Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 26 - 7. februar 2002 Nr. 26 - 7. februar 2002 13 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Asfaltgøla Í Svøríki vilja kapp- ingarmyndugleikarnir vera við, at vantandi kapping á asfaltmark- naðinum hevur kostað svensku skattgjaldar- unum umleið eina mia. krónur. Sambært kapp- ingarmyndugleikunum hevur tann vantandi kappingin havt við sær, at tey stóru byggi- feløgini hava avtalað prísirnar, og tað er ólógligt. Í síðstu viku viðgekk stóra byggifelagið NCC, at tað hevur sam- skipað prísirnar á asfaltarbeiði í fleiri ár, og nú verður hildið, at onnur stór byggifeløg so sum Skanska og Peab hava gjørt tað sama. Fleiri onnur minni feløg eru eisini undir illgruna. Kanningarnar hjá kappingarmyndugleiku num hava nú eisini elvt til, at tað almenna vega- verkið er komið undir illgruna, tí hildið verð- ur, at vegaverkið hevur goldið ov nógv fyri asfaltarbeiði, sjálvt um leiðslan hevur vitað, at prísurin var og høgur. Fleiri svenskar kommunur hava boðað frá, at tær fara í rættin fyri at fáa endurgjald fyri tann ólógliga høga prísin, sum sigst hava verið umleið 25 prosent oman fyri tann veruliga prísin. 500 mió. afturat Seinastu dagarnar hev- ur leiðslan í skandi- naviska flogfelagnum SAS tingast við fakfe- løgini hjá starvsfólk- unum um, hvussu fe- lagið kann spara tær tríggjar mia. krónurnar, sum leiðslan hevur samtykt at spara. Tingingarnar hava gingið væl, og í gjár varð boðað frá, at nú er eftir at finna tær sein- astu 500 mió. krónur- nar. Leiðslan roknar við at røkka helminginum við at spara útreiðslur- nar til teirra, sum ar- beiða umborð á flogfør- unum. Í hesum bólkin- um hava 179 longu fingið uppsagnarbræv. Úr Norðurlondum: Dýrur borgarstjóri Tann umstríddi borgar- stjórin í donsku komm- ununi Farum, Peter Brixtofte, er nú rætti- liga komin í eldin, eftir at blaðið BT sigur seg kunna skjalprógva, at borgarstjórin hevur snýtt sína egnu komm- unu fyri fleiri milliónir krónur. Blaðið hevur m. a. fingið fatur á skjølum, sum vísa, at borgar- stjórin nýtti meiri enn 60.000 krónur á einum matstaði, har hann og tríggir aðru fingu sær ein bita. Rokningina skuldi matstovan senda kommununi. Dagin eftir rindaði kommunan aðrar 83.000 krónur fyri líknandi rokningar. Peter Brixtofte, sum eisini er fólkatings- maður hjá Vinstra, hevur verið umstríddur í fleiri ár, tí hann stýrir Farum kommunu á ein sermerktan hátt, sum ferð eftir ferð hevur fingið kommunala eft- irlitið upp úr stólinum. M. a. hevur kommunan selt sínar skúlar og vatnverkið, sum komm- unan síðani leiðar aftur. Og ítróttarøkið í kommununi, sum er tað mest framkomna í Dan- mark, er fingið til vega við ivasomum verkætl- anum. Higartil er borgar- stjórin sloppin undan myndugleikunum, men hesaferð eru ákærurnar av tí álvarssama slag- num. Dýrari hús Eitt yvirlit hjá norska húsasølufelagnum vís- ir, at tað er vorðið dýr- ari at keypa sær hús ella íbúð í seinastuni. Yvirlitið vísir, at prísurin á vanligum set- húsum hækkaði 6 pro sent frá desember til januar. Íbúðarprísurin hækk- aði uppaftur meiri. Frá desember til januar hækkaði prísurin á íbúðum 8 prosent, og frá januar í fjør til januar í ár var prís- vøksturin heili 16 pro- sent, sigur norska húsa- sølufelagið. -Vit hava roynt at myrða Bill Clinton, men tað miseydnaðist ALTJÓÐA YVIRGANGUR Árni Joensen - Vit hava roynt at myrða Bill Clinton, men tað mis- eydnaðist. Hetta er orðaljóðið í ein- um hondskrivaðum skjali, sum er funnið í leguni Sho- mali uttan fyri suðuraf- ghanska býin Kandahar. Felagsskapurin hjá Osama bin Laden, al-Qaeda, helt til í hesari leguni. Skjalið er skrivað á arabiskum, og saman við tí vóru ymsar tekningar. Tey, sum hava sæð skjalið, siga, at innihaldið bendir á, at ætlanin var at myrða fyrr- verandi amerikanska for- setan í sambandi við onkra altjóða ráðstevnu ella ein toppfund. Eingin dagfest- ing er á skjalinum, men hildið verður, at morðætl- anin skuldi setast í verk fyri tveimum árum síðani. Tað ber ikki til at síggja, um ætlanin varð avlýst, ella um okkurt kom í vegin. Ein amerikanskur trygd- arserfrøðingur í Kabul, Keith Indena, vil vera við, at al-Qaeda hevði eisini lagt eina aðra morðætlan ímóti Bill Clinton, og at forsetin ta ferðina skuldi myrðast, tá hann var í einari golfkapping. - Vit síggja í skjølunum upplýsingar um, hvussu trygdarskipanin kring for- setan var, sigur Keith In- dena. Hann sigur, at í skjøl- unum sæst eisini, at al- Qaeda kannaði trygdar- skipanina hjá Secret Ser- vice ógvuliga gjølla. Sambært trygdarserfrøð- inginum hevði júst ein golfkapping verið væl egn- að til morð, tí undir slíkum umstøðum er trygdin ikki so umfatandi, sum tá for- setin er á vitjan onkun- staðni. Keith Indena sigur, at al- Qaeda hevði eisini neyvar upplýsingar um, hvussu bilafylgið hjá Clinton for- seta plagdi at vera skipað. Aftan fyri sjálvan forseta- bilin koyrdi altíð ein bilur við alvápnaðum trygdar- monnum, og sambært Keith Indena ætlaði al- Qaeda at søkja at hesum bilinum fyrst og síðani bilinum, sum forsetin var í. Ætlaðu at myrða Clinton Eftir tær álvarssomu atfinningarnar frá teimum, sum arbeiða á oljupallunum hjá Mærsk í Norðsjónum, hava myndugleik- arnir gjørt av at kanna viðurskiftini OLJUVINNA Árni Joensen Tað er sjálvur vinnumála- ráðharrin, Bendt Bendtsen, sum hevur tikið avgerð um at kanna trygdina á olju- pallunum hjá Mærsk. Bendt Bendtsen sigur, at trygdin á teimum donsku olju- og gasspallunum í Norðsjónum skal vera í lagi, og at tað er umráðandi at kanna viðurskiftini til botns alt fyri eitt. Hann hevur tí gjørt av at skipa so fyri, at trygdar- viðurskiftini verða kannað beinanvegin. Ráðharrin leggur dent á, at talan er um eina óvilduga kanning, og tí er kenda norska felagið Det Norske Veritas biðið um at gera kanningina. Felagið skal kanna allar atfinningarnar, sum ar- beiðsfólk á pallunum hjá Mærsk eru komin við. Kanningin skal verða liðug um tveir ella tríggjar mánaðir, og úrslitið verður avgerandi fyri, um mynd- ugleikarnir fara at taka onnur stig, sigur Bendt Bendtsen, vinnumálaráð- harri. Tey, sum arbeiða á pall- unum hjá Mærsk í Norð- sjónum, hava m. a. víst á, at viðlíkahald er at kalla einki, og at felagið støðust gevur boð um at økja framleiðsluna, hóast pall- arnir eru gamlir og illa farnir orsakað av tí vant- andi viðlíkahaldinum. Trygdin á Mærsk-pallunum skal kannast Bill Clinton Mynd: Reuters Skála Kommuna hevur tikið stig til fyrireika eitt stórt øki til havnalag. Verður tað neyðugt, kann nýggja havnalagið verða fleiri hundrað- túsund fermetrar ÚTBYGGING Áki Bertholdsen Í fyrstu atløgu vunnu Runavíkingar slagið um at gerast føroysk oljuhavn. Men á Skálafjørðinum hava tey ikki slept vónini um, at tey fara at varðveita olju- vinnuna har inni. Í øllum førum ætla tey ikki at vera tikin á bóli, so vánaligar umstøður skulu vera tað, sum ger, at olju- vinnan gleppur teimum av hondum. À Skála, sum leggur saman við Runavíkar Kommunu um nøkur ár, eru tey eisini farin at fyrireikað seg til oljuvinnuna. Kári Johannesen, borgar- stjóri, sigur, at bygdaráðið er farið undir at endur- skoðað byggiætlanina fyri kommununa. Endamálið við tí er at leggja eitt stórt økið á Skála av til havnaøki. Hann sigur, at tey eru farin í holt við skitsurnar til tað nýggja havnaøkið. Hetta er eitt havnaøki, sum ið røkkur líka frá Skála, norður ímóti Skála- botni. Hann sigur, at umstøð- urnar at gera havnaøkið har eru avbera góðar, Tað er slætt og tað skal ikki fyllast rættiliga langt út, áðrenn dýpið verður 10 metrar. Hvussu stórt hetta øki er, veit hann ikki enn, men møguleikar eru fyri at gera eitt havnaøki upp á fleiri hundrað túsund fermetrar, verður tað neyðugt. Kári Johannesen dylir ikki fyri, at hetta er fyri at ganga krøvunum frá olju- vinnuni á møti, verður Skálafjørðurin oljuhavn. Men hann leggur eisini dent á, at tað er ikki so, at Kommunan fer fer undir at gera havnaøki. Skála- og Runavíkar kommuna hava ikki møgu- leikar at fara undir eitt so stórt havnalag. Men vit ætla at leggja økið av til havn, so at vit hava tað at vísa oljufeløgunum á. – Skal nakað gerast har, verður tað í samstarvi ímillum kommununa og aðrar íleggjarar, eitt nú oljufeløgini, tí tilsamans verður talan um útbygg- ingar fyri hundraðtals milliónir. Tað, sum komm- unan sjálv fer at gera av havn, verður bara okkurt smávegis, sum hon hevur ráð til. Kommunan er í løtuni í ferð við at gera havnalag í sambandi við Skipasmiðj- una. Ein partur av tí er gjørt fyri 1,7 miillión og nú er ein partur eftir, sum kostar áleið tað sama, kanska eitt sindur meir. Men á fíggjar- ætlanini í ár er onki sett av til havnaútbygging, tí í ár verður útstykking til grund- stykki raðfest hægri. Hann sigur, at tekur ein verulig oljuivinna seg upp, verður brúk fyri einum øki uppá 10-15.000 fermetrar fyri hvørt borihol, so tað kann so skjótt vera, at tørv- ur er á einum veldugum havnaøki, sigur Kári Johannesen og tað, sum kommunan ætlar, er at hava eina fullfíggjaða ætlan fyri, hvussu tað kann gerast. SPÆLIPLÁSS Áki Bertholdsen Skálafólk mugu bíða eitt sindur enn eftir at fáa spælipláss í bygdini. Tað vóru nøkur fólk, sum høvdu søkt um at fáa eitt stykki til spæli- pláss, men hesum ætlar kommunan at bíða við. Talan er um tey, sum búgva í býlinginum Útí á Fløtum, sum høvdu søkt um eitt stykki til spælipláss. Fyri nógvum árum síðani, áðrenn byggi- ætlan varð gjørd, hevði ein maður fingið loyvi at byggja á einum stykki. men tað hóskaði ikki væl saman við byggi- ætlanini, sum kommun- an og hann gjørdu gera- býti, so at kommunan fekk stykkið frá honum og hann fekk eitt annað stykki ístaðin. Hetta stykki, sum kommunan fekk aftur, ætlaðu fólkið í granna- lagnum nú at fáa til spælipláss. Men borgarstjórin, Kári Johannesen, sigur, at tað er eitt annað øki í byggiætlanini, sum er sett av til spælipláss og bygdaráðið er tí ikki sinnað at lata tey fáa tað gamla grundstykki til spælipláss í fyrstu syftu. Nú er so ætlanin at kanna møguleikar fyri at gera stykkið til spæli- pláss, sum er sett av til endamálið. – Men verður tað ov dýrt, er onki til hindurs fyri, at tey fáa tað gamla grundstykki, so talan er ikki um, at kommunan noktar teimum spæli- pláss, vit vilja bara kannað møguleikarnar fyrst at gera stykkið til spælipláss, sum var ætlað til endamálið. Skála Kommuna fer at stykkja 19 grundstykki út í ár ÚTSTYKKING Áki Bertholdsen Seinastu tíðina hevur trot verið á grundstykkj- um í Skála kommunu. Men tá ið Kommunan er liðug við eina útstykk- ingarætlan, sum hon nú er farin undir, fer tað at hjálpa heilt væl. Kári Johannesen borg- arstjóri á Skála, sigur, at kommunan er farin í holt við eina útstykking við 19 grundstykkjum. Í fyrstu syftu verður farið undir at gera tey fyrstu níggju av teimum byggibúgving. Tað ar- beiðið byrjar beinan- vegin. Ognarviðurskiftini í sambandi við hini 10 grundstykkini eru ikki heilt avgreidd enn, tí lendið er ognartikið til endamálið, men onkrir av eigarunum hava mót- mælt og tað má avgreið- ast fyrst. Borgarstjórin væntar tó, at málið verður av- greitt heilt skjótt, so at farast kann undir at gera stykkini byggibúgvin í summar. Hann sigur, at komm- unan hevur 23 umsóknir liggjandi frá fólki, sum vilja hava grundstykki. Um øll høvdu tikið av, fingu tey stykki nú, veit hann ikki, so tá ið tey 19 stykkini eru útvegað, man tørvurin verða áleið nøktaður. Grundstykkini eru ímillum 550 og smáar 700 fermetrar stór og Bygdaráðið hevur av- gjørt at selja tey fyri 75 krónur fermeturin, púra byggibúgvin við kloakk og vegi til. Sostatt fer eitt stykki uppá 600 fermetrar at kosta 45.000 krónur. Í næstum byrjar útibarnagarður í Æðuvík til 25 børn BARNAANSING Áki Bertholdsen Runavíkar Býráð hevur nú sett leiðaran til útibarna- garðin, sum ætlanin er at seta á stovn. Tað er Kára Løkin, ið er settur sum leiðari fyri úti- barnagarðin. Tað var ikki ein starvssetan, sum voldi Býráðnum serligar trupul- leikar, tí tað bara hendan eina umsóknin. Og tá ið hon harafturat var væl skikkað til starvið, var í roynd og veru bara talan um eitt avgreiðslumál. Kára Løkin er 40 ára gomul og petagokur við drúgvum arbeiðsroyndum. Ætlanin var upprunaliga, at hesin útibarnagarðurin skuldi vera í gamla skúlanum í Lamba. Men arbeiðið at byggja hann um, er seinkað og tí verður barnagarðurin í Missións- húsinum í Æðuvík, til húsið í Lamba er liðugt. Tað verður pláss fyri 25 børnum í nýggja útibarna- garðinum. Søkt er eisini eftir hjálparfólki til barna- garðin og ætlanin er at lata hann upp sum skjótast, helst í hesum mánaðinum,. Rodmund Nielsen, borg- arstjóri í Runavík, sigur tað standa yvir 60 børn á bíðilista eftir at fáa ansing í Runavíkar Kommunu. Annars hevur kommunan barnagarð til 54 børn. Men hann verður nú niðurlagdur og ístaðin verður nýggjur barnagarður bygdur til 90 børn. Tann barnagarðurin verður liðugur fyrst í komandi ári. Umframt barnagarð, hev- ur kommunan eisini yvir 80 børn í dagrøkt. Rodmundur Nielsen sigur, at tá ið nýggi barna- garðurin er liðugur, fer tað at líða heilt væl, at tørvurin er nøktaður. Í allar nærmastu framtíð byrjar útibarnagarður í Missiónshúsinum í Æðuvík, men seinni flytir hann til Lamba Leiðari settur til útibarnagarð Skála fyrireikar seg til olju À Skála eru tey farin at fyrireika eitt havnaøki ið røkkur líka frá Skipasmiðjuni, norður ímóti Skálabotni.Tilsamans kunnu fleiri hundraðtúsund fermetrar av havnaøki útvegast Mugu bíða eftir spæliplássi Mangla grund- stykki á Skála C M Y K 13 12