hósdagur 7. februar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 26 - 7. februar 2002
Nr. 26 - 7. februar 2002
9
Skósmiðurin í Mið-
vági heldur, at fólk
eru ov líkasæl og
vanda sær ov lítið um,
hvat tey tveita burtur.
Tað er ov lítið at gera
hjá skósmiðinum i
dag, tí fólk vita ikki
um hann ella tíma
ikki at brúka hann.
Tað er lættari at blaka
burtur og keypa nýtt
HANDVERK
Edvard Joensen
Miðvági: Skósmiðjan stend-
ur klár við allari útgerð.
Skósmiðurin bíðar eftir
kundunum, sum ikki koma.
Fólk blaka heldur góðar
skógvar burtur og keypa
nýggjar enn at fara at leggja
upp undir einar heilt væl
nýtiligar skógvar.
– Fólk eru alt ov líkasæl,
sigur Jóhannus Fr. Hansen,
skósmiður í Miðvági. Tey
blaka burtur skógvar, sum
fyri sera lítlan penga kundu
verðið sum nýggir aftur,
um tey tímdu at fara til
skósmiðin við teimum.
Okkara brúkaramentan er
vorðin soleiðis, at tað tykist
bara vera tann lættasta
loysnin, sum vald verður.
Brúka einaferð og blaka so
burtur. Skógvar, sum kosta
nógvar pengar, verða brúkt-
ir, til slit sæst á, ella kanska
eitt hol er, og so verður
blakað burtur, og nýtt
keypt. Hóast hann saktans
kann fáa einar heilt góðar
skógvar burtur úr aftur við
at leggja undir teir fyri
lítlan
penga,
sigur
skósmiðurin.
Doyggjandi fólkaslag
Skósmiðirnir í Føroyum
eru eitt útdoyggjandi fólka-
slag, staðgfestir Jóhannus
Hansen.
Hann minnist, at tá hann
lærdi til skósmið hjá Olla í
Lágabø í Vági í fimtiárun-
um, vóru eini fimm-seks
skósmiðir bara í Vági, og
teir høvdu nokk at gera.
Í dag er eingin i Suður-
oynni, sigur hann. Ein byrj-
aði herfyri, men gavst
skjótt aftur, tí ov lítið var at
gera.
Sama lagið er í Vágum.
Fólkagrundarlagið
er
kanska í minna lagi. Í
hvussu er við tí hugsunar-
hátti, sum fólk hava í dag.
Men hinvegin hevði tað
borið væl til, ivast hann
ikki i, um fólk bara hugsaði
øðrvísi og brúkti meira
aftur av slíkum, sum brúk-
ast kann.
So soleiðis sum støðan er
í dag, verður einki arbeiði
av týdningi gjørt í skó-
smiðjuni, og skósmiðurin
er farin til skips. Hann er
kokkur í oljuvinnuni. Siglir
við einum vaktarskipi í
Norðsjónum.
– Men eingin ivi er um, at
eg vildi heldur verið her og
arbeitt við tí, eg havi lært
til, sigur Jóhannus Fr. Han-
sen, skósmiður i Miðvági.
Fasta sambandið
Sum vágafólk yvirhøvur
hevur skósmiðurin stórar
vónir til fasta sambandið
undir Vestmannasundi.
Hann metir, at tað fer at
gera tað møguligt at ar-
beiða aðrastaðni enn bara í
Miðvági. Til dømis hevði
hann einki havt í móti at
arbeitt avísa tíð eitt nú í
Havn, sigur hann.
Hann hevur áður, í styttri
tíðarskeiðum,
arbeitt
í
Havn, og metir hann, at
tørvurin á einum skósmiði í
høvuðstaðnum er so mikið
stórur, at tað saktans átti at
borið til.
Hinvegin var tað ferð-
ingin, sum gjørdi, at hann
helt tað vera í so møti-
mikið. Men tá fasta sam-
bandið er komið, ber væl til
at samskipa tað onkus-
vegna við at vera í Havn
viðhvørt og annars hava
støð í Miðvági, har øll út-
gerðin stendur.
Verkstaðið
Jóhannus Hansen hevur
væl útgjørda skósmiðju á
Heiðatrøðni í Miðvági. Alt
er inni, sum neyðugt er hjá
einum skósmiði at hava.
Maskinur til at skera og
seyma við. At víðka skógv-
ar og at pussa og slípa til-
farið, eins og trygdarút-
gerðin eisini er í lagi. Góð
útsúgving er, sum altið
syrgir fyri at taka límlukt
og annað skaðiligt burtur.
– Eg arbeiði ongantíð,
uttan útluftingin er tendrað,
greiðir Jóhannus frá, og
tekur í sama viðfangi eina
masku, sum liggur á borð-
inum við síðuna av. Hesa
havi eg altíð, og eisini havi
eg eina ordiliga, sigur hann
og peikar á eina rættiliga
gassmasku.
Maskinurnar eru komnar
ymsastaðni frá. Onkur er
keypt frá gamla skómakar-
anum í Fuglafirði, sigur
hann.
Skómakarin i Fuglafirði
var eisini ortopedur, og tað
ætlaði Jóhannus sær eina-
ferð at læra.
Hann var óheppin og
fekk skaða umborð á trol-
ara einaferð í áttatiárunum,
og ætlaði tá at læra til
ortopediskan skómakara,
sum hann metir, grundarlag
skuldi verið fyri.
Men stuðul fekst eingin,
tí hildið varð helst, at nokk
er við einum umframt teim-
um, sum boðsendir verða
úr Danmark, tá okkurt skal
gerast. Ein ortopediskur
skómakari er í Føroyum.
Kunnleikin
Tað stinga av og á hesar
sonevndu hælabarrirnar seg
upp ymsastaðni. Men tað er
ikki altíð, at tað, har verður
gjørt, er nóg gott, heldur
skósmiðurin.
Ikki tí, bæði fólk og ma-
skinur kunnu vera av fín-
asta slagi, men ein skal
vita, hvat gerast skal, tá
farið verður undir eitthvørt.
Líka mikið hvat tað nú er.
Eisini skósmið.
Bara at fáa nakrar lidnar
sollar og hælar at líma
undir ein skógv, er ikki
altíð nokk, vísir hann á.
– Tað er altíð spennandi
at fara undir at gera ein
skógv aftur, sigur skósmið-
urin. Tí tú veitst ongantíð,
um tað fer at bera til. Hann
kann bæði seymast og
límast. Takast sundur og
setast saman aftur. Og tað
er sera stuttligt at síggja,
hvørja ferð tað eydnast at
fáa hann aftur sum nýggj-
an.
Skósmiðurin heldur tað
vera spell, at fakið skal
doyggja heilt út í Føroyum,
men óttast fyri, at tað
verður endin.
– Lærling ber illa til at
taka inn, tí tað kann bara
gerast, um tað loysir seg,
sigur Jóhannus Hansen. Og
alt, sum lærast skal av
skúla, skal gerast í Dan-
mark.
Tá hann sjálvur lærdi,
varð bara farið til arbeiðis,
og tá tíðin var úti, varð eitt
lærubræv skrivað, og tað
var tað. Men teir dugdu
handverkið, sigur hann.
Eisini annað enn skógvar
hevur skósmiðurin í Mið-
vági tikið sær av. Hann
seymar at kalla alt slíkt,
sum ein vanlig seymi-
maskina ikki klárar.
Setir snarlas í styvlar,
leðurjakkar og termodrakt-
ir. Seymar smá bátasegl, tá
biðið verður um tað, og
hvat tað nú kann vera.
– Men tað er bara so
langt í millum kundarnar,
heldur hann og skeitir yvir
á maskinurnar, sum standa
á rað so óvirknar og bara
bíða eftir at verða settar í
gongd.
Seinasti skósmiðurin
Tað hevði væl borið til at livað av at verið skósmiður í Føroyum, um hugsunarhátturin hjá fólki var øðrvísi, sigur Jóhannus Fr.
Hansen, skósmiður í Miðvági
Mynd: Edvard Joensen
Skósmiðurin í Miðvági hevur
væl útgjørda smiðju við
øllum maskinum, sum skulu
til
Mynd: Edvard Joensen
»Gev mær arbeiði til
mítt lív er komið at
enda – og lív til mítt
arbeiði er gjørt«.
Orðini eigur frú
Baden Powel, men tað
er barnavinurin,
Sigrun Juul Samuel-
sen, ið endurgevur
setningin og sum
roynir at livir eftir
honum
REPORTAGA/
BÝARMYND
Orð: Steintór Rasmussen
Myndir: Jens Kristian Vang/
Steintór Rasmussen
– Ger so væl og kom innar.
Vilt tú hava kaffi? Brúkar
tú sukur ella mjólk útí?
Fá tær konfekt afturvið.
Tú
etur
kanska
ikki
sovorðið?! Tú burdi heldur
tosað við mammu! Hon
veit so nógv og er hugnalig
og áhugaverd at práta við...
Hon ordnar fyri. Spyr og
svarar sjálv, og meðan eg
heilsi upp á mammuna,
Kallu, sum situr í køkinum
og leggur kort, er hon eisini
har við sínum viðmerking-
um. Men tað er ikki
mammuna, sum eg var
komin at vitja, men stóra
barnið í húsinum, sum eitur
Sigrun.
Tey mongu familjubíløt-
uni á veggjunum bera boð
um eina barnaríka familju.
Kortini búgva einans
Sigrun og mamman í hvítu
húsunum á Vágsheygnum í
Klaksvík nú.
– Eg havi havt ein góðan
og tryggan barndóm. Tá eg
var smágenta, vóru vit
mangan við foreldrunum
úti í náttúruni, har vit lærdu
nógv um fuglar og blómur.
Eisini at vit skuldu brúka
hendurnar. Tá var tað van-
ligt, at børnini lærdu at
binda, seyma, hekla og
annað handaligt.
Tað er kanska júst hetta,
sum hevur eyðkent lívið hjá
Sigrun. Í fólkaskúlanum
hevur hon eisini undirvíst í
handarbeiði, og í skóta-
arbeiði hevur hon altíð
verið sera kreativ.
Seinastu tveir vetrarnar
hevur hon gingið til træ-
smíð, og við einum stórum
brosi á andlitinum sýnir
hon fram nøkur prýðilig
eggjabikør og ein djúpan
tallerk, som hon sjálv hevur
gjørt.
Gøtuseljari
– Vit hava nógv at takka
fyri her í Føroyum. Men eg
haldi, at vit tora ikki at vísa
okkara gleði. Kanska eru
vit eitt sindur bangin fyri
hvørjum øðrum og at vísa
okkara kenslur. Skilur tú
hvat eg meini við?!
Og skuldi onkur verið í
iva, so er livandi býar-
myndin í Klaksvík ikki at
taka feil av.
Hon er ikki bangin fyri at
heilsa uppá fólk, sum
ganga hinumegin vegin.
Hon spyr mangan beint frá
livrini. Og hon sæst og
hoyrist bæði í Sparikassan-
um og á Posthúsinum. Hon
tekur sær ikki tykni av, hvat
fólk hugsa og siga. Heldur
ikki tá ið hon stendur uttan
fyri Keypssamtøkuna og
selur – til frama fyri
missiónsarbeiði í Afrika –
heimagjørt stearinljós við
nátúrliting og lukilsi.
– At standa á gøtuni og
selja er bæði hugnaligt og
stuttligt.
Tú
kemur
í
samband við nógv fólk og
fært mangt gott prát eisini.
Og nú eri eg góðkend sum
gøtuseljari bæði av komm-
ununi og politinum. Visti tú
tað?
Børnini í Afrika
Nei, tað mundu tey fæstu
vita. Men flestu norðoying-
ar kenna seg kortini heilt
tryggar við, at tað sum
Sigrun selur ella savnar
inn, man fara til eitthvørt
gott endamál. At vera nak-
að fyri onnur er ein týðandi
partur í lívinum hjá barns-
ligu og spontanu kvinnuni,
sum eins væl kundi verið
nunna ella sjúkrasystir í
Somalia.
– Tað er tann kristna
lívsáskoðanum, sum heldur
einum í gongd. Eg hugsi, at
vit hava ábyrgd yvir fyri
menniskjum
bæði
her
heima og úti í tí stóru verð-
ini. Og vit mugu ongantíð
halda, at tað ikki ber til at
hjálpa. Øll kunnu vit gera
okkara besta ella royna at
hjálpa eftir førimuni, sigur
Sigrun, sum ásannar, at
líkasælan millum menn-
iskju er ein stórur trupul-
leiki í okkara samfelag.
– Tað ringasta av øllum
er, um fólk halda, at alt er
líkamikið. At lívið hjá
øðrum menniskjum ikki
viðurkemur okkum. Vit
eiga at minnast til, at Guð
lønir altíð tí góða við tí
góða. Tey, sum geva, skulu
ongantíð líða neyð. Tað
stendur eisini skrivað í
bíbliuni. Vit skulu tí eisini
læra børnini, at tað er rætt
at geva til onnur. Tann, sum
mikið hevur, honum verður
eisini nógv kravt av, sigur
Sigrun Juul Samuelsen,
sum í somu løtu eisini
harmast um, at fólk í dag
ikki geva sær stundir at
hoyra Guðs orð.
Sjálv er Sigrun trúgvur
kirkjugangari. Og hóast
hon í gerningum fegin
roynir at fylgja síni trúgv
og tæna kirkjuni, so vil hon
ikki, at hetta skal ljóða
rættvísgjørd. Heldur hevur
hon hug at skáka sær
undan, tá ið hon verður
spurd, hvør hevur notið gott
av hennara orku og vilja at
hjálpa.
Hetta at gleða og liva fyri
onnur er ein nátúrligur
partur av hennara verð.
Sjálv hevur Sigrun ongan
mann, men børn hava altíð
fylt nógv bæði í huga og í
gerð.
Barnavinur
– Eg fór sum ung til
Danmarkar. Har tók eg
læraraprógv og kom so upp
í skótarnar í Roskildi. Tá eg
kom heim til Føroya,
royndi eg eitt sindur av
hvørjum, og miðskeiðis í
60’num var eg á Barna-
heiminum í Havn. Mær
dámdi sera væl. Ikki minst
tí at eg fekk møguleika at
vera nakað fyri børnuni har
á staðnum. Síðani havi eg
verið nógv fólkaskúlalærari
og KFUK-skóti í Klaksvík.
So eg havi altíð arbeitt
nógv við børnum. Tað
hevur verið mítt lív. Men eg
veit ikki. skalt tú skriva
alt?! Fá tær meira kaffi.
Vilt tú ikki hava okkurt
afturvið!
Eitt er børnini sum Sigr-
un er komin at kenna gjøg-
num sítt yrki og frítíðar-
virksemi. Og øll hini sum
búgva í menningarlondum í
Afrika og aðrastaðni í
heiminum, har neyð og
krígsstøða er. Men so eru
eisini tey, sum fráfarna
lærarindan úr Klaksvík
kennir persónliga, og sum
hon sjálvandi eisini hevur í
hjartanum.
– Jú, eg bindi, seymi ella
hekli okkurt til børnini,
sum eg eri ommusystir og
abbasystir at. Men tað er
mamma, sum minnist føð-
ingardagarnar. Tað er hon,
sum er computarin her í
húsinum, grínur Sigrun og
vísir fram modellið av eini
sjáldsamari húgvu, sum
børnini í familjuni fingu á
jólum.
– Skal eg siga nakað um
mínar eginleikar, so eri góð
við børn og havi sera gott
tol.
Børnini í dag krevja og
fáa næstan alt. Men nøgd-
semi er ikki tað sama, sum
tá eg var lítil. Kortini haldi
eg, at føroysk børn eru fitt
og positiv. Tey eru bara
meira forkelað…
Ein kann ikki bara fara úr
hvítu hugnaligu húsunum á
Vágsheygnum uttan at siga
mammuni farvæl. Hon
fregnast, um vit fingu nak-
að burtur úr prátinum. Spyr
um nakað skil var í. Jú, eg
skal ikki klaga. Sigrun er
Sigrun. Hennara partur
liggur vanliga ikki eftir. Og
so var heldur ikki eftir
hesaferð.
Barnið eigur hjartað í henni
Sigrun hevur alment loyvi at
selja á gøtuni. Her selur hon
heimagjørd ljós og
peningurin fer til
missónsarbeiði í Afrika
Vit eiga eisini at læra børnini at hjálpa
øðrum. Tann sum gevur skal eisini fáa
C
M
Y
K
9
8