Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 Sosialurin Jólaborðhald a sær á Viðareiði Í fyrstu syftu skuldi ein ikki trúð, at fólk úr øðrum økjum enn Norðoyggjum ynskja at fara so langa leið sum norður til Viðareiðis bert til eitt jólaborðhald. Gongdin hevur tó víst tað tey seinnu árini, at hesin áhugin bara er vaksin ár undan ári. Nógvar orsøkir kunnu vera til hetta, eins og víst er á aðra staðni í greinini. Ein onnur rættiliga týðandi orsøk kann vera hon, at jólaborðhaldið er júst á Viðareiði. Her eru ikki somu møguleikar at sleppa av bygdini, eins og aðrastaðni. Tað vísir seg mangan, at eru yngri fólk við í einum selskapi, so hava tey hug at fara oman í býin, tá borðhaldið er liðugt. Men her norðuri er øðrvísi. Tá fyritøkur koma við sínum fólki til Viðareiði verður tað ofta við bussi. Tá avtala tey bara, at bussurin koyrir heimaftur eitt ávíst tíðspunkt. - Og tá er ikki nógv annað at gera hjá fólki enn at luttaka í jólaborðhaldinum saman við øllum hinum. So her eru øll komin saman fyri at hugna sær, líka til tað endar, slær Jógvan Heinesen fast. Langa leið avstað