hósdagur 7. februar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 26 - 7. februar 2002
Nr. 26 - 7. februar 2002
3
Dagurin er 4. februar 1942.
Eg standi hjá mammu míni,
sum er við at heingja klæðir
upp á snórin oman fyri hús-
ini hjá abbanum og omm-
uni. Sólin skínur, men nak-
að av mjørka hongur um
fjallatopparnar. Brádliga
hoyrist buldur og brak.
Mamma
mín
sleppur
klædnaplaggið, hon stendur
við í hondunum, hyggur
eystureftir og skuggar fyri
eyguni. Eg skilji, at okkurt
heilt óvanligt er á vási. Eg
hyggi beint upp ímóti fjall-
inum og síggi ein flúgvara
fara vestureftir. Alt hetta
hendir í einum og mamma
tekur meg í føvningin og
rennur oman í kjallaran við
mær, har vit so sita til alt er
stilt av. Soleiðis byrjaði ein
dramatiskur dagur, har 3
bumbur sprongdust uppi í
bønum oman fyri Markn-
oyri, og fyri okkara við-
komandi kom dagurin at
verða enn meira dramatisk-
ur, sum leið út á seinnapart-
in, men lukkutíð endaði alt
í øllum góðum og eg fekk
tann lítlabeiggja, eg hevði
ynskt mær.
Ein søguligur dagur í
Vági og í dag 60 ár seinni,
kann Óttar, sum beiggi mín
kom at eita, halda sín 60 ára
føðingardag.
Óttar er sonur Miu og
Karl Olsen í Vági. Hann
sleit sínar barnaskógvar í
Toftalíð saman við brøðr-
um sínum Kára, sum var
yngstur og býr á Argjum og
mær, sum var elstur.
Eftir lokna skúlagongd í
Vági, har hann gekk í
flokki saman við so mætum
monnum sum Árna Olafs-
son og Eivindi Weyhe og
fleiri øðrum, fór Óttar í
bankalæru í Føroya Banka í
Havn.
Skjótt
gjørdist
bankaverðin Óttari ov trong
og fór hann til Danmarkar á
Niels Brock, har hann tók
hægri handilsskúlaprógv.
Væl uppdrigin í tí fría
føroyska bygdarlívinum og
við kunnleika til tað fría
handilslívið
hjá
Johan
Nolsøe á Marknoyri og
seinni hjá Skipafelagnum á
keiuni í Vági hjá somu fyri-
tøku eins og hjá okkum
sjálvum, tá ið pápi okkara
yvirtók Skipafelagið her, so
helt Óttar seg til tað fría
vinnulívið og starvast í tí
enn.
Óttar kom at starvast hjá
Pihl & Søn eftir lokna
útbúgving á Niels Brock
fyrst niðri í Keypmanna-
havn eina tíð og síðani her í
Føroyum í 17 ár.
Væl lýddur, sum hann
var, kom hann at kenna
nógv fólk runt alt Føroya
land og tosar tú við eitt nú
hvalbingar, ja, so verður
spurt eftir Óttari og nógvir
biðja heilsa honum. Tað
einu tíðina arbeiddu nógvir
hvalbingar hjá Pihl & Søn í
Havn og aðra staðni í Før-
oyum við, eisini í Íslandi og
í Grønlandi. Hetta komst
kanska av, at Pihl & Søn
gjørdi tann fyrsta tunnilin í
Føroyum ímillum Tvøroyri
og Hvalba, sum var liðugur
í 1963. Jú vællýddur var
Óttar.
Eyðkennislyndi í Óttari
var arbeiðssemi, hjálpsemi,
fastleiki og reiðiligheit,
sum hann ikki hevur frá
fremmandum. Vitugur, sum
hann var, gekk hann ongan-
tíð á akkord við sína sam-
vitsku, men hevði sínar av-
gjørdu meiningar og førdi
tær út í lívið. Tað, ið honum
varð litið upp í hendi, røkti
hann til fulnar, og tey
minstu smáting fóru honum
ongantíð aftur við borðin-
um, uttan at hann sum ein
gløggur eygleiðari fylgdi
teimum.
Hetta gav av at bíta, tá ið
hann var settur sum stjóri
fyri at endurreisa Norrønu,
sum var komin á gravar-
bakkan. Tá ið hetta var full-
ført eftir nøkrum árum, og
Norrøna var komin aftur á
rættkjøl, varð hann biðin
um at halda fram sum
stjóri. Her komu hansara
avgjørdu og reiðiligu mein-
ingar til sjóndar, tí Óttar
segði, at reiðaríið ikki var
hansara, hann varð settur at
røkja eina uppgávu og hon
varð loyst til fulnar og so
takkaði hann fyri seg. So-
leiðis ger bert ein rættur og
reiðiligur maður. Við meg
segði hann, at hann ætlaði
ikki at verða sitandi í
stjórastólinum, har ein ann-
ar maður átti at sita, nevn-
liga tann sum stovnaði fyri-
tøkuna.
Eftir heta røkti hann eis-
ini stjórastarv eina tíð á
Strandferðsluni og í nevnd-
ini hjá Landsstýrinum, sum
hevði eftirlit við skipa-
byggingum, hevði hann eis-
ini álitisstarv. Onkur kennir
eisini hansara navn frá, at
hann eina tíð var húsamekl-
ari.
Mangan verður sagt, at
gamal kærleiki rustar ikki,
og so var eisini her. Virk-
semið hjá Pihl & Søn í Før-
oyum minkaði burtur í
einki, og tá ið henda stóra
fyritøka í Danmark fekk
frænir av, at Óttar hevði í so
lítið at gera, sendi teir boð
eftir honum beinanvegin.
Óttar tók av, tí honum
dámar avbjóðingar, so hann
situr í dag í høgum starvi
hjá Pihl & Søn í Keyp-
mannahavn. Óttar er giftur
Bodil, sum er donsk, men
tað er ikki hon, sum hevur
fingið Óttar at flyta til Dan-
markar, tí henni dámar sera
væl í Føroyum.
Nú búgva tey í egnum
húsum á Amager, har eisini
sonurin Sørin eigur hús.
Dótturin Gitte býr í Brus-
sel, har hon hevur gott ar-
beiði í donsku umsitingini.
Tann elsti sonurin Arni og
tann yngsti Djóni búgva
báðir í Havn.
Sum eitt kuriosum kann
eg til seinast nevna, at 4.
bumban, sum týski flúgvar-
in slepti niður umrødda
dag, bert hevði grivið seg
niður í jørðina, uttan at
nakar hevði varnast hetta
og uttan at bresta; men tá ið
nýggja eldrasambýlið varð
bygt omanfyri Marknoyri,
varð hon funnin og undir
ikki minni dramatiskum
umstøðum varð hon flutt til
Grótbrotið í Porkeri, har
hon varð sprongd. Um
kvøldið, sum bumban varð
sprongd, fóru Virgar syst-
kinabarnið og eg út í grót-
brotið og funnu har eitt lítið
petti av bumbuni, sum vit
sendu Óttari til áminningar.
Góði bróður, okur her
heima fara at ynskja tær,
saman við tínum, ein góðan
60 ára føðingardag, við øll-
um góðum ynskjum fyri
framtíðina. Húsini á Boða-
nesi eiga tit enn, so vit
vóna, at tit einaferð um
nøkur ár venda skútuni aft-
ur ímóti Føroya landi. Góð-
an føðingardag.
Jákup
Mikudagin 23. januar komu deyðsboð úr Reykjavík.
Oskar á Sjómansheiminum hjá Frelsunarherinum
hevði lagt árarnar inn.
Sum ungur kom Oskar til Føroyar at starvast fyri
Frelsunarherin. Hann var eisini leiðari fyri Sjómans-
heimið hjá Hjálpræðisherinum í Íslandi í mong ár.
Tá kom hann at kenna nógvar føroyingar, sum gistu
har.
Oskar og Emma tóku sær serliga gott av gestunum
frá Føroyum. Oskar tosaði tað føroyska málið. Hann
var eisini fleiri ár leiðari fyri Íslandi og Føroyar, sum
eru egið umráði innan Frelsunarherin.
Hjúnini hava starvast mong ár í Danmark, men
mest í Noregi. Tann síðsta uppgávan tey høvdu í akt-
ivari tænastu fyri Frelsunarherin, var at stíla fyri ar-
beiðinum innan varðhaldsøkið. Hann hevði
myndugleika at vitja allar fangar, hjálpa teimum við
tí mesta, og hjálpa familjuni ið avvarðaði.
Við sínum góða hjartalag og smittandi góða hýri,
var tað altíð gott at møta Oskar. Hann hevur strítt hitt
góða stríð fyri sín Harra og Meistara. Hann fekk
Falka-virðislønina frá íslendska forsetanum. Men
tað sum gleddi Oskar mest, var at vita, at havn
hansara stóð í Lívsins bók.
Vit eru mong, sum sakna og takka Oskar, sum var
ein sannur Føroyavinur. Hann verður jarðaður frá
Halgrímar kirkju týsdagin 5. februar.
Sajajo.
Føroyavinurin
Oskar Jónsson
farin í Harrans hendur
60 ára føðingardagur og 60 ára merkisdagur
Kunngjørt verður, at okkara kæri
Jákup Olsen
(vanliga nevndur Jákup Zahle)
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnukvøldið 3. februar, 58 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
fríggjadagin 8. februar kl. 13.00.
Annita og Hanus
Ingibjørg, Marjun og Karin
NØVN Í VIKUNI
Tjóðveldisflokkurin
er liðugur við sín
valevnalista í
Eysturoynni
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Tjóðveldisflokkurin er nú
klárur við sínum valevna-
lista fyri Eysturoyar val-
dømi. Listin verður mann-
aður við hesum:
Torbjørn Jacobsen, Glyv-
rar, Andrea Eldevig, Fugla-
fjørður, Jóannes K. Eliasen,
Leirvík, Hallur Ellings-
gaard, Oyndarfjørður, Hall-
bjørg Hansen, Fuglafjørð-
ur, Súni í Hjøllum, Toftir,
Olaf í Garði Joensen, Eiði,
og Birgir Nónsgjógv, Innan
Glyvur.
Um hesi er at siga, at øll
– meira ella minni – eru
kend í politiskum høpi.
Hetta er tó fyrstu ferð, at
Andrea Eldevig, Hallbjørg
Hansen og Birgir Nóns-
gjógv stilla upp. Hesin síðst
nevndi er púra óroyndur í
politikki. Hallbjørg Hansen
hevur verið býráðsformað-
ur í Fuglafirði. Andrea
Eldevig stillaði saman við
Jóanes K. Eliasen og Tór-
bjørn Jacobsen upp til
fólkatingsvalið
seinast.
Hini á listanum hava øll
roynt at stilla upp áður.
Við seinasta løgtingsval,
30. apríl 1998, fekk Tjóð-
veldisflokkurin 1.177 at-
kvøður, og var flokkurin
næststørstur á valinum.
Hetta gav ein valdømis-
valdan tingmann, og hesin
gjørdist Signar á Brúnni.
Hesin stillar ikki uppaftur
hesaferð, men flokkurin
hevur valt at stilla tvær
kvinnur upp í Fuglafirði,
har hann fekk ein stóran
part av atkvøðunum. Tór-
bjørn Jacobsen, sum var
nummar tvey á listanum
við seinasta løgtingsval,
hevur veruliga gjørt vart
við seg seinastu árini, og
hann er eisini at meta sum
besta boðið upp á – í øllum
førum – tann fyrstvalda
valdømisvalda fyri Tjóð-
veldisflokkin
í
Eystur-
oynni. Tórbjørn fekk eitt
sera gott úrslit á fólkatings-
valinum 20. november, har
eisini eysturoyingar góvu
honum tryggan stuðul.
Tjóðveldismenn meta, at
talan er um ein sterkan og
góðan valevnalista.
Tjóðveldislistin í Eysturoynni klárur
C
M
Y
K
3
2
À býráðsfundi í síðstu
viku varð einmælt
samtykt at fara undir
eina roykiætlan, ið
skal tryggja børnum
og ungum í Klaksvík
rættin til eitt roykfrítt
umhvørvi
ROYKING
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Fyri eini tíð síð-
ani legði Heilsunevndin í
Klaksvíkar Býráð fram eitt
uppskot um at seta eina
roykiverkætlan í gongd.
Málið varð viðgjørt á bý-
ráðsfundi í seinastu viku,
og varð einmælt samtykt at
orða ein roykipolitik, ið
skal tryggja børnum og
ungum á skúlunum í Klaks-
vík rættin til eitt roykfrítt
umhvørvi.
– Hetta fegnast vit sjálv-
andi stórliga um, sigur Rani
Nolsøe, formaður í Heilsu-
nevndini hjá Klaksvíkar
Býráð.
– Í samgonguskjalinum
hava vit sett okkum fyri, at
okkara kommuna skal vera
undangongukommuna
á
heilsuøkinum, og er royki-
verkætlanin eitt týdning-
armikið stig á hesi leið.
-
Nú
vit
saman
vi∂
skúlanum hava sett fokus á
skúlaungdómin,
hev∂i
veri∂
ynskiligt,
at
politikkarnir gingu undan
við at gera t.d. sjálvt
byráðshúsið
roykfrítt.
Sostatt vóru politikkarnir
ein
tydningarmikil
fyrimynd,
leggur
Rani
Nolsøe afturat.
Ov nógv ung roykja
Ofta hevur verið havt
frammi, at ung í Føroyum
samanborin
við
ung
aðrastaðni í Norðurlondum
roykja alt ov illa.
- Hetta hava vit í býráðnum
og í skúlunum eisini tosað
um, og av tí sama valdu vit
at taka royking upp sum
fyrsta mál í leiðini móti
einum
sjónligari
heilsupolitikki, sigur Rani
Nolsøe.
Hann
sigur
víðari,
at
endamálið er at fáa børnini
at
skilja,
hvussu
vandamikil
royking
er.
Hetta kann bert av álvara
verða
gjørt
í
einum
roykfríum umhvørvi.
Skúlarnir við í verkætlanini
Báðir fólkaskúlarnir eru
við í roykiverkætlanini.
Skúlanir seta báðir 5.000
krónir av til ætlanina,
meðan Klaksvíkar Býráð
hevur sett 20.000 krónur til
taks. Hesin peningur skal
nýtast til upplýsandi tilfar
og annað um vandarnar, ið
kunnu standast av royking.
Verkætlanin skal orðast av
einum arbeiðsbólki, sum
lærarar, næmingar og limir
í skúlastýrunum manna.
Rani Nolsøe situr sjálvur í
hesum bólki sum umboð
fyri Skúlastýrið, og væntar
hann, at bólkurin longu fer
til verka fyrst í komandi
viku.
Skal strekkja yvir fleiri ár
-
Hetta
við
roykiverkætlanini skal ikki
skiljast sum eitt upplop, ið
bert kemur at virka í eina
stutta tíð, greiður Rani frá.
- Vit vilja, at børn okkara
skulu hava møguleika at
trívast í einum góðum
umhvørvi, og vilja vit
stríðast fyri hesum. Ikki
bert tað komandi vikuna,
men eisini tey komandi
árini, sigur Rani Nolsøe,
formaður í Heilsunevndini
hjá Klaksvíkar Býráð, at
enda.
Leygarkvøldið kunnu
norðingar fylgja
Pæturi við Keldu og
hinum á stórskýggja
afturvið einum ser-
ligum Grand Prix-
døgurða
MENTAN
Ragnhild Ellingsgaard
Tað munnu vera mong, ið
gleða seg til leygarkvøldið.
Kanska serliga norðingar,
og ikki minst klaksvíking-
ar.
Fólk, sum altíð hava fylgt
við tí danska Grand Prixn-
um, og uttan iva eisini fólk,
ið ongantíð áður hava fylgt
við.
Orsøkin til hetta er Pætur
við Keldu. Maðurin, ið alt
Føroya land hevur hoyrt so
nógv um ta seinastu tíðina.
Pætur við Keldu skal sum
teim flestu kunnugt fram-
føra sín egna sang á Grand
Prixnum leygarkvøldið, og
skal systir hansara Tóra
eisini verða við sum kór-
sangari.
Pætur á stórskýggja
Leygarkvøldið bjóða Rest-
aurant ShangHai og Barok
øllum áhugaðum til eitt
hugnakvøld, ið samband
við at Grand Prixið fer av
bakkastokki.
– Vit vilja geva klaksvík-
ingum møguleika fyri at
vera saman hetta stóra
kvøld, og tí eru vit farin
undir hetta tiltak, frætta vit
frá fyrireikarunum.
– Vit fara at leggja eina
serliga Grand Prix-matar-
skrá tilrættis, og kunnu fólk
so njóta ein leskiligan døg-
urða, meðan Grand Prixið
verður víst á trimum sjón-
vørpum
í
Restaurant
ShangHai.
À Barok fara vit at vísa
alt Grand Prixið á stór-
skýggja, meðan barrin, um-
framt tær vanligu drykkju-
vørurnar, eisini fer at bjóða
gestunum okkurt smærri
ábit, greiða fyrireikararnir
frá.
Klaksvíkingar spentir
– Vit vita, at fólk eru øgi-
liga spent uppá, hvussu
Pætur fer at klára seg, og at
mong fara at fylgja við í
sjónvarpinum leygarkvøld-
ið.
Men fyri summi kann
stovan tykjast í so trong til
eitt so stórt kvøld, og tí
bjóða vit teimum ístaðin at
koma her. Her er pláss fyri
nógvum fólkum, og sjálvir
eru vit eisini sera spentir
uppá, hvussu alt fer at
ganga hjá Pæturi, siga fyri-
reikararnir at enda.
Ì hernað móti royking
Grand Prix- tiltak í Klaksvík
Klaksvíkar Býráð fer í hernað móti royking í fólkaskúlunum