mikudagur 29. september 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
Sosialurin
Jólaborðhald
yra bara til
Ósunnur
jólamatur
Tann tradisjonelli maturin
ger seg eisini galdandi,
tá tey á Vesturstovu í
Fuglafirði skuldu hugna
um tey eldru við eitt jóla
borð hald. Tá er vist ikki
tann stóri munur á matar
skránni á sambýlinum
og í einum vanligum
føroyskum heimi.
– Og ja, jólamaturin er
ógvuliga ósunnur matur.
Eingin ivi um tað, slær
Olga Hansen fast.
Her kann talan vera
um eina meiri at kalla
útlendska matskrá: Eina
góða og vælgødda dunnu
ella eina góða fleska
steik, sum bæði hava tað
til felags, at nógv feitt
er í.
Velur ein hinvegin at eta
ein meiri føroyskan rætt,
tá ein koyrir ræst kjøt í
ovnin, er eisini talan um
feitan kost í so máta.
Í øllum trimum førum
er talan um rættiliga
ósunnan mat.
Hóast ein í okkara tíð
tosar nógv um sunnan
kost, grønmeti og heilsu,
hevur hetta líkasum
ikki rinið við, hvørki tað
verandi ættarliðið ella
tað komandi. Tey ungu
vilja helst eta tað sama
sum tey eldru á jólum.
– Men, slær Olga bros
andi fast. – Tað ger ikki
so nógv, um ein bert
etur ósunnan mat á
jólum. Best er sjálvandi,
at eta sunnan mat frá
nýggjárinum og til jóla.
LESKILIGT
Næmingarnir á Kokkaskúlanum í Klaksvík hava lagt
nógva orku í at fáa alt at síggja so leskiligt út sum tilber.
- Her er okkurt til øll, sigur Olga Hansen úr Fuglafirði
Mynd: Jens Kristian Vang
Best er sjálvandi, at eta
sunnan mat frá nýggj árinum
og til jóla