurnar, eru tær ov tungar at hava í taskuni. Veruleikin er talgildur Veruleikin í dag er í stóran mun talgildur. Hesi seinastu áratíggjuni hava vit sæð eina ótrúliga menning av talgildum tilfari. Børn spæla talgild spøl. Foreldur taka tal­ gildar myndir. Tónleikarar gera talgildan tónleik. Búskap­ arfrøðingar sita við talgildum rokniørkum. Bilførarar koyra eftir talgildum kortum. Næmingar skriva talgildar stílar – ja, tað gjørdi eg longu fyri 20 árum síðani, so hetta er als ikki nakað nýtt! Vit føroyingar eru dundr­ andi eftirbátar, tá tað snýr seg um talgilt tilfar. Vit hava í mong ár erpað okkum av at vera eitt bókaelskandi samfelag, ið útgevur relativt nógvar bøkur í mun til onnur lond. Men er hetta veruliga nakað at erpa sær av nú á døgum? Serliga um vit hyggja eftir undirvísingartilfari, er tørv­ urin á talgildum tilfari skríggj­ andi. Tað hava verið nakrar einstakar sólksinssøgur, og ætlanin hevur verið at savna saman talgilt tilfar á undir­ vísingarportalinum Snar. Men hóast vakrar ætlanir er lítið komið burturúr, tí størsta forlag landsins, Skúla­ bókagrunnurin, tvíheldur um fyrst og fremst at framleiða pappírstilfar, tí hetta gevur inntøkur, og onkursvegna ímyndar man sær, at man ikki kann krevja pengar fyri talgilt tilfar. Tað tykist sum tað bæði millum rithøvundar, redak­ tørar og undirvísarar er ein ávísur ótti fyri hesum nýggja. Og kanska er tað blandað við einum nostalgiskum kærleika til pappírstilfar. Líkamikið um talan er um ótta ella gamalgleði, so er úrslitið, at vit ikki hava førkað okkara undirvísingardiskurs serliga langt inn í talgilda heimin. Og tað er serstakliga spell, tí sum sagt broytist heimurin rundan um okkum, og í dag er veruleikin í stóran mun talgildur. Landfrøði – eitt dømi um eitt talgilt fak Eg kann taka dømi frá landfrøði (geografi), ið eg undirvísi í í Hoydølum. Her er av sonnum talan um eitt fak, ið hevur havt ein sera pappírsorienteraðan sam­ leika. Men tíðirnar broytast. Hóast metodurnar inna geovísindaligu fakini søguliga hava verið pappírstengdar, so verður hetta alsamt meiri ein sannleiki við modifika­ tiónum. Nú á døgum er pro­ fessionell geovísindi – tað veri seg havfrøði, jarðfrøði, veðurfrøði o.s.fr. – bygd á kunningartøkni. Hetta er púra náttúrligt, tí við kunn­ ingartøkni er møguligt at handfara nógv størri mongdir av vitan enn tað ber til við pappíri. Í einari databasu ber til at goyma tilfar, ið annars skuldi fylt heilar bygningar, um tað skuldi verið prentað út og sett á hyllar. Við teimum tøkniligu møguleikum vit hava í dag er tað snøgt sagt møguleiki at handfara nógv meiri vitan á nógv meiri skipaðan hátt enn tað nakrantíð áður hevur verið møguligt. Men onkursvegna billa fólk sær inn, at innan skúla­ gátt – bæði í fólkaskúla og í miðnámi – skulu geovísinda­ greinarnar undirvísast við støði í pappíri. Hetta er eftir mínum tykki fullkomiliga burturvið, og eg skal her nevna tvinnar grundir til hetta: 1) Pappírisorienteringin gevur eina skeiva mynd av fakinum. Bæði næmingar og teirra for­ eldur fáa eina fatan av, at land­ frøði er eitt gamalsligt fak, ið ikki fylgir við tíðini. Hetta er tíverri ofta rætt, tá vit tosa um landfrøðilærarar – bæði í fólkaskúla og á miðnámi – men í veruliga lívinum eru geovísindagreinarnar sera nýskapandi, nyttugar og virðisøkjandi. 2) Tað er býtt ikki at nýta teir tøkniligu hentleikarnar, ið longu nú finnast innan skúlagátt. Nú á døgum eru teldur vanligar í flestu skúl­ um, og á miðnámi kunnu vit vænta, at flestu næmingar hava farteldur. Umframt hetta hava nógvir skúlar gjørt íløgur í sonevndar sam­ virknar talvur, ið eru sera hent amboð til at fokusera undirvísingina. Serliga fyri landfrøði eru samvirknu skíggjarnir sjálvsagdir, tí hóast vit eru á veg burtur frá pappírinum, so eru vit meiri grafisk enn nakrantíð áður. Á telduskíggjanum ber til at fáa kort við nógv betri góðsku enn pappírið nakrantíð kann bjóða, og til ber at velja hvørji løg skulu vísast á kortunum, umframt at man kann suma inn og út alt eftir hvussu neyvt kortini skulu vísast – ella um kanska bert ein lítil partur av kortinum skal vísast. Eina atlasheimasídu heldur enn eitt atlas Í hesum tíðum verður tosað nógv um at gera eitt nýtt føroyskt heimsatlas, ið skal avloysa tað gamla heims­ atlasið frá 1993. Tað er púra rætt, at tørvur er á at endur­ nýggja tilfarið, fyri at m.a. landfrøðiundirvísingin kann fylgja við. Men eisini her er tað galdandi, at Netið kann bjóða nógv nýggjari, betri og bíligari kort enn eitt atlas kann. Um vit skulu hava eitt atlas, so eru míni ráð, at vit eiga at útgeva eitt nýtt atlas sum eina heimasíðu – t.d. nevnd www.atlas.fo – har atlasið verður lagt út sum dynamisk, databasutengd kort. Hesi kort kunnu so støðugt verða dagførd, so­ leiðis at vit altíð hava kort, ið eru tíðarhóskandi. Hetta krevur sjálvandi orku, tí onkur persónur við neyðugu førleikunum má sita og dagføra gomul kort og evna til nýggj kort. Hetta kostar, men partvíst eigur hetta at fíggjast við teimum pengum, ið verða spardir við ikki at prenta. Um tað vísir seg at vera trupult at fáa endarnar at røkka saman, eigur harumframt serliga at verða lagdur dentur á føroyskt og norðuratlantiskt korttilfar, tí tað er serliga her at vit hava tørv á korttilfari. Korttilfar fyri restina av heiminum kunnu vit finna alla møguliga aðrastaðni. Latum okkum fokusera á tað vit eru best til – og sum vit hava størstan tørv á. Dømi um føroyskt data­ basutengd kort kundu verið infrakervismenning, orku­ framleiðsla­ og distributión, íðnaðarallokering, landbún­ aður og markatal, politisk og søgulig kort, býarplan­ legging, fólkatøl­ og flytingar, havstreymar og streymviður­ skifti kring oyggjarnar, aling, fiskiskapur og havleiðir, jarð­ frøði og ráevni, dálking og mangt annað. Nógv av hesi vitanini finst longu sum er,