mikudagur 29. september 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
16
Sosialurin
Nøvn
Altjóða eldradagin fríggja
dagin 1. oktober signerar
og selur Finnur Johansen
bókina "Traðkaðu fólkinum
slóð 2 Havnin 19001940” í
Miðlahúsinum.
Bókin er framhald av
fyrru bókini við sama heiti.
Finnur skrivar í inn gang inum
til fyrru bókina m.a. at í 1866
gjørdist Tórs havn sjálvstøðug
komm una, og í 1909 gjørdist
bý urin
keypstaður,
men
um
aldamótið
1900
var
menningin av sam felag num
hundrað ár eftir granna
tjóðirnar, eingir vegir, ongar
havnir, eingin telefon, einki
elektricitet og at kalla einki
innanoyggja ferðasamband.
Í 1880árunum og seinni
vórðu nakrar útstykkingar
gjördar eystan fyri Ting hús
vegin og úti í Bø, í 1894 varð
Komm unuskúlin
bygdur
og í 1896 Meinigheitshúsið,
annars var einki bygt oman
fyri Vaglið í 1900. Í 1898 fekk
Havnin fyrsta vatnverkið,
og í 1901 keypti kommunan
innangarðsjørðina hjá Vest
ara Húsagarði, og fór undir
at gera vegir og útstykkja
økið av Vaglinum og niðan
eftir. Havnin fekk sítt fyrsta
elektricitetsverk í 1921, og í
1929 varð fyrsta byggistig av
Tórshavnar Havn, Eystara
Bryggja, liðugt, og menningin
fór nú at ganga við rúkandi
ferð.
Bókin er 200 blaðsíður
við umleið 150 myndum av
nógvum ymiskum áhuga
verd um sum t.d. søgan um
tey ymisku húsini í gomlu
Havnini. "Traðkaðu fólkinum
slóð 2" Havnin 19001940 er
skrivað 100 ár eftir at Havnin
gjørdist keypstaður.
25 ára
starvsdagur
Fríggjadagin 1. oktober
2010 eru 25 ár liðin, síðani
Bjarki Johannesen, Tórs
havn, varð settur í starv
sum verkfrøðingur í el
felag num SEV.
Havnarbók í
Miðlahúsinum
Finnur Johansen signerar og selur bókina
"Traðkaðu fólkinum slóð 2 - Havnin 1900-1940"
Andlát
Kunngjørt verður, at elskaði
sonur og beiggi okkara
Sæbjørn Petersen
andaðist hósdagin 23. september,
19 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á
landssjúkrahúsinum mikudagin
kl. 18.00 í Skála kirkju.
Jarðarferðin verður úr Skála kirkju
hósdagin kl. 14.
fyri tey avvarðandi
Jonna, Jóan Petur
Elmar og Atli
Tøkk
Hjartans tøkk øll somul, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu og rættu eina
hjálpandi hond, tá ið kæra mamma,
vermamma og omma okkara:
Anna Kathrina Olsen, Klaksvík,
(fødd Thomsen, ættað úr Norðragøtu)
doyði og varð jarðað.
Tøkk fyri orgulspæl, góð og troystarrík orð
bæði á kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar og
peningagávur til Emmaus og tøkk til
tykkum øll, ið komu at fylgja.
Vegna familjuna
Jákup, Betta og Berghild
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá kæra systir, fastir og mostir okkara
Lena Weihe
Selatrað
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri heilsanir, blómur og gávur.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á
Eysturoyar Røktar- og ellisheimi, sum vóru
góð við hana, tíðina hon var har.
Familjunnar vegna
Ingrid og Bertha
Andlát
Kunngjørt verður ætt, vinum
og kenningum, at kæra kona, mamma,
vermóðir og omma okkara
Malla Hansen
Klaksvík
andaðist í heiminum mánadagin
27. september, 61 ára gomul.
Farið verður úr Kapellinum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjakvøldið
1. okt. kl. 18.00 heim í Betesda.
Jarðarferðin verður leygardagin
2. oktober klokkan 13.30 úr Betesda.
Familjunnar vegna
Líggjas
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi,
verfaðir, abbi og langabbi
Martin E. Hansen
Fuglafjørður
Fór heim til Harran.
Familjunnar vegna
Andrea og børnini