hósdagur 7. februar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 26 - 7. februar 2002
Nr. 26 - 7. februar 2002
5
Barbara H. Olsen úr Havn
er í starvsvenjing hjá Grím-
u. Tað dámar henni sera
væl. Hon hevur m.a. seym-
að leikbúnar, verið í sjón-
varpinum og hugt eftir
sjónleikarunum, meðan teir
hava sett røddir til ein
teknifilm. Í vikuskiftinum
skal hon til Nólsoyar til
eina sjónleikarastevnu.
Barbara valdi at fara í
starvsvenjing hjá Grímu, tí
hon er sera áhugað í sjón-
leiki. Hon heldur, at tað
kundi verði stuttligt at
arbeitt við hesum seinni í
lívinum.
Við einum stórum smíli
sigur Barbara okkum, at tað
er gott, at skúlin skipar fyri
starvsvenjing. Hon sigur, at
tú lærir nógv ymiskt, og tað
er gott, at henni ikki nýtist
at fara í skúla í heilar tvær
vikur.
Ragnar Djurhuus úr Havn
er í starvsvenjing í Lindini.
Honum dámar sera væl at
vera her.
Hann hevur roynt nógv
ymiskt t.d. hevur Ragnar
viðgjørt gamlar sangir, hev-
ur sjálvur gjørt eina lýsing,
og seinni skal hann gera
eina sending.
Ragnar sigur okkum, at
hann heldur, at tað hevur
verið nógv stuttligari enn
væntað. Hann sigur eisini,
at hann heilt avgjørt vil
arbeiða við tílíkum seinni í
lívinum.
Hann heldur, at tað er
nógv meira spennandi og
stuttligari at vera í starvs-
venjing enn at vera í skúla.
Starvsvenjing hjá
Grímu og í Lindini
Vit hava tosað við
tveir næmingar í 9.
flokki í Tórshavnar
Kommunuskúla.
Annar er í starvsvenj-
ing hjá Grímu og hin
í Lindini.
STARVSVENJING
Jóna Thomsen og
Birita Simonsen
15 ára gamla Barbara H. Olsen er í starvsvenjing hjá Grímu
Mynd: Jens Kristian Vang
Ragnar Djurhuus er í starvsvenjing í Lindini, og tað dámar
honum sera væl
Mynd: Jens Kristian Vang
Burger King til SMS
Stóra "fast-food" ket-
an, Burger King, fer
skjótt at lata sína
fyrstu deild upp í Før-
oyum. Henda deildin
kemur at liggja í SMS
har Perlan er nú, og
er ætlanin, at henda
skal lata upp síðst í
september mánaða
MATUR
Ingrid Bjarnastein
Talan er um eitt 700 m2
øki, har Burger King, Sun-
set Boulevard og ein onnur
"matstova" skulu húsast. Í
hesum sambandi fer Perlan,
sum er núverandi matstov-
an í SMS, at detta burtur.
Burger King er ein tann
størsta "fast-food" ketan í
heiminum, og eru umleið
26.000 deildir av ketuni
spjaddar kring knøttin.
– Hetta hevur verið ein
lang mannagongd, at fáa
Burger King hendavegin.
Tað hevur tikið umleið eitt
hálvt ár at fáa alt uppá
pláss, sigur Niels Morten-
sen, stjóri í SMS.
– Men teir hava so mett,
at grundarlag er fyri hesum
her. Tað kemur at virka
uppá Friendship-basis, sum
tað eitur. Hetta vil siga, at
tað verður SMS, sum kem-
ur at eiga og reka tað, með-
an vit so gjalda eina upp-
hædd til teir.
Alt á sama stað
Sunset Boulevard er ein
keta, sum er í Danmark.
Her er talan um sandwich,
sum tú verður gjørd meðan
tú bíðar. Tú kanst fáa bæði
grillaðar
og
ógrillaðar
sandwich. Sunset Boule-
vard leggur seg eftir tí
sunnu linjuni og hevur so
lítið feitt sum møguligt.
Sunset Boulevard kemur
eisini at koyra á sama hátt,
sum Burger King.
– Hugskotið við tí heila
er, at samlað allan matin á
einum staðið, og allar mat-
stovurnar koma at vera lið
um lið. Sitiplássini verða
tey somu. Grundin til, at
hetta verður gjørt er fyri at
kunna at bjóða so nógv sum
gjørligt fram, og somuleið-
is nøkta nógvar ymsar tørv-
ir. Tann triðja matstovan er
ein pizza/steak, so um ein
familja kemur at eta í SMS,
so kunnu vit sum so bjóða
teimum tað teimum lystir,
sigur Niels Mortensen.
Allar tær nýggju mat-
stovurnar lata upp sam-
stundis, og er ætlanin at
hetta skal vera síðst í sep-
tember mánaða.
Burger King fer saman við
Sunset Boulevard og aðrari
matstovu at lata upp í SMS,
har perlan heldur til í løtuni
Fyri flestu teirra, sum
seinasta summar
fingu boð um, at tey
ikki longur eru fevnd
av dagpeningaskip-
anini, er tað galdandi,
at A-inntøkan er farin
upp um tey vegleið-
andi 25 prosentini,
sum er ásett
FYRISPURNINGUR
Turið Kjølbro
Eftir, at dagpeningalógin
varð broytt seinasta summ-
ar, vórðu nøkur fólk, sum
hava verið í Sjálvbodnu
Dagpeningaskipanini
í
styttri og longri tíðarskeið,
burturvíst úr skipanini. Í
blaðnum høvdu vit viðtal
við fólk, listafólk og sjálv-
støðug, sum kærdu sína
neyð. Hesi hava eftir burt-
urvísingina
ikki
annan
møguleika, verða tey sjúk,
enn at dúva uppá forsorg-
arhjálp. Og tað vildi eingin
teirra.
Dagpeningalógin
varð broytt við tí endamáli,
at hon skuldi gerast ein
betri skipan fyri øll. Tí kom
tað óvart á landsstýris-
mannin í almanna- og
heilsumálum, Sámal Petur í
Grund, at nøkur fólk vórðu
tveitt úr skipanini.
- Tað hevur ongantíð
verið ætlanin, at fólk
skuldu detta úr skipanini.
Heldur tvørturímóti. Enda-
málið var at gera eina betri
skipan fyri øll. Eg eri
sinnaður at broyta lógina
beinanvegin, soleiðis, at
hesi fólk koma í skipanina
aftur, segði Sámal Petur í
Grund í viðtali við Sosialin
fyri tveimum vikum síðani.
Í hesum sambandi setti
tingkvinnan Annita á Fríð-
riksmørk landsstýrismann-
inum nakrar skrivligar fyri-
spurningar,
sum
verða
svaraðir í tinginum í dag.
Hon spyr eitt nú, hvussu
nógv fólk hava fingið boð
um, at tey eru koyrd úr dag-
peningarskipanini, síðani
løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai
2001 um dagpening vegna
sjúku við meiri kom í gildi,
og hvør orsøkin er til, at
hesi eru koyrd úr skipanini.
Til hetta svarar lands-
stýrismaðurin, at 121 per-
sónar eru ikki longur
fevndir av ásetingunum í
kap. 7 í lógini, men at fleiri
teirra tó eru fevndir av
grein 2 sum vanligir løn-
móttakarar. 109 persónar
eru dotnir úr skipanini, tí
hesi hava A-inntøku og
lúka tí ikki treytirnar til ta
sjálvbodnu tryggingina.
Sambært viðmerkingum
til grein 15 um dagpening
stendur, at "fyri at kunna
tekna sjálvbodna trygging
krevst, at tryggingartakarin
burturav ella í mestan mun
er sjálvstøðugur vinnurek-
andi. Hetta skal skiljast
soleiðis, at hesin skal virka
sum sjálvstøðugur í so
stóran mun, at eitt møguligt
vanligt løntakaraarbeiði við
síðuna av, bert er at meta
sum viðfáningur. Vegleið-
andi kann sigast, at umleið
75 prosent av inntøkuni
seinasta inntøkuárið skal
stava frá sjálvstøðuga virk-
seminum fyri at tryggingar-
takarin kann tekna trygg-
ing."
Fyri teir 109 persónarnar
er A-inntøkan farin upp um
tey vegleiðandi 25 pro-
sentini, sum ásett eru í
viðmerkingunum, og eru
hesi koyrd úr dagpeninga-
skipanini, tí tey lúka ikki
treytirnar longur. 12 per-
sónar eru koyrdir úr, tí hesir
onga inntøku hava.
Rætt til dagpengar
Tann kanska mest áhuga-
verdi
spurningurin
er,
hvussu hesum fólkum, sum
seinasta árið eru koyrd úr
skipanini, eru tryggjað inn-
tøka, um tey av eini og
hvørjari orsøk gerast sjúk.
Til hetta sigur landsstýris-
maðurin, at 52 persónar eru
beinleiðis fevndir av grein
2 og 3 í dagpeningalógini,
tí teir eru løntakarar og
hava ongan rætt til løn
undir sjúku. Hetta merkir,
at hesir hava rætt til dag-
pengar sambært dagpen-
ingalógini. 33 persónar eru
starvsmenn og hava tí rætt
til løn undir sjúku frá ar-
beiðsgevaranum. Hesir per-
sónar hava ikki rætt til
útgjald úr dagpeninga-
skipanini, tí sambært grein
2, stk. 3 verður dagpen-
ingur ikki veittur í tann
mun viðkomandi sambært
lóg, trygging ella sáttmála
frá
arbeiðsgevara
ella
øðrum hevur rætt til løn
undir sjúku við meiri ella
aðrar veitingar, sum eru
endurgjald
fyri
mista
inntøku vegna sjúku við
meiri. 11 persónar, sum
frammanundan
høvdu
hálva trygging, hava ikki
ynskt at tekna fulla trygg-
ing. Viðvíkjandi teimum
eftirverandi 25 persónun-
um má hvørt einstakt mál
kannast, fyri at gera av, um
arbeiðsgevarin skal gjalda
løn undir sjúku, ella um tey
eru fevnd av dagpeninga-
lógini, herundir møguliga
grein 3, stk. 2, nr. 2.
Tingkvinnan sóknast eis-
ini eftir teimum reglum og
kunngerðum, sum í lógini
standa skula koma í gildi.
Hetta arbeiðið er ikki gjørt
enn. Landsstýrismaðurin er
í ferð við at broyta dag-
peningalógina, og í hesum
sambandi er ætlanin at gera
tær reglur og kunngerðir,
sum dagpeningalógin áset-
ur. Hann roknar við, at
hetta arbeiðið verður liðug
miðskeiðis í ár.
121 fólk broytt viðurskifti
í dagpeningaskipanini
Ritverk Hanusar og
føroysk viðurskifti
standa á skránni, nú
Hanus Kamban fer til
Finnlands og Estlands
á vitjan
MENTAN
Turið Kjølbro
Finska-føroyska vinarfe-
lagið Tjaldur hevur boðið
Hanusi Kamban, rithøv-
undi, til Finnlands at greiða
frá bókini um skaldið Janus
Djurhuus. Tiltakið verður í
Helsinki í dag. Hanus
Kamban hevur sum kunn-
ugt skrivað eitt stórt verk
um stóra føroyska skaldið í
trimum bindum, sum komu
út fyri nøkrum árum síðani.
Í fjør kom verkið út í
danskari útgávu í tveimum
bindum.
Vinarfelagið
Tjaldur hevur eisini heitt á
Hanus um at lesa upp úr
fagurbókmentaliga ritverki
sínum.
Á vitjanini í Finnlandi fer
Hanus Kamban eisini at
greiða frá politiskum og
mentunarligum viðurskift-
um í Føroyum. Leygardag-
in vitjar Hanus Kamban eitt
ungdómsfelag í Helsinki,
har hann somuleiðis fer at
greiða frá ritverki sínum og
annars føroyskum viður-
skiftum.
- Havi varhugan av, at
finnar hava stóra áhuga fyri
føroyskum viðurskiftum,
ikki minst politiskum við-
urskiftum.
Teir
síggja
nøkur
felags
eyðkenni
millum
finnar
og
føroyingar. Finnland eins
og Føroyar er ein útjaðari í
norðurlendska
økinum,
sigur Hanus Kamban.
Ferðin hjá Hanusi heldur
fram til Estlands eftir
innbjóðing frá Nordisk
Informationsbureau
í
Thallin. Skráin í Estlandi
verður øðrvísi. Brot úr
bókini
Pílagrímar
eftir
Hanus Kamban, sum kom
út undan jólum, verða listin
upp á estiskum av estiskum
sjónleikarum.
Tónleikur
verður spældur innímillum.
Hanus lesur eisini upp á
føroyskum.
- Tað er hugaligt, at áhugi
er fyri tí, ein tekst við,
hóast eg ikki rokni við, at
kunnleikin hjá estum til
føroyskar bókmentir ella
Føroyar sum heild er so
stórur. Kunnleikin er iva-
leyst størri í Finnlandi.
- Tað er spennandi at fara
til Estlands fyri fyrstu ferð.
Tað er forvitnisligt at koma
hagar, serliga havandi í
huga gongdina frá 1991, tá
ið Estland fekk loysing.
Eisini við tí í huga, at
Estland stendur á gáttini at
sleppa inn í ES. Thallin er
ein spennandi býur við
nógvum søguligum minnis-
merkjum. Nøkur felags
eyðkenni eru við Føroyar.
Estland hevur søguliga
altíð verið dominerað av
øðrum londum. Tí kundi eg
hugsað mær, at áhugi er
fyri føroyskum viðurskift-
um í Estlandi.
- Estland er bókmenta-
liga eitt ógvuliga kosmo-
politiskt land. Í fyrru helvt
av farnu øld vóru nógvir
estiskir høvundar, sum
dugdu fleiri mál. Havi hitt
fyri nøkrum árum síðani
ein tann kendasta estiska
høvundan í okkara tíð, Jaan
Kross, sum í 5-6 ár sat í
sovjetiskari
arbeiðslegu,
sigur Hanus Kamban.
Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og
heilsumálum, hevur svarað skrivligu fyrispurningunum frá
Annitu á Fríðriksmørk, tingkvinnu
Hanus til Helsinki og Tallin
C
M
Y
K
5
4