Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 24 Sosialurin Jólaborðhald hugni – Vit hava nústaðni lýst við ársins jólaborðhaldum, men vit hava longu fingið fleiri bíleggingar. So tað er líkt til at fólk dáma væl at koma norður til okkum á Viðareiði, sigur Jógvan Heinesen, kokkur á Hotel Norð. Í ár verða ikki færri enn fýra slík jólaborðhald Snorri Brend – Í roynd og veru er longu eitt av kvøldunum fult teknað, sigur Jógvan brosandi. Enn eru sjálvandi pláss eftir á hinum trimum, hóast bílegg ing­ arnar longu eru byrjaðar at koma inn. Tað sjáldsama við bíleggingunum er, at tað eru færri norðoyingar til jólaborðhaldini nú enn tað vóru áður. Broytingin hendi í roynd og veru í 2006, tá Norðoyatunnilin lat upp. – Fyrr var tað so, at eini 70 pro­ sent av fólkunum vóru úr Norð­ oyggjum, og restin úr Eysturoynni og aðrastaðni. – Í dag er støðan júst tann øvugta, tí nú koma bert eini 30 prosent úr okkara øki, meðan tann størri parturin kemur aðrastaðni frá, staðfestir Jógvan Heinesen. Fyrr vóru jólaborðhaldini mest merkt av einstaklingum. Í dag er støðan hon, at tað nú í størsta mun eru arbeiðspláss sum avgera at hava jólaborðhald sítt á Viðareiði. Rakt plett Liðin eru mong ár síðani tey á Hotel Norð byrjaðu við hesum jóla borðunum, sum nú eru vorðin so mikið væl umtókt, at tey í ár fyrireika seg til trý slík kvøld. – Ja, tað verður faktist eitt fjórða eisini. Men tað er ein fyritøka sum hevur leigað hotellið til teirra interna jólaborðhald, greiðir Jógvan frá. Tey fyrstu árini var bert tað eina jólaborðhaldið við eini 200 fólkum. Eftir teirra meti tá, var her talan um eitt stórt tiltak, tá ein kundi savna so nógv fólk úr Norðoyggjum og aðrastaðni frá til eitt slíkt tiltak á Viðareiði. Byrjaði varð í smáum fyri níggju árum síðani, men seinastu fýra árini hava tey valt at gera meiri burtur úr, bæði mati og ikki minst undirhaldinum við borðið og aftaná borðhaldið. Og sigast má, at hetta stríðið hevur eisini givið úrslit, tí líkt er til at fólk dáma væl at fáa allan pakkan ­ t.v.s. bæði mat, drekka, skemt, dans við góðum sangarum og ikki minst tann serliga hugnan sum er í norðastu bygd okkara. Fýra teir seinastu árini hevur skemtarin Hilmar Jan undirhildið á jólaborðhaldinum. Í fjør ­ og aftur í ár – hevur hann Robert McBirnie við sær, og plaga teir at skemta sær, syngja fyri og hugna um fleiri ferðir á einum slíkum kvøldi. – Vit hava megnað at savna eini 300 fólk hvørt kvøldið her norðuri. Og tá ein hugsar um, at flestu teirra koma úr Eysturoynni og aðrastaðni, so kann ein ikki siga annað enn, at vit hava rakt plett við hesum tilboðnum, vísir Jógvan Heinesen á. Oman í býin Tá Hotel Norð byrjaði við jóla borð­ haldunum komu flestu gestirnir, ikki óvæntað úr Norðoyggjum. Sum nevnt omanfyri er ein broyting hend á hesum økinum. Ein onnur staðfesting á økinum er aldurin á gestunum hesi kvøldini. Tey flestu eru omanfyri 18 ár, men tað kemur tó fyri, at onnur yngri fólk eisini eru við til borðhaldini. Nógvastaðni skipa fyritøkurnar fyri bussflutningi fram og aftur, meðan onnur velja at sova á Viðar­ eiði. Hetta er helst eisini neyðugt, tí fólkini koma bæði frá fyritøkum í Eysturoynni, Kollafirði og enntá heilt ur Havn. Hotel Norð hevur bert 15 kømur, so her rúmast ikki øll, ið hava ynski um eina yvirnátting. – Men tað vísir seg, at tá jólaborð­ haldini eru, verða øll summarhúsini í bygdini leigað út. Ja, tað kunnu gott sova eini 50­60 fólk her í bygdini eftir eitt slíkt tiltak, greiðir Jógvan frá. snorri@sosialurin.fo 1000 fólk hugna 30+ Hóast jólaborðhaldini á Viðareiði venda sær til øll, hava tey so líðandi sæð, at tað er ein ávísur aldursbólkur sum serliga hava tikið av hesum tilboðnum. – Eg haldi, at vit kunnu siga at okkara gestir eru fólk í bestu árum, um eini 30 og 40 ár, sigur Jógvan Heinesen á Hotel Norð. Tað eru uttan iva nógvar orsøkir til at jóla­ borðhaldini kring landið eru vorðin so væl umtókt. Og tað eru eisini serstakar orsøkir til at jólaborðhaldið á Hotel Norð eisini telist millum hesi. Á hotellinum verður alt gjørt fyri at fólk skulu fáa góðan mat. Soleiðis kunnu tey í ár gleða seg til eina matarskrá við fimm rættum, alt frá fiskastartara til lambskjøt og mandlurís. Skipað er soleiðis fyri, at allar drykkivørurnar, ið verða settar fram, eru ókeypis. Íroknað prísin fyri borðhaldið er eisini dansurin. Her hava tey lagt seg eftir at hava tey góðu nøvnini á skránni. Okkurt árið hevur country­ sangarin Hallur Joensen, bólkurin Showmenn og Spaðar 5 spælt til dans, og í ár verða ikki minni kend nøvn á skránni ­ Kim Hansen og Jens Marni Hansen. Lítið man vera at ivast í, at undirhaldið eisini er í góðum hondum, tá skemtararnir báðir Hilmar Jan og Robert standa fyri tí. Alt íroknað SKEMT Tá Hilmar Jan og Robert eru í lag, spyrst altíð okkurt skemtiligt burturúr, bæði í herming, sangi og stuttligum søgum ALLuR PAKKin Jólaborðhaldini á Hotel Norð eru sera væl umtókt. Her fáa fólk bæði mat, undirhald, dans og hugna, alt í einum. - Fólk koma her fyri at hugna sær, sigur Jógvan Heinesen, kokkur Mynd: Jens Kristian Vang Her eru øll komin saman fyri at hugna sær, líka til tað endar Fyrr var tað so, at eini 70 prosent av fólkunum vóru úr Norð­ oyggjum, og restin úr Eysturoynni og aðrastaðni Vit hava megnað at savna eini 300 fólk hvørt kvøldið her norðuri