mikudagur 29. september 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
Sosialurin
men krevur at verða arbeidd
inn á ein felag plattform
sum t.d. eitt talgilt, føroyskt
skúlaatlas – t.d. við støði í
kortsíðuni Landnám ella
øðrum tænastum, ið longu
nú
finnast
á
føroyska
marknaðinum.
Talgilt tilfari – bæði
bíligari og betri
S kú l a b ó k a g r u n n u r i n
– ið nú er lagdur undir
nýggja
stórstovnin
“Vitanardepilin” – hevur
sum endamál at framleiða
undirvísingartilfar.
Tað
er av sonnum týðandi hjá
einum samfelagi at hava
ein slíkan stovn, tí annars
vóru vit noydd til einans at
nýta útlendskt tilfar. Men
trupulleikin er sum nevnt,
at tað framvegis í so stóran
mun eru fysiskar bøkur, ið
verða framleiddar.
Hóast
vit
við
Snar
hava ein hentan distribu
tiónsportal, so verður hes
in ikki nýttur til fulnar.
Gaman í liggjan nakrar
bøkur teldutøkar á Snar
(og á heimasíðuni hjá Skúla
bókagrunninum), men hví
ikki venda øllum við og
siga, at bøkurnar primert
verða lagdar á Snar og ein
ans sekundert verða prent
aðar fysiskt gjøgnum onkra
printondemand skipan?
Tað er ein bjarnatænasta
fyri føroysku útbúgvingar
skipanina, at vit nýta so
nógva megi til prentað
tilfar. Vit eru av sonnum
inni í einum paradoksi,
tí hóast vit nýta nógvan
pening til at prenta tilfar, so
gera vit harvið tilfarið verri.
Vit nýta faktiskt pengar
til at skapa eina negativa
virðisøking!
Tá ein mynd kemur á
prent, fara sera nógvar
detaljur
fyri
skeyti,
id
annars
mega
liggja
í
pixlunum í talgildu myndini.
Harumframt missir myndin
tær databasutengdu upplýs
ingar, id kunnu liggja í
myndum, ið hava fleiri løg
– eins og vit sóu í døminum
um korttilfar.
Fyri ikki at tala um, at
tað er munandi lættari at
lesa talgilt tilfar, tí man
kann velja at undirstrika
ávís orð, man kann gera
tekstin størri ella minni,
man
kann
formatera
tekstin, men kann komm
entera tekstin. Og allar
hesar manipulatiónir kann
man deila við onnur.
Fáu fyrimunirnir, eg dugi
at síggja vid prentaðum
tilfari, eru at tad er gott
at taka við á strondina
ella í baðikarið. Í flestu
øðrum førum er talgilda
tilfarið munandi hentari,
ikki minst nú man bara
kann tveita sær telduna
í lumman og nýta hana
næstan allastaðni.
Tilgongdin má
byrja nú
Tey, ið varða av føroyskum
undirvísingartilfari mugu
endiliga ikki taka hesa
tíðargrein sum eitt slag
í andlitið. Tit gera eitt
framúr arbeiði, men eru
tíverri
fangað
í
einari
doyggjandi
diskurs.
Eg
vóni, at tit taka rationalini
í hesi grein til tykkara í
staðin fyri at venda hin
kjálkan til, tí í sídsta enda
eru vit øll samd um, at tað
snýr tað seg um at skapa
gott undirvísingartilfar á
føroyskum.
Rationalini við at gevast
við at prenta tilfar eru fyrst
og fremst, at vit spara peng
arnar til prenting. Hesir
pengar kundu í staðin verda
nýttir til at løna teimum,
ið skriva og ritsjórna. Um
framt hetta er tað nógv
lættari
at
distribuera
talgilt tilfar, eins og tað er
nógv lættari at handfara
bædi hjá næmingum og
undirvísarum.
At
enda
er
tað
ein
avgerandi
fyrimunur,
at
talgilda
tilfarið kann uppdaterast
nær tað skal vera. Í staðin
fyri
at
áratíggjugamlar
bøkur
liggja
úti
á
bókasøvnum kring landið,
kundu uppdateraðar bøkur
ligið á t.d. Snar, klárar at
taka niður fyri eitt ávíst
gjald – ella í summum
førum kanska ókeypis.
Sjálvandi mæli eg ikki
til eina kollvelting innan
føroyska
bókaútgávu.
Men neyðugt er at bróta
burtur úr nýggjum, og tað
hevur longu verið neyðugt
í nógv ár. Tad eru sjálvandi
framvegis fólk, id hava
tørv á prentaðum tilfari,
og tað eru heldur ikki allar
lærugreinar, id eru so KT
tengdar sum t.d. landfrødi.
Tad er ikki ein spurningur
um antin ella, men um í
størri mun at distribuera
undirvísingartilfarið
í
teimum formatum, ið hóska
til ta læringina, id fer fram í
veruleikanum. Vit hava ikki
ráð at liva í fortíðini, medan
veruleikin kring okkum
broytist við fullari ferð.
Tann 14. september í ár
hevði
Johan
Petersen
eina áhugaverda grein í
Dimmalætting. Hann hevur
skrivað dúgliga um fólka
atkvøðuna 1946, og í hesi
grein viðgongur hann, at loys
ingin fekk flestar atkvøður.
Vert er tí at líta at tí sum
hendi tann 14. september
1946, tá fólkaatkvøða var.
Úrslitið var hetta:
Sí talvu 1
Johan hevur fullkomuliga
rætt í, at loysingin fekk 1%
meir enn stjórnaruppskotið,
tí
loysingin
fekk
32,9%
av
øllum
teimum,
sum
høvdu
valrætt,
meðan
31,9% heldur vildu hava
stjórnaruppskotið.
Teir tingmenn, sum tann
10. mai 1946 samtyktu, at teir
vildu fáa at vita, hvørja støðu
Føroya fólk hevði til hesar
báðar spurningarnar, vóru
sambandsmenninir (O. F.
Joensen, Andras Samuelsen,
Johan M. Fr. Poulsen, Hans
Iversen, Kristian Djurhuus)
og javnaðarmenninir (J. E.
Jacobsen, J. Fr. Øregaard,
Jákup í Jákupsstovu, Johan
Peter Davidsen, Peter Mohr
Dam og William Smith).
Eftir orðabókini er ein
atkvøða ein áskoðan, sum
er givin til sjóndar á einum
vali, munnliga, skrivliga ella
við at rætta hondina upp. Tá
menn á morgni koma saman í
túninum at taka støðu til, um
teir skulu fara á fjall ella ikki,
hava teir fýra møguleikar.
Ein er at siga: “Vit fara”. Hin
er at siga: “Vit fara ikki”.
Tann triði er at siga: “Eg taki
ikki lut í atkvøðugreiðsluni”.
Fjórði valkosturin er als
ikki at koma út í tún. Hesir
síðstu siga í veruleikanum,
saman við teimum, sum ikki
taka lut í atkvøðugreiðsluni,
við hinar: “Tit ráða!” og teir
stuðla harvið tí størra av
teimum fyrru bólkunum.
Verður samtykt ikki at fara
á fjall, fer eingin, og verður
samtykt at fara, fara allir,
teir sum søgdu at teir vildu
fara, teir sum søgdu at teir
ikki vildu fara, teir sum ikki
atkvøddu, eins og teir sum
ikki tímdu út í tún at taka
støðu til málið.
Somu reglur eru galdandi
í løgtinginum.
Hevði úrslitið á einum
tingfundi verið tað sama
sum á fólkaatkvøðuni, so
skuldi
formaðurin,
eftir
at tingmenn høvdu trýst
á knapparnar, sagt frá, at
úrslitið av atkvøðugreiðsluni
var hetta:
Sí talvu 2
11 høvdu atkvøtt fyri loysing,
10 fyri stjórnaruppskotinum
og 1 atkvøða var blonk.
Loysingin hevði tí meiriluta,
og løgtingið hevði sostatt
samtykt at hetta uppskot
skuldi setast í verk.
Tað er júst tað sama sum
hendir, tá ið vit hava eina
fólkaatkvøðu
sum
hesa.
Nøkur vóru, sum ikki tóku
lut
í
atkvøðugreiðsluni,
annaðhvørt tí tey ikki møttu
upp, ella tí tey lótu inn ein
seðil, sum var blankur ella
á onkran annan hátt ikki til
lítar svaraði teimum báðum
spurningunum, sum Sam
bandsflokkurin og Javnaðar
flokkurin vildu fáa greiðu á.
Hesi góvu tí undirtøku fyri
tí størsta bólkinum, sum,
sambært Johan og øllum
øðrum skilamonnum, vóru
tey, sum settu kross fyri
spurningin: “Ynskja tygum
loysing Danmarkar og Føroya
millum?”
Úrslitið av fólkaatkvøðuni
gjørdist tí:
Sí talvu 3
Vit kunnu øll fegnast um
luttøkuna, og eisini um,
at veljarar komu fram til
valborðið og atkvøddu fyri
stjórnaruppskotinum
ella
lótu inn ógildugan seðil, tí
hesar atkvøður gjørdu, at
valluttøkan kom heilt upp
á 67,6%. Hetta var eitt nógv
hægri tal enn tá íslendingar í
1918 høvdu sína fólkaatkvøðu
um sjálvstýri, tí har tóku
bert 43% av veljarunum lut.
Yvirhøvur vísa royndirnar, at
tað er sera torført at fáa meir
enn 60% av veljarunum at
møta upp tá fólkaatkvøða er,
so vit kunnu av røttum siga,
at í Føroyum var luttøkan
óvanliga stór.
Nú
høvdu
Sambands
flokkurin og Javnaðarflokk
urin fingið greitt svar upp
á tað, teir løgtingsins vegna
høvdu spurt um.
Danski forsætisráðharrin
segði eisini beinanvegin, at
hann var fúsur at taka upp
samráðingar við løgtingið
um at seta fólksins vilja
í verk. Núverandi danski
forsætisráðharrin Lars Løkke
Rasmussen sigur somuleiðis,
at stjórnin einki hevur ímóti
slíkum samráðingum
Nú eru allir teir sambands
og javnaðarmenn deyðir, sum
góvu Føroya fólki møguleikan
fyri at siga, at tað vildi hava
loysing Danmarkar og Føroya
millum. Men framvegis kann
alt Føroya fólk heiðra minnið
um hesar menn við at seta tað
í verk, sum teir góvu okkum
høvi at velja. Sjálvandi er tað
spell, at 64 ár eru farin, men
betri er at siga tøkk í seinna
lagi enn ikki at takka.
Tal
Orðing
%
5499
Ynskja tygum danska
stjórnaruppskotið sett í
gildi?
31,9
5660
Ynskja tygum loysing
Danmarkar og Føroya
millum?
32,9
481
Ógildugar atkvøður
2,8
5576
Ikki við í atkvøðugreiðsluni
32,4
17216
Høvdu valrætt
100
Zakarias Wang
64 ár seinni ikki ov
seint at siga tøkk
Tal
Orðing
%
10
Ynskja tygum danska
stjórnaruppskotið sett í
gildi?
31,9
11
Ynskja tygum loysing
Danmarkar og Føroya
millum?
32,9
1
Ógildugar atkvøður
2,8
11
Ikki við í atkvøðugreiðsluni
32,4
33
Tingmenn
100
Tal
Orðing
%
5499
Ynskja tygum danska
stjórnaruppskotið sett í
gildi?
49,3
5660
Ynskja tygum loysing
Danmarkar og Føroya
millum?
50,7
11159
Atkvøður íalt
100
Talva 1
Talva 2
Talva 3