hósdagur 7. februar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 26 - 7. februar 2002
Nr. 26 - 7. februar 2002
7
Søgu og samfelagsdeildin á
Fróðskaparsetri
Føroya
bjóðar nú út grundskeið í
løgfrøði. Skeiðið er skipað
sum 56 tímar við tveimum
dupulttímum um vikuna.
Fýra lógkøn koma at undir-
vísa, og eru tey Birta
Biskopstøð, Jonhard Klett-
heggj, Jógvan Elias Wint-
her Poulsen og Kári á
Rógvi, og eru tað eisini tey,
ið hava riggað nýggja
skeiðið til.
Sagt verður í tíðinda-
skrivi, at lóg er longu part-
ur av nógvum ymsum út-
búgvingum. Frálæra um
lógarspurningar er partur
av flestu fakútbúgvingum,
og
Náttúruvísindaliga
deildin á setrinum hevur
nýliga havt lógkunnleika
sum part av útbúgving inn-
an oljuverkfrøði.
Hetta er ein roynd at gera
eitt alment grundskeið inn-
an lóg, sum skal kunna
góðkennast sum partur av
ymsum grundútbúgving-
um. Fakið er harumframt
eisini ætlað teimum, sum í
arbeiði ella av áhuga vilja
hava ein kunnleika til lóg
og juridiskan framferðar-
hátt. Skeiðið skuldi verið
áhugavert hjá fólki í fyrisit-
ingini, í miðlunum, í poli-
tikki í vinnu ella øðrum
høpi, har ein kunnleiki til
lógir er ein fyrimunur.
Dentur verður lagdur á,
at skeiðið er fyri fólk, ið
ikki eru lógkøn. Tey lesandi
skulu læra at finna og lesa
føroyska lóg. Harumframt
skal skeiðið geva teimum
eina almenna fatan av lóg,
umframt innlit í nøkur ávís
rættarøki.
Fyri at kunna vera við
krevst ein miðnámsútbúgv-
ing, hægri útbúgving ella
viðkomandi royndir.
Skeiðið verður skipað so-
leiðis, at tey lesandi fáa
ígjøgnum dømi í lógum,
kunngerðum, dómum og
øðrum eina fatan av hátta-
lagnum
hjá
lógkønum.
Venjingar verða eisini, har
tey lesandi sjálvi sleppa at
finna lógir í bókum, teldum
og hjá stovnum. Hesir 56
tímarnir eru skipaðir í tveir
høvuðspartar. Í almenna
partinum læra tey lesandi,
hvussu lógkøn skipa, finna,
tulka, meta saman, smíða
og royna lóg. Í serliga part-
inum fáa tey lesandi innlit í
stjórnarlóg, fyrisitingarlóg,
altjóðalóg, umframt onnur
evni.
Tey, ið eru við, skulu
skriva tvær uppgávur, sum
tey síðani fáa høvi at leggja
fram. Tann betra telur 1/3
av próvtalinum. Skrivlig
próvtøka telur 2/3 av próv-
talinum.
Freistin at tekna seg til
skeiðið var tó úti í gjár 6.
februar.
Grundskeið í lóg
28 ára gamli Kári á Rógvi er
ein av teimum lógkønu, ið
kemur at undirvísa í lóg á
Fróðskaparsetrinum
FRÓÐSKAPARSETRIÐ
Ingrid Bjarnastein
Millum annað vil Finnur
Helmsdal vita, um tað er
nakar útlendskur stovnur,
sum góðkennir og eftir-
metir vísundaliga arbeiðið
á setrinum. Eisini vil hann í
sambandið við Menas frá-
greiðingina vita, um tað er
rætt, at henda frágreiðingin
ella partar av henni eru á so
lágum vísindaligum støði,
at hetta ikki er borðbart.
Fyrispurningarnir vóru sjey
í tali, og settu teir allir spur-
nartekin við virksemið á
Setrinum. Hetta harmast
Fróðskaparsetrið um, og
sagt verður soleiðis í
tíðindaskrivi:
– Nú tingið hevur sam-
tykt, at landsstýrismaðurin
skal svara fyrispurningi-
num, væntar Fróðskapar-
setrið at verða biðið um at
geva frágreiðing í máli-
num, sum vit altíð eru til
reiðar til.
Frágreiðingin "Study of
the Impact of the De-
velopement of Hydrocar-
bon Resources on the Faroe
Islands" hevur verið við-
gjørd í fjølmiðlunum fyrr.
Enn sum áður galdani, at
frágreiðingin er ikki al-
mannakunngjørd, og tískil
er enn ikki møguligt at
meta um dygdina í henni.
Einastu, sum hava møgu-
leika at úttala seg um hana,
eru tey, sum vóru við í
arbeiðinum. Tað tey hava
sagt fer framvegis at standa
fyri teirra egnu rokning.
Frágreiðingin varð ætlað
at vera ein forkanning, sum
skuldi siga nakað um,
hvørjar kanningar seinni
kundu gerast í eini størri
verkætlan.
Fróðskaparsetri
frøist
um, at løgtingið og limir
tess vísa arbeiðinum á
setrinum ans.
– Løgtingsllimir eru altíð
vælkomnir at vitja á Fróð-
skaparsetrinum
fyri
at
kunna seg um arbeiðið ella
á annan hátt seta seg í sam-
band við Fróðskaparsetrið
fyri at fáa fleiri og nágreini-
ligari upplýsingar um vís-
undaliga arbeiðið og undir-
vísingina á stovninum, sig-
ur Fróðskaparsetur Føroya
at enda í tíðindaskrivi.
Fróðskaparsetrið harmast
um óbeinleiðis skuldsetingar
MÓTTØKA
Leygardagin 9. februar
verður róðrarneystið hjá
Kappróðrarfelagnum NSÍ
á Glyvrum tikið alment í
nýtslu. Í hesum sambandi
verður skipað fyri móttøku
í sjálvum neystinum. Har-
umframt verða eisini ym-
iskt annað á skránni sama
dag.
Móttøkan byrjar klokk-
an 15.00 við almennari
móttøku, har Eystankórið
og
Manskórið
syngja.
Klokkan 16.30 verður
uppboðsøla av myndum
og
málningum,
sum
politikkarar og onnur lokal
fólk hava málið. Talan er
um umleið 20 málningar
og myndir. Um kvøldið
verður almenn veitsla, har
øll eru hjartaliga vælkom-
in. Hon byrjar klokkan
20.30 í neystinum hjá
Kappróðrarfelagnum.
-ib
Símun og Alex á fløgu
ÚTGÁVA
Livandi boðskapurin, sum
fyri trettan árum síðani
kom út á kassettubandi,
kemur nú út av nýggjum –
hesuferð sum fløga.
Tá fløgan kom út fyrru
ferðina var tað Konoy
Music, ið var framleiðari,
men hesuferð er tað plátu-
felagið Tutl, ið stendur fyri
útgávuni.
Sum á kassettubandi-
num eru tað Símun úr
Konoy og Alex Bærend-
sen, sum syngja gospel-
sangir, sum eru týddir úr
enskum til føroyskt. Í
flestu førum er talan um
umsett løg, sum Elvis
Presley sang inn á plátu í
síni tíð. Flóvin Tyril úr
Norðagøtu hevur umsett
næstan allar sangirnar.
Verkið er tikið upp í tón-
leikastuidionum hjá Reg-
ini Bjarnastein í Saltang-
ará.
Á fløguni eru hesi løg:
Mín Jesus veit, Mangir
bústaðir í Faðirs húsi eru,
Kend
Harranum
bert,
Hond hans heldur míni
trygt, Tú sást meg gráta í
Guds húsi, Skjótt vit end-
an á lívsvegnum náa,
Unga hjarta, Tað tigandi
og Gud hin alvaldi álit mítt
er.
Tónleikararnir eru Ják-
up Zachariassen, Pætur
við Keldu, Kári Olsen og
Godtfred Joensen. John
Mortensen og Godtfred
Joensen syngja kór.
"Livandi boðskapurin"
fæst nú til keyps í flestu
tónleikahandlum og eisini
øðrum handlum í Føroy-
um. Nærri fæst at vita um
fløguna við at venda sær
til Tutl í Tórshavn.
-ib
Alex Bærendsen og Símun úr Konoy koma nú við 13 ára
gamla kassettubandinum "Livandi boðskapurin" út í
fløguskapi
Fróðskaparsetur Føroya sigur í
tíðindaskrivi, at harmast verður
um tær óbeinleiðis skuldsetingar
og tað misálit, sum løgtingslimur-
in fyri Tjóðveldisflokkin, Finnur
Helmsdal hevur lagt fram í fyri-
spurningi til Óla Holm lands-
stýrismann. Hesar óbeinleiðis
skuldsetingar snúgva seg um virk-
semið á Fróðskaparsetrinum.
Løgmaður skal nú
greiða tinginum frá
avgerðini um at siga
Henning Jacobsen úr
starvi sum landsverk-
frøðingur og um, hví
hann ikki varð settur
aftur í starvið
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
– Hvørji stig fer løgmaður
at taka fyri at tryggja sær, at
fyristingarligar avgerðir og
mannagongdir verða fylgd-
ar samsvarandi ásetingum í
fyrisitingarlógini?
– Og hvørja meting
hevur
løgmaður
av
rættartrygdini, tá okkara
hægstu embætisfólk ferða
søgd úr starvi við t. d.
bygnaðarbroytingum sum
grundgeving, og tað síðani
vísir seg at vera talan um
okkurt heilt annað?
Hesar spurningar vil Ka-
trin Dahl Jakobsen, ting-
kvinna Javnaðarfloksins,
hava løgman at svara tingi-
num.
Hon vísir í viðmerking-
um til, at Løgtingsins um-
boðsmaður hevur viðgjørt
málið um setan av nýggja
landsverkfrøðinginum og
kemur til ta niðurstøðu, at
Vinnumálastýrið
hevur
brotið góðan fyrisitingar-
sið.
– Hetta er serliga gald-
andi fyri undanfarna lands-
verkfrøðing, sum eftir at
hava starvast á landsverk-
frøðisstovninum í 23 ár, 10
ár sum leiðari, varð sagdur
úr starvi. Eftir áheitan frá
starvsfólkunum á stovni-
num taldist hann millum
umsøkjararnar.
Starvið
varð sett, uttan at nakar av
teim sjey vrakaðu um-
søkjarunum fingu nakra
grundgeving fyri, hví teir
ikki fingu starvið, sigur
Katrin Dahl Jakobsen.
Sambært fyrisitingarlóg-
ini skal ein avgerð, sum
verður fráboðað skrivliga,
hava grundgeving, uttan so,
at avgerðin til fulnar gong-
ur partinum á møti.
Vísandi til § 33, stk.3 í
løgtingslóg um stýrisskipan
Føroya, sum sigur, at tað er
løgmaður, sum hevur eftir-
lit við, at hvør einstakur
landsstýrismaður situr fyri
sínum málsøki á lógligan
og fullgóðan hátt, setir Ka-
trin Dahl Jakobsen fram
spurningin.
Uppsøgnin hjá Landsverk-
frøðinginum á tingborð
Róðrarneystið tikið
alment í nýtslu
Húsaeigarar fáa nú
møguleika at taka lán
við fastari rentu yvir
eitt tíggju ára áramál.
Talan er í veruleik-
anum um eina
trygging til lántak-
arar, og hetta vil
eisini virka stabili-
serandi fyri føroyska
búskapin, ljóðar tað
úr Føroya Banka, sum
fer at bjóða hetta
lánitilboðið til síni
viðskiftafólk
LÁNSVEITAN
Heri á Rógvi
Tað verður nú møguligt hjá
føroyskum lántakarum at
taka eitt lán, sum í tíggju ár
hevur somu rentu. Tað er
Føroya Banki, sum bjóðar
sínum viðskiftafólki at taka
upp lán við fastari rentu.
Tað eru privatu viðskifta-
fólkini, sum eru málbólk-
urin við hesum tilboðinum,
har tað serliga eru hús-
eigararnir, sum væntandi
síggja nakað áhugavert við
hesum tilboðnum.
Áður hevur tað bert verið
møguligt at taka eitt lán við
skiftandi
rentu.
Hetta
merkir, at rentan skiftir alt
eftir, hvussu fíggjarútlitini
eru. Størsta ávirkanin á
hetta kemur úr danska
fíggjarheiminum, og harvið
úr evropeiska fíggjarheim-
inum osfr. Hvussu skiftandi
rentan háttar seg hava
føroyskir peningastovnar
sum so ongan ávirkan á. Í
løtuni liggur rentan á teim-
um vanligu annuitetslán-
unum um 5%. Rentan á
teimum nýggju FastLánun-
um er sum nú gott 6,5%.
Hetta er 1,5 prosentstig
hægri enn á skiftandirentu-
lánunum.
– Dentur verður fyrst og
fremst lagdur á, at fastlán
er ein trygg loysn – serliga
fyri tey, sum hava nógv at
gjalda og haraftrat hava ein
við viðbreknan tøkupening,
sigur Janus Petersen, stjóri í
Føroya Banka.
Teir í Føroya Banka
leggja alstóran dent á, at
hetta er ein trygg loysn fyri
lántakararnar, men eisini
fyri føroyska búskapin sum
heild.
– Uppgangandi rentur fáa
álvarssamar fylgjur fyri
búskapin hjá tí einstaka
húskinum og eisini hjá
føroyska búskapinum sum
heild. Við hesum lánsform-
inum verður møguligt at
stabilisera hjá tí einstaka
húsarhaldinum, soleiðis at
tey hava fasta útreiðslu, og
harvið kunnu tillaga sín
egna fíggjarliga rakstur
eftir hesum, sigur Janus
Petersen, stjóri í Føroya
Banka.
Nýggir lánstakarar fáa
møguleikan at velja ímill-
um vanligu lánini við skift-
andi rentu ella hendan
nýggja møguleikan. Í tíggju
ár kunnu kundarnir sostatt
gjalda somu rentu. Eftir at
tey tíggju árini eru farin, so
verður møguligt hjá teim-
um at leggja láni um til
skiftandi rentu ella fáa
nýggja fasta rentu ásetta.
– Vit hava valt at gjørt tað
fyrst yvir tíggju ár, tí vit
meta, at fólk eru komin
undan tí ringasta av skuld-
ini tá, og tey kunnu sostatt
skipa síni fíggjarviðurskifti
betur, sigur Janus Petersen.
Lánini verða bjóða út
sum 1. veðrættar annuitets-
lán.
Kent aðrastaðni
Hóast hetta hugtakið við
fastari rentu er nýtt í Før-
oyum, so er hetta langt frá
nýtt í londunum rundanum
okkum. Hjá borgarunum í
ríkisfelagnum
Danmark
verða 80% av sethúsalán-
unum rentaði við fastari
rentu. Í Føroyum eru ein-
støk vinnulán rentaði við
fastari rentu, har serstøk
avtala er gjørd í hvørjum
einstøkum føri.
Stjórin í Føroya Banka
veit at siga, at fleir fólk, og
serliga tey, sum hava verið
búgvandi uttanlands, venda
sær til bankan og spyrja
eftir lánum við fastari
rentu.
– Vit hava merkt ein
veksandi eftirspurning, og
vit mettu tí, at tíðin var
búgvin til at taka hetta
stigið. Hetta hevði ikki
borið so væl til fyri 10
árum, tá innlánsrentan var
rættiliga høg, og búskapur-
in var munandi óstabilur.
Tann danski fíggjarmarkn-
aðurin hevur gjørt stór
framstig, og tað ber eisini
til at siga, at vit við hesum
taka eitt fet tann modern-
aða vegin, sigur Janus
Petersen.
Leiðslan í Føroya Banka
undirstrikar, at hetta er eitt
tilboð til lántakarar, men
borðið fangar ikki, sum teir
taka til.
– Lántakarin varðveitur
møguleikan til altíð at
kunna umleggja til lægri
rentu, um rentan skuldi
lækkað enn meira. Vit geva
við hesum trygd við fastari
húsaleigu, men eisini frítt
at velja, sigur Janus Peter-
sen.
Johnny Jacobsen veit at
siga um fleiri føri, har
føroyingar eru komnir illa
fyri við at taka donsk lán,
har rentan gjørdist ovurstór,
men við hesum kann tann
einstaki lánstakarin fáa eitt
nógv tryggari lán.
Spurdur um, hvussu hetta
fer at ávirka Føroya Banka,
so væntar stjórin, Janus
Petersen, ikki at hetta fer at
ávirka nakran veg.
– Hetta verður sum so
ikki fíggja við innlánum, og
vit vinna sum so tað sama
burturúr hesum sum við
skiftandi rentu, tá ið vit liva
av rentumuninum millum
innlán og útlán, sigur Janus
Petersen.
Tað einasta neiliga árini,
ið kann hugsast kann vera,
at peningarenslið ikki fær
veksandi aktivitet, og har-
við ávirkar búskaparvøkst-
urin, men hetta er kortini
ikki nakað, ið leiðslan í
Føroya Banka er stórvegis
bangin fyri.
Á veg upp
Serfrøðingar innan banka-
kervi eru at kalla á einum
máli um, at rentan innan
eitt ár fer at hækka. Rentan
er í løtuni á einum søguliga
lágum støði, og hetta eru
flestu vísmenninir samdir
fer at broytast innan langa
tíð. Í løtuni verður eitt
FastLán givið við einari
rentu áljóðandi 6,5%, og
hetta kann hugsast at gerast
ein góður handil. Tann
"fasta" rentan er tó ikki
meira føst enn sum so, at
hon kann broytast í kom-
andi viku, um tað skal vera,
men bert fyri tey, ið tekna
lán tá. Hetta skyldast, at
lánini hátta seg eftir danska
fíggjarmarknaðinum.
Føroya Banki vísir á, at
einstaka húsarhaldið verður
hart rakt av rentuhækking,
og
sethúsaprísirnir
eru
somuleiðis ógvuliga rentu-
viðkvæmir,
sum
tikið
verður til.
Í Danmark er støðan
tann, at fólk eru farin at
lána sum gekk verðin und-
an, og hetta eru eisini nógv
lán, ið ikki hava fasta rentu.
Kemur tann væntaða rentu-
hækkingin, so fer hetta at
raka
danska
búskapin
ógvuliga hart.
- Vit hava í løtuni helvt
um helvt privat og vinna á
okkara útlánum, so teir
privatu spæla ein sera
stóran týdning fyri okkum,
og vit vilja eisini markerað
okkum við einum tílíkum
tilboðið afturat, sigur Janus
Petersen at enda.
– Tílík lán við
fastari rentu kunnu
vera bæði góð og
ring fyri búskapin.
Vit koma ikki við
einum tílíkum
tilboði í nærmastu
framtíð, sigur
Bjarni Olsen, stjóri
í Føroya Sparikassa
LÁNSVEITAN
Heri á Rógvi
Annar av stjórunum í
Føroya Sparikassa og
fyrrverandi formaðurin
fyri
búskaparráðið,
Bjarni Olsen, kennir til
tankan um lán við fastari
rentu. Hann sigur tó, at
Føroya Sparikassi ikki
kemur við einum líkn-
andi tilboðið í allar-
nærmastu framtíð, men
teir fylgja væl við, hvat
kappingarneytarnir gera,
sum hann tekur til.
– Marknaðuri í Før-
oyum er ein heilt annar,
enn hann vit kenna úr
Danmark, og sostatt
hevur ikki verið ráðiligt
at geva eitt tílíkt tilboð,
sigur Bjarni Olsen.
Í løtuni bjóðar Føroya
Sparikassi bert ávísum
vinnukundum lán við
fastari rentu.
– Ein skipan við
fastari rentu hevur síni
plus og síni minus. Tað
kann
vera
ógvuliga
gagnligt
við
einari
tílíkari
fastarirentu-
skipan, men tað kann
eisini vera gott at kunna
stýra búskapinum við
skiftandi rentu. Tað finst
einki einfalt svar upp á
tann spurningin, sigur
Bjarni Olsen.
Stjórin í Føroya Spari-
kassa kennir ikki nógv
til, at fólk spyrja eftir
lánum við fastari rentu,
men hann nevnir, at teir
sjálvandi hyggja eftir
møguleikunum at bjóað
eina tílíka lánsskipan,
sum Føroya Banki nú
ætlar sær at bjóða.
Bjarni Olsen:
Bæði gott og
ringt
FastLán við fastari rentu
Bjarni Olsen, stjóri í
Føroya Sparikassa, hevur
fyribils ongar ætlanir um
at bjóða lán við fastari
rentu til privatar kundar.
Johnny Jacobsen, v.m., og Janus Petersen frá Føroya Banka meta lán við fastari rentu vera ein góðan handil fyri privat
viðskiftafólk
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6