hósdagur 7. februar 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 26 - 7. februar 2002
Nr. 26 - 7. februar 2002
11
Jens Eli Ellefsen
Las lesarabræv, har hygd-
armaður mín Ivan Jo-
hannesen svarar einum
lesarabrævið frá Jørgen
Niclasen, sum eg hevði
lisið frammanundan. Lat
meg fyrst siga, at tað hjá
Jørgeni var bæði upplýs-
andi og undirhaldandi, og
har kundi eg staðfesta bæði
raðfylgju og sannleikan,
sum var farin fram. Vit eru
nøkur, sum veruliga hava
fylgt við. Eg las eisini
svarið, sum Ivan Johanne-
sen so jonkasliga kom við,
har hann royndi at skava
útyvir veruleikan.
Mong munnu minnast
ein politiskan pallborðs-
fund á Giljanesi mitt í
nítiárunum. Serliga tá Ivan
tók orðið og fór at reypa
sær av, at tað var hann sum
fíggjarmálaráðharri í 1989,
sum hevði steðga undir-
sjóvartunnlinum
undir
Vestmannasundi. Grundin
skuldi verða ov lítið av
pengum. Vit vóru yvir 100
fólk sum vitni, og øll sótu
vit sum kánus. Fyri tað
fyrsta hevði landsstýrið
brúkt pening til alt møgu-
ligt annað fjas hesi árini, so
hví júst steðga undir-
sjóvartunnlinum og serliga
undraðust vit á hví Ivan
reypaði sær av at hava
steðga arbeiðinum.
Vit kunnu tó nú glaðast,
tí tunnilin er skotin ígjøg-
num, tó 10 ár seinkaður.
Ímyndi
tykkum
hvønn
týdning hetta kundi havt
fyri oynna í framburði hesi
10 árini, um tunnilin ikki
var steðgaður í 1989 (súr-
sokkar!!).
Við Henry á Fútaklett
Meðan eg siti og lesi,
rennur mær til hugs hvussu
broytingar eru hendar. Eg
minnist sum smádrongur,
tá vit um summranar fóru
at vitja ommu og abba í
Rituvík. Tað var ein lang
ferð. Um 9-tíðina á morgni
við Henry á Fútaklett og so
við sluppunganum Ólavi
um sundið til Vestmannar.
So við bili til Kollafirðar
har mjólkarbáturin førdi
okkkum til Havnar. Tá var
seint og longur slappst ikki
tann dagin, so vit máttu
sova á Sjómansheiminum.
Næsta dag um middags-
leitið førdi Mjólkarforsýn-
ingin okkum inn á Toftir,
og harfrá við taxa yvir um
hálsin til Rituvíkar. Tá
nærkaðist skýming næsta
ferðardagin, so tit kunnu
ætla, at tað ikki var á hvørj-
um summri at mamma og
pápi tóku barnaflokkin upp
á 8 á so langa ferð.
Men seinni minnist eg at
broytingar komu. Vestur-
leið stytti nógv um túrin til
Havnar, hóast Vágafjørður
ikki altíð var so tespiligur.
Síðan fór Bragd at sigla um
Vestmannasund, og hann
var avloystur av gamla
Sam. Fyri ikki at tala um tá
koyrandi var allan vegin til
Havnar og nýggi Sam kom.
Brúgv í 30-unum
Fasta
sambandið
um
Vestmannasund er tó ein
gamal dreymur. Fyrstur við
hugskotinum var Sámal
Ellefsen, sum var valdur á
ting
fyri
Vinnuflokkin
(seinni
Fólkaflokkurin).
Síðst í 30-unum kom hann
úr Canada, og tá vildi hann
hava brúgv bygda um
sundi. Tá Canadiumenn
kundu byggja brúgvar, so
kundu vit eisini, segði
hann.
Hvør minnist ikki tá
Vilhelm Nielsen, Haldur
Hansen og Leon Joensen í
sjeytiárunum stríddust fyri
heingibrúgv. Einki nyttaði,
tí mótstøðan úr Havn var so
stór.
Felagkommunan í Vágum
Kommunurnar í oynni fóru
so sjálvar ígongd og gjørdu
eitt kempiarbeiði og løgdu
tá støði undir tað sum í dag
er veruleiki. Landsstýrið
steðgaði kommunum, tí
hetta skuldi ikki gerast av
kommunum. Landsstýrið
setti á at gera klárt, men alt
varð steðga í 1989.
Aage-bróður, sum alla
tíðina kempaði fyri hesum
fasta sambandi, royndi sum
landsstýrismaður í 1991 at
fáa gongd aftur á undir-
sjóvartunnilin. Tá vóru
undirskriftir í hópatalið
savnaðar um alla Havnina
ímóti fasta sambandinum.
Man slapp ikki at keypa eitt
rugbryeð frá Restorff´s-
bakarí uttan at skriva undir.
Aage-bróður noktaði at
taka ímóti undirskrifunum
og Havnin rópti hann út til
ársins ulku.
Tí var tað stuttligt at
síggja, tá nú veitslan var
hetta kvøldið, her niðan
fyri vegin í bygdarhúsinum
í Miðvági. Síðsta skotið í
tunnlinum
var
skotið.
Ulkan var ikki boðin við,
men fleiri av ulkupillunum,
sum høvdu skrivað undir
mótmælini sótu til háborðs
og sjungaðu. Nótin var
toliligur á teimum fyrstu
ørindunum,
men
móti
endanum minti tað mest
um eitt kattakór. Var ein
loynilig kontakt uttan á
bygdarhúsinum, hevði man
snýkt seg oman at sløkt
sangin.
Fólkaflokkurin eigur
framburðin
Nú vit minnast, má eg
ásanna, at tey seinastu 4
árini fara at seta seg í
minnið, sum tað valskeiðið,
har stórstu framburðar-
møguleikarnir eru hendir
fyri Vágoynna. Tað kunnu
ikki verða tvær meiningar
um tað. Ígjøgnum allar tíðir
hevur Fólkaflokkurin gjørt
eitt megnar arbeiðið fyri
oynna, ikki minst í hesum
valskeiðnum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Tað er vorðin gerandiskostur hjá løgmanni og vara-
løgmanni at fara út í fjølmiðlarnar við sera hvassorð-
aðum orðingum og atfinningum móti hvørjum øðrum.
Orð sum ábyrgdarloysi eru afturvendandi.
Fyri Føroya fólk er slíkt óhaldbart. Hóast val er um
tríggjar mánaðir, so kunnu hvørki løgmaður ella vara-
løgmaður bjóða Føroya fólki hetta. At samgongu-
flokkar kunnu vera ósamdir er so eitt, men at teir nær-
um bevíst og tilætlað fara út í fjølmiðlarnar við
úttalilsum, sum grava djúpri og dúpri kluft millum
teirra er ábyrgarleyst fyri at brúka teirra egnu orð. Vit
siga ikki løgmann ringan fyri at havast at
varaløgmanni
og
fíggjarmálaráðharranum,
ið
misbrúka teirra støðu í landsstýrinum við útspælum,
ið eru rein tjóðveldispropaganda. At tosa um
fólkaatkvøðu í komandi valskeiði um fullveldi er jú
beint í andsøgn við tað samgongan hevur samtykt.
Men tað er ábyrgdarleyst av løgmanni at lata alt um
seg ganga. Hann hevur áður megnað at sett
landsstýrisfólk, sum ikki hava fylgt spælireglunum,
uppá pláss. Spurningurin er hví hann ikki gevur
Tjóðveldisfólkunum greið boð: antin halda tey seg til
tær samtyktir landsstýrið hevur gjørt ella finna tey
hurðina! At vísa til at komandi val er beint fyri stavn
er ikki nóg góð grundgeving. Tað er ábyrgdarleyst at
hava eitt landsstýri sitandi hesa tíðina, sum bara fer at
reka partapolitikk og føra valstríð. Tá varð meira
ærligt at upployst samgonguna og skrivað út nýval. Í
hvussu er átti løgmaður at tikið áheitanina frá
Javnaðarflokkinum um frá nú av at virka sum eitt
umsitingarstýrið til eftirtektar.
Tað er eisini ábyrgdarleyst av Tjóðveldisflokkinum at
tvíhalda um landsstýrissessir sínar, tá flokkurin heldur
løgmann vera so langt úti og flokkurin als ikki tykist
at vera á somu kós í fullveldismálinum sum løgmaður.
Um Tjóðveldisflokkurin meinar tað hann sigur um
fólkaatkvøðu í næsta skeiði ol. og hetta er heilt uppá
tvørs av tí, sum løgmaður metir teir eru samdir um, hví
tekur Tjóðveldisflokkurin tá ikki seg úr samgonguni!
So kann hann føra sítt fullveldisstríð móti løgmanni og
Fólkaflokki í andstøðu. Hevði tað ikki verið meira
reiðiligt og ærligt. Í staðin fyri sum nú at niðurgera
tann týðandi politiska pall, sum Tinganes er.
Okkara ráð eru tí: antin útskrivar løgmaður val nú ella
hann vísir Tjóðveldisflokkinum hurðina ella takkar
Tjóðveldisflokkurin fyri seg í Tinganesi og fer í
andstøðu.
Onkur heldur, at henda innanhýsis orrusta millum
løgmann og varaløgmann eru avtalað spæl – soleiðis at
báðir teirra kunnu føra sítt valstríð og harvið verða
teir, sum seta dagsskránna. Tvs. at teir hava um somu
tíð leiklutin sum landsstýri og andstøða. Hetta loyva
vit okkum at ivast í. Tí veljarin er ikki býttur. Heldur
hetta klandurið fram ótarnað, so missir veljarin rætt og
slætt álitið til teir báðar flokkarnar. Og hvat hava teir
tá vunnið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ábyrgdarloysi
VIÐMERKINGAR
Æran, undirsjóvartunnilin og kattakórið
Finnur Helmsdal
tingmaður
Av tí at leiðslan á Fróð-
skaparsetrinum í tíðinda-
skrivi týsdagin 5. februar
roynir at sáa iva í al-
menninginum um mítt ar-
beiði sum tingmaður, og tá
sama leiðsla ger brot á
vanliga mannagongd við at
viðgera fyrispurningar til
landsstýrismannin alment,
loyvi eg mær at koma við
hesum viðmerkingum:
Almenn viðurskifti, sum
fáa rættiliga óhepna um-
røðu,
hevur
tingmaður
bæði rætt og skyldu til at
royna at fáa fram í ljós-
mála.
Líka mikið, hvussu leik-
ur fer, eigur Fróðskapar-
setrið at vera ein týðandi
nerv í føroyska samfelag-
num í allari framtíð. Tí
eigur setrið eisini at virka
sum fólksins stovnur við tí
opinleika, sum hetta krevur.
Tað skal tí vera mín vón,
at leiðslan á Fróðskapar-
setrinum fer at viðvirka
opið og ærliga soleiðis, at
landsstýrismaðurin verður
førur fyri at vara tingi og
Føroya fólki nøktandi upp á
spurningarnar, sum settir
eru fram í hesum sambandi.
Viðmerkingar til Fróðskaparsetrið
Kaj Leo Johannesen
Havið við áhuga lisið
greinina hjá Landsstýris-
manninum í Sjálvstýris-
málum við yvirskriftini
”Vanligi
Føroyingurin
hevur goldið fyri krepp-
una”, har gevi eg honum
rætt, havi stóra virðing fyri
manninum,
og
øllum
øðrum, sum arbeiða so
hart, fyri tí, sum tey halda
verða rætt, so er tað sagt.
Landstýrismaðurin sigur
at Richard Mikkelsen hevur
elvt til ávíst nýtt kjak við
síni bók um bankamálið at
ja ”sjálvt menn sum ikki
hava lisið bókina, eru farnir
at skriva lesarabrøv um
hana” eg haldi at tú meinar
við undirritaða, um ikki, so
fari, eg at gerða nakrar
viðmerkingar kortini.
Tá eg lesið greinina, veit
eg at vit ikki hava somu
áskoðan um Bankamálið,
sjálvt um eg ikki yvist í, at
tann søguliga gongdin er
røtt, men eg meti ikki at
niðurstøðurnar og alterna-
tivini, til at yvirtaka bankan
eru so líkatil, sum sagt
verður, vit kunnu ongantíð
siga nú, hvat hevði verði
betri at gjørt, eftirsum tað
ongantíð hevur staðið sína
roynd.
Í Keypmannahavn sat ein
Føroya bólkur, sum legði
allan kreppupolitikkin til
rættis, áðrenn bankakrepp-
an fór á rull, soleiðis sum
Landstýrismaðurin skrivar,
so siti eg eftir við kensluni
av at tað var Føroya bólk-
urin sum legði kreppuna til
rættis, áðrenn teir koyrdu
bankan á heysin, hettar er
sjálvandi búra skeivt.
Bankakreppan var sjó-
sett, áðrenn nakar Føroya
bólkur nakrantíð sá dagsins
ljós, og vóru tað vit sjálvi
sum skaptu kreppuna, og
tað eru vit sjálvi sum skulu
taka ábyrgdina.
Síðani verður nevnt at
um ikki Føroyski skatt-
gjaldarinrindaði 2,7 milli-
ardir so fór samfelagið á
heysin, og fólk mistu hús
og heim, soleiðis setur
Richard Mikkelsen eisini
støðuna upp.
Síðani sigur Landsstýris-
maðurin at, tað vóru nógvir
møguleikar at bjarga tí,
sum kundi bjargast, og tað
kundi verði gjørt nógv
bíligari.
Hvussu kunnu vit vita
tað, tá tann loysnin ikki
var gjøgnumførd ????
Føroya bólkurin við-
gjørdi longu í Sep 92 fleiri
møguleikar at bjarga og
sanera Føroyska banka-
kervið.
1.Tað bar til at stovna
nýggjan Banka, har tey
góðu lánini vóru, meðan
tey ringu lánini fóru í eitt
avtøkufelag.
2.Tað bar til at taka tey
ringu lánini úr bankanum
yvir í eitt avtøkufelag, og
so lata Sjóvinnubankan
halda fram
3.Lata størstu innskjótarnir
umleggja nakað av sínum
til partapening
Í tí støðuni sum Føroyar
vóru komnar í var ikki
talan um at taka tey ringu
lánini úr bankanum, tað
vildi sjálvandi verði nógv
skjótari, at tikið tey fáu
góðu lánini úr bankanum,
men skal eitt lán ella
fordring keypast, so skal
finnast
keypari,
men
undir táverandi umstøð-
um var hann ringur at
finna.
Tað at leggja upp til, at
størstu innskjótarnir um-
leggja nakað av sínum
partapeningi, hvør hevði
nokk av peningi, og hvør
hevði sett pening í so stórt
trotabúgv ???
Men víðari sigur lands-
stýrismaðurin at tað bar
eisin til at lata Landskass-
anum alla rokningina, tað
var nógv tann dýrasta
loysnin fyri landið, men við
hesum kundi Føroyar setast
undir umsiting.
”Skeivt ” loysnin hevur
víst seg aftaná at verði
nógv tann besti handilin
sum Føroyingar nakrantíð
hava gjørt.
Lat meg siga tað í einari
aðrari samanbering, eg eri
ómetaliga glaður fyri at
okkara skuld ikki var til eitt
nú Japan, so kundu vit
skjótt verðuliga sæð, hvat
tað var at verða settur undir
umsiting, men hetta er bara
mín hugsan, av góðum
grundum veit eg ikki um
tað er verðuleikin, eftirum
vit ikki høvdu lán í Japan
sum ikki vóru afturgoldin.
Føroyar vóru í veruleik-
anum settar undir um-
siting langt áðrenn, av
okkara egnu politikkar-
um.
Tá tað so verður sagt at
tað er vanliga Føroyingin-
um fyri at takka at vit eru
um at koma burturúr krepp-
uni, so vil eg fyrst og
fremst takkað Gudi fyri at
hann hevur givið okkum
fisk í ríkiligt mát á grunn-
arnir aftur, og sjálvandi
eiga vit øll stóran leiklut í
uppgongdini, og er tað
nettup tí at eg meti at vit
kunnu
ikki
bara
taka
ábyrgd, tá tað gongur rætta
vegin, men mugu eisini
taka ábyrgd tá Føroyar fóru
á húsagang.
Og tá so landsstýris-
maðurin sigur at tað ong-
antíð má henda aftur at vit
skulu tosa um leiklutin hjá
einum Donskum embætis-
manni
í
okkara
egna
fólkaræði, er tað er rætt.
Vit mugu heldur ongan-
tíð sleppa okkara egnu
politikkarum
aftur,
at
svansa við virðunum hjá
øllum Føroyingum, soleiðis
at fólkaræði verður sett til
viks.
Tá tað so verður sagt at
vit høvdu einki val, men
fingu bæði pest og kolera,
so má onkur geva mær rætt,
at ongantíð hevur tað hent
áður, at ein sjúklingur sum
hevði bæði pest og kolera,
er komin so skjótt fyri seg
aftur, sum Føroyar.
Eg eri enn ikki byrjaður
uppá bókina hjá Richard
Mikkelsen, men eg vil
kortini biðja Landstýris-
mannin halda mær til-
góðar, at eg skrivi lesara-
brøv í samband við bók-
ina, og ynskja honum alt
tað besta framyvir.
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður Fólka-
floksins í Norðoyggjum
Teldupostur:
keldu@post.olivant.fo
Heimasíða:
www. get.to/keldu
At eg haldi fast við avgerð-
irnar hjá samgonguni fær
Annitu
á
Fríðriksmørk
úr Tjóðveldisflokkinum at
ilskast. Hon fýrir ikki fyri
at skíra samgongufólk, sum
vísa til júst gjørdar avtalur,
fyri "antisuðurstreymsk".
Eg haldi ikki, at nøkur
orsøk er til, at vit bæði úr
somu samgongu fara at
munnhøggast um barna-
ansingarmál. Grundarlagið
undir hesum máli er lagt av
samgonguni. Her eru greið-
ar linjur, sum samgongan
hevur stungið út í kortið,
enntá saman við føroysku
kommununum.
Orsøkin til at Annita
reisir uggafjarðarnar man
helst vera, at hon ikki fær
øll samgongufólk at fylgja
nýggju sentralistisk/sosial-
istisku kósini, sum flokkur
hennara nú tykist hava lagt.
Fyri
ikki
at
leingja
óneyðugt um hetta orða-
skifti, fari eg tí bert at seta
Annitu nakrar spurningar:
Hevur landsstýrið ikki á
ávísum økjum gjørt greitt
ábyrgdarbýti millum land
og kommunur?
Hevur Tjóðveldisflokk-
urin ikki júst verið við til at
samtykkja, at barnaansing
er rein kommunal ábyrgd?
Er Tórshavnar Kommuna
ikki nógv tann ríkasta
kommunan í landinum –
við einari miðal inntøku
um 20% hægri enn hjá
øðrum stórum kommunum
– av almennum peningi?
Hevur
Tórshavnar
Kommuna ikki eitt lægri
skattaprosent enn flestu
stóru og miðalstóru komm-
unur í landinum, mest
orsakað
av
almennum
stovnum?
Er tað ikki rætt, at Tórs-
havnar Kommuna fær um-
leið eins nógv í skattainn-
tøku frá Landssjúkrahúsin-
um einsamallum, sum t.d.
Tvøroyrar Kommuna fær í
alt – góðar 40 milliónir
krónur?
Eru trupulleikarnir úti
um landið, ikki eins stórir
ella størri – lutvíst – sum í
Havn, tá tað snýr seg um at
fáa læknar, fakfólk og
sjúkrahúslæknar til hini
bæði sjúkrahúsini?
Er ikki væntandi, at líkn-
andi ynski fara at koma frá
almennum stovnum um alt
landið sum í Havn?
Er tað tí rímiligt, at borg-
arar úr kommunum við væl
lægri miðalinntøku, sum
flestar eru vunnar av privat-
um fyritakssemi, og sjálv-
sagt tí við hægri skattapro-
senti, fyri so dánt at kunna
svara ábyrgdir, skulu gjalda
fyri ábyrgdir hjá Tórshavn-
ar Kommunu?
Angrar Tjóðveldisflokk-
urin gjørdar avtalur og vil
sleppa aftur til gomlu skip-
anina? - Ella er hugurin
kanska betri til at fara fram
"sum best ber til"?
Vónandi fer Annita á
Fríðriksmørk stutt og greitt
at svara mær hesum ein-
faldu og eyðmjúku spurn-
ingunum.
VIÐMERKINGAR
Hans Birgir
Hansen
Eg havi áður alment
mótælt arvagransking í
Føroyum. Arvagransk-
ing
og
granskingar-
stovnar eru fullkomuliga
óneyðug, tá tað finnast
alternativir viðgerðar-
háttir her á landi. Eg
kann vísa á búskapar- og
samfelagsligan týdning
við at broyta lívs-, kost-
og nýtsluvanar, hjá øll-
um bólkum av føroying-
um, ið hava heilsu-
trupulleikar v.m.. Tað
finst náttúruheilivágur á
danska
og
føroyska
heimamarknaðinum, ið
kann lekja føroyingar
fyri
allar
deyðiligar
sjúkur/fylgisjúkur.
Náttúruheilivágur, ið ein
kann fáa fatur á. Tað er
við hjálp av náttúruheili-
vági og náttúruúrdrátt-
um, at ein vann sær
heilsu og økta vælveru
aftur, og nú skal ein út-
byggja sær góða heilsu.
Tað er ein hópur av
føroyingum, sum vóru
uppgivir av læknum, ið
hava vunnið sær heils-
una aftur við hjálp av
áður nevnda. Hví ikki
fáa roynt slíkt í dag? Eg
havi áhuga í taka hendan
táttin upp aftur í bløð-
unum, og vil eg heita á
allar lesarar um at geva
sær neyðuga tíð at lesa
heilsu/læknateigar. Tað
hevur avgerðandi týdn-
ing at kunna seg um,
umveg til sjúku og lívið,
ið ein kann vísa tykkum
á, úti á upplýsandi
heimasíðu á internetin-
um.
Tað skal vera alment
funnist harðliga at øll-
um, ið leggja fót fyri, at
føroyingar vinna sær
heilsuna aftur, hvat allir
lækna-autoritetir gera í
dag!
Tað er stórur munur á
heilivágsfyritøkum og
teimum við náttúru-
heilivági og -úrdráttum,
ið eru úti á tí føroyska
heimamarknaðinum.
Tað hevði verið gott um
lesarar, ið kenna fólk við
heilsutrupulleikum v.m.,
gjørdu vart við seg.
PS: Vitja heimasíðuna
www.faroeinn.fo
Føroyingar og heilsu-
trupulleikar v.m.!
Als onki við "anti" at gera
uttan kanska "antisosialistiskt"
Færøbanksagen annar partur
Undirritaðu tingmenn
vilja við hesum heita á
landsstýrismannin um at
taka til umhugsunnar at
økja um friðaða gýting-
arøkið vestanfyri.
Nú fiskurin kemur inn
á grunnarnar at gýta, so
verður nú eins og und-
anfarin ár nógv tosað
um, at fiskurin ikki fær
frið á gýtingarøkinum,
og tá serliga í Vágs og
Sandshavinum.
Hetta kemur av, at tað
friðaða økið ikki dekkar
alt gýtingarøkið ella vár-
leiðina.
Undanfarin ár hevur
verið
stríð
ímillum
veiðuhættir eins og stríð
hevur verið ímillum
skipabólkar á nevnda
øki.
Tí verður við hesum
landsstýrismaðurin bið-
in um at umhugsa, um
ikki nevnda økið átti at
verið víðkað soleiðis, at
allur várgrunnurin kem-
ur undir friðaða økið.
Á løgtingi 31.01.2002
Eyðun Viderø,
løgtingsmaður
Jóanis Nielsen,
løgtingsmaður
Til Jørgen Niclassen,
landsstýrismann
Viðvíkjandi gýtingarøkinum í Vága- og
Sandshavinum
Heini Olsen
Nú eru skjótt nógv ár
síðan ein vælkendur
norðoyingur segði: ”Í
okkara flokki hava vit
ikki brúk fyri vingul-
skóltum...”
So er spurningurin
bara um Javnaðarflokk-
urin hevur pláss fyri
opportunistum.
Gott
nokk eru politikkur og
opportunisma mest sum
systkinabørn, men fyri
tað er ongin orsøk at
leypa á leistum.
Man har et stand-
punkt.... Erlig talt!!
At svølgja kamelar
C
M
Y
K
11
10