mikudagur 29. september 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
30
Sosialurin
Jólaborðhald
1. Hygg ikki at HVAT, men HVUSSU NÒGV tú etur.
Størsti trupulleikin við jólaborðhaldunum er ikki, at maturin
er feitur og ósunnur. Heldur eru tað stóru mongdirnar vit
eta, tá vit vikuskifti eftir vikuskifti fylla okkum við køldum
borðum, steikum, sós og mandlurísi. Minst til, at tær ikki
nýtist at eta fyri restina av árinum –tú fært heilt víst mat
aftur í morgin. Fá tær eina vanliga mongd av mati, njót hann,
og lat vera við at fylla teg upp undir úlvin.
2. Drekk vatn
Alkohol er vorðin ein fastur partur av jólaborðhaldunum.
Vit skulu ikki mæla tær til at leypa vín og snaps um, men
minst bara til at drekka vatn afturvið. Ein góð regla er, at
fyri hvørja eind av alkoholi tú fært, skalt tú eisini drekka eitt
glas av vatni. Alkohol er rein orka, sum fitar, men drekkur tú
vatn, drekkur tú minni av alkoholi. Og tað ger, at tú eisini etur
minni. Bæði tí, at vatnið mettar, men eisini tí, at alkoholið fær
teg at eta meiri.
3. Et grønt afturvið
Tað munnu vera fá jólaborð, sum ikki hava okkurt grønt at
bjóða. Lat vera við at leypa tað um!
4. Minst til grova breyðið
Fert tú til kalt borð, minst so til at eta breyð eisini. Summi hava
lyndi til at fylla sær tallerkin við øllum teimum spennandi
páleggunum og feitu salatunum, men leypa breyðið um.
Men grovt breyð mettar væl og fær teg harvið at eta minni
av øllum tí feita. Hvítt breyð og keks telja tó ikki við sum gott
breyð.
5. Lat vera við at “goyma pláss” til matin
Summi hungra seg allan dagin, tá tey skulu til borðhald, fyri
at tey við betri samvitsku kunnu eta meiri um kvøldið. Hetta
er tó eitt vánaligt hugskot, tí vandin er, at tú verður alt ov
svong og missur tamarhaldið. Tá er skjótt til at eta nógv meiri,
enn tú vildi gjørt, um tú hevði etið fyrr um dagin. Tað kann
avgjørt heldur ikki viðmælast at vera hungurstungin, um tú
ætlar at smakka tær á.
6. Et spakuliga og njót matin
Magin verður mettur áðrenn eyguni, men etur tú ov skjótt,
nært tú ikki at merkja mettuna. Gev tær góðar stundir, njót
tað, tú etur, og gevst, tá magin er mettur –eisini hóast eyguni
krevja meira.
7. Orkar tú veruliga at eta omaná?
Tey flestu hava longu etið seg um rygg, tá dessertin verður
borin inn á borðið. Hóast tað, fáa tey sær minst einaferð av
dessertini. Men lat vera at stúva mandlurísið niður í magan,
um tú ikki orkar tað. Tað er loyvt at siga nei takk.
8. Hjálp til við at rudda av borðinum
Um veitslan verður hildin heima ella í arbeiðshølunum, hjálp
so til við at rudda av. Øll rørsla hjálpur uppá forbrenningina,
so reis teg, tak tallerk tín og ber út av borðinum.
9. Lat vera við støðuga átinum
Ofta verða føt við chipsi, karamellum ella øðrum freistandi
sett fram, eftir at máltíðin er etin. Men royn og halt teg frá
tí. Serliga um tú hevur drukkið, kanst tú eta nógvar eyka
kaloriur á henda hátt uttan at varnast tað. Og lat vera við at
ganga aftur á matin og pilka og piða.
10. Far upp dagin eftir
Hóast tað kanska er freistandi at liggja í songini ella á sofuni
allan dagin eftir og eta ósunt, er tað nógvar ferðir betri fyri
teg at koma upp. Far út og gakk ein túr og rør teg eitt sindur.
11. Halt vektina
Tað er ósannlíkt, at tú fert at klænka hesa tíðina. Lat tí vera
við at seta tær tað sum mál -annars verður desember sera
strævin. Royn heldur at halda vektina, tú hevur, og goym
klænkingina til januar.
12. Rørsla millum borðhaldini
Ger tær greitt, at november og desember eru merktir av
nógvum áti, og hugsa um tað í gerandisdøgunum. Tak
trappuna heldur enn lyftina, gakk heldur enn at koyra og far
út og skeið við børnunum. Royn sum heild at røra teg hvønn
dag. So kanst tú fara til jólaborðhaldini við góðari samvitsku
– og sleppa undan at keypa jólastásið í eini størri stødd enn
tú vanliga nýtur.
Slepp
undan
jóla
dellunum
Fyri tey flestu er desember merktur av mati og ováti. Serliga tey mongu jólaborðhaldini,
sum longu byrja í november, gera sítt til, at alt ov nógv verður etið. Men her eru nøkur
góð ráð til, hvussu tú kemur ígjøgnum øll borðhaldini uttan at tyngjast.
Lagt til rættis: Eydna Skaale