hósdagur 7. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sum úrslit av Opel/
Renault samstarv-
inum eru tveir sam-
líkir vørubilar
komnir á marknaðin.
Talan er um Renault
Trafic og Opel Vivaro,
ið eru næstan heilt
eins. Teir verða
gjørdir á eini GM
verksmiðju í Ong-
landi. Bilarnir eru
kosnir ársins vøru-
bilar í Danmark og í
Evropa. Vit hava her
hugt nærri at einum
Renault Trafic frá VR
Bilu
BILAR
Magnus Gunnarsson
Nýggi Renault Trafic er
eyðkendur av markantum
linjum og smartum designi,
samstundis sum bilurin
hevur sera rúmligan kassa.
Trafic hevur notið gott av
teimum royndum, ið Re-
nault hava fingið í sam-
bandi við menningina av
øðrum Renault bilum, sum
til dømis Kangoo og Mast-
er. Hetta hevur givið góð
úrslit, og bilarnir hava fing-
ið fleiri heiðurslønir í
Evropa.
Bilurin innan
Innan er Trafic sum ein
persónbilur. Góður at sita í,
útsýnið frá førarasetrinum
er gott, og bilurin er lættur
at koyra. Eins og á øðrum
Renault MPV modellum er
ein kappi omaná instru-
mentborðinum, so instru-
mentini ikki speglast í
forrútinum. Nógv pláss eru
til at leggja lutir frá sær á.
Girstongin er í niðara parti
av instrumentborðinum. Av
standardútgerð kunnu vit
nevna tónaðar rútar, fjar-
stýrt sentrallás, rættið og
førarasetrið kunnu stillast í
hædd.
Skivubremsur aftan
og framman
Tríggir motorar eru at velja
ímillum, tveir 1.9 dCi
commonrail dieselmotorar
við ávikavist 82 og 100 hk.
Eisini er ein bensinmotorur
við 120 hk á skránni.
Seinni kemur ein 2.5 dCi
við 133 hk. Stórur dentur er
lagdur á at halda rakstrar-
kostnaðinum niðri, við t.d.
at hava langt millum eftir-
litini. Allar útgávurnar hava
skivubremsur framman og
aftan. Saman við ABS
bremsum og elektroniskum
bremsukraftdeilara,
eru
bremsurnar á Trafic millum
tær bestu í sínum klassa.
Lastar 1200 kg
Trafic fæst í tveimum
longdum
við
tveimum
aksulfrástøðum og lastar
upp til 1200 kg. Í stuttu
útgávuni er rúmið í kass-
anum 5 rúmmetrar og í
longru útgávuni, ið er 40
cm longri, er rúmið 5.9
rúmmetrar. Lessihæddin er
lág, so lætt ar at handfara
vøru í og úr bilinum, og
hjólkassarnir
taka
lítið
pláss úti í síðunum á kass-
anum. Seinni í ár kemur ein
minibussur á skránna og
ein kassavognur við høgum
taki.
Lessihæddin er lág, so lætt er at
handfara vøru í og úr bilinum,
eins og hjólkassarnir taka lítið
pláss í kassanum.
Nr. 26 • hósdagur • 7. februar 2002 • 76. árg.
Renault Trafic 1.9 dCi
Motorurin
4 syl. 1.9 dCi turbodiesel og 100 hk
v. commonrail innspræning
Oljunýtsla
13.5 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
205/65-16
Stødd og vekt (styttra modellið)
Longd
478,2 cm
Breidd
190,4 cm
Hædd
195,9 cm
Eginvekt
1900 kg
Lastar
1200 kg
Kassin
5.3 rúmmetrar
Søluumboð
VR Bilar
Hoyvíksvegur 61
FO-100 Tórshavn
T l f
322110
Renault Trafic – ársins vørubilur
í Danmark og í Evropa
Innan er Trafic sum ein
persónbilur. Eins og á
øðrum Renault MPV
modellum er ein kappi á
instrumentborðinum, so
instrumentini ikki speglast í
forrútinum
Flutningsfyritøkan Safari Transport í Havn keypti fyrsta Renault Trafic av nýggja modellinum.
Bilurin er av styttru útgávuni við 1.9 dCi commonrail dieselmotorinum við 100 hk og 6 gir.
Knút Lützen frá Safari Transport, fær her bilin handaðan av Sverra Steintún frá VR Bilum
Bilatorgið
s.16 & 17
15
14
Nr. 26 - 7. februar 2002
Birgir Nónsgjógv,
virkisleiðari, sigur, at
tilsamans 60 fólk
atkvøddu; 32 vóru
fyri at broyta
døgurðatíman til
matarsteðg, meðan 27
vóru ímóti. Ein
atkvøða var blonk
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Mánadagin atkvøddi ar-
beiðsfólkið á saltfiskavirk-
inum hjá Fiskavirking á
Toftum um at broyta døg-
urðatíman til matarsteðg.
Atkvøtt varð um eitt ítøki-
ligt uppskot, sum leiðslan á
virkinum saman við álitis-
fólkunum
hevur
gjørt.
Skotið er upp at hava ein
matarsteðg í 20 minuttir
millum kl. 12 og 13 og
síðan ein kaffisteðg fyrra-
part og ein seinnapart uppá
15 minuttir hvør. Við hesi
skipan hevði vanligi ar-
beiðsdagurin verið liðugur
kl. 16.10. Um arbeitt verð-
ur longri, verður yvirtíð
goldin eftir kl. 16.10.
Tepur meiriluti
Birgir Nónsgjógv, virkis-
leiðari, sigur, at tilsamans
60 fólk atkvøddu um
uppskotið; 32 vóru fyri at
broyta døgurðatíman til
matarsteðg, meðan 27 vóru
ímóti. Ein atkvøða var
blonk.
Spurdur, hvat leiðslan fer
at gera, nú meirilutin er so
tepur, sigur virkisleiðarin,
at leiðslan fer at skriva
Arbeiðsmannafelagnum á
Toftum eitt bræv, har greitt
verður frá úrslitinum. Spurt
fer eisini at verða, um
felagið góðtekur uppskotið,
sum meirilutin hevur sam-
tykt.
Birgir er ikki so sann-
førdur um, at arbeiðs-
mannafelagið fer at taka
undir við hesum, men hetta
fæst ikki at vita, fyrr enn
felagið hevur sagt sína
hugsan um málið.
- Eg stúri fyri, at tað
verða hasir seinastu 10
minuttirnir, sum togast
verður um, hóast teir eru
fyri at "kompensera" lønina
hjá arbeiðsfólkinum, tí
kaffisteðgirnir í uppskotin-
um eru 15 minuttir í staðin
fyri 10 minuttir hvør.
Virkisleiðarin heldur tað
vera órealistiskt, um kaffi-
steðgirnir
fyrrapart
og
seinnapart bert verða 10
minuttir, tí tá fáa fólk ikki
stundir at koma úr og í
klæðini aftur.
- Tí halda leiðsla og
álitisfólk tað vera skilabetri
at hava kaffisteðgir, sum
kunnu haldast, sigur hann.
Eina roynd vert
Birgir sigur, at fer ar-
beiðsmannafelagið at geva
uppskotinum sítt viðmæli,
verður skipanin sett í verk í
einar 2-3 tríggjar mánaðir
sum eina roynd.
- So, kann málið við mat-
arsteðgi ella døgurðatíma
takastuppaftur. Halda fólk
tá, at gamla skipanin var
betri, er einki til hindurs
fyri at venda aftur til van-
ligan døgurðatíma.
Birgir er ikki í iva um, at
tað,
sum
arbeiðsfólkið
hevur tikið støðu til, er, um
tey vilja hava døgurðatíma,
soleiðis sum hann er í dag
ella ein matarsteðg og har-
við sleppa fyrri til hús.
- Eg trúgvi ikki, at hasir
10 minuttirnir, sum arbeitt
verður eftir kl. 16, hava
vigað tungt í avgerðini.
Hetta snýr seg um døg-
urðatíma ella matarsteðg,
sigur hann.
Onkur av pakkarunum,
sum vanliga arbeiða eitt
sindur longri enn hini
fólkini, halda, at dagurin
gerst og strævin, um døg-
urðatímin verður tikin av,
men her vísir Birgir á, at
eisini hesi fólkini sleppa
ein tíma fyrr til hús, enn tey
annars høvdu gjørt.
- Vit umhugsa eisini at
gera eina skipan, har pakk-
ararnir fáa “styrk”, tá ið tað
er neyðugt, so øll verða
fyrri liðug, sigur Birgir
Nónsgjógv, virkisleiðari.
Tepur meiriluti fyri at
avtaka døgurðatíman
Tað er lítil fiskur á
marknaðinum í
løtuni, og mána-
dagin og týsdagin
vórðu bert smá-
vegis nøgdir seldar
um uppboðssøluna
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Saltangará: Sjálvt um
veðurlagið er heldur
frægari aftur, er lítið
fiskaarbeiði
á
fleiri
virkjum kring landið.
Eitt av virkjunum,
sum oftast plagar at hava
nóg mikið av fiski, er
Fiskavirking í Saltang-
ará. Men har var turt
gólv í gjár, og væntandi
verður eisini turt gólv í
dag.
Eingin landing var
mánadagin og týsdagin,
og á virkinum vistu tey
ikki, nær tey fyrstu skip-
ini koma innaftur at
landa.
- Tað er lítil fiskur á
marknaðinum í løtuni,
og mánadagin og týs-
dagin vórðu bert smá-
vegis nøgdir seldar um
uppboðssøluna,
sigur
Jason Johannesen, virk-
isleiðari.
Á Fiskavirking í Sal-
tangará arbeiddu tey tó
alla síðstu viku, og tey
arbeiddu eisini mána-
dagin, tí nakað av fiski
lá niðurfyri frá undan-
farnu viku.
Smávegis ábøtur
- Í løtuni vita vit einki,
men tað kann altíð
okkurt stinga seg upp,
og tað vóna vit, so
steðgurin ikki verður ov
langur, sigur virkisleið-
arin.
Á fiskavirking í Sal-
tangará verða smávegis
ábøtur gjørdar, nú gólv-
ini eru turr, og maskin-
urnar standa stillar.
Turt gólv
í Saltangará
C
M
Y
K
14
www.sosialurin.fo