Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 26 Sosialurin Jólaborðhald Søt ella SyndaFUll til jólaborðhald Hetta vilja kvinnur hava... 1) Ein mann, sum dugur at gera mat og hevur eitt gott starv! 2) Ein mann, sum fær teg at flenna! 3) Ein mann, sum tú kanst líta á! 4) Ein mann, sum elskar at elska við tær! 5) ..men tað er umráðandi, at hesir fýra mennirnir ikki kennast! Jóla frokosturin hjá stjóranum: .. tú ert eisini stjóri, tá tú ert til jólafrokost .. tú ert ein fyrimynd fyri starvsfólkini .. halt tey edrúa/n .. ikki tosa um løn og setanarviðurskifti .. mark er millum privat og persónligt .. sig orsaka mánadagin, um tú kortini drekkur ov nógv og gjørt okkurt býtt .. hetta er starvsfólkaball, so far heim, áðrenn fólk verða erlig Kilde: Ledernes Hovedorganisation Kanna eftir, um tú ert klár til jólafrokostin? Set X Nylonsokkar Tyggigummi Intimserviettar Lummafløska Varrastift Hýt Push-up's Sjálvbrúnari Eftirgjørdar negl og vippur Angribollar Munnspray Siggarettir og eld Sodavatn og pizza á køl Treo Spann Trussir Fartelefon Visakortið hjá manninum Plástur til føturnar Tey flestu skikka sær pent Visti tú, at tað er størri vandi fyri, at tú endar í slagsmáli, enn at tú mígur í buksurnar á jólafrokostinum? Í øllum førum, um vit skulu trúgva tí stóru jólafrokostkanningini hjá Ekstra Blaðnum, har 2500 fólk vórðu spurd, hvussu tey hava skikkað sær á jólafrokosti. Eisini er minni vandi, ella møguleiki, fyri, at tú bara nálgast uppi í einum starvsfelaga ella stjóranum, enn at tú hevur sex við onkrum. 15 prosent siga seg bara hava nálgast, og 16 prosent hava havt sex. 1 prosent av mannfólkunum og 5 prosent av kvinnunum hava havt sex við stjóranum! Men tað vanliga er, at fólk skikka sær pent. Hetta siga 22 prosent seg gera. Kortini eru 19 prosent, um hava spýð á einum jólafrokosti. Varrastift á skjúrtuflippuni? Gníggja uppvaskisápu á blettin, legg skjúrtuna í ein plastposa í 5 tímar og vaska sum vanligt...