mikudagur 29. september 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
22
Sosialurin
Jólaborðhald
»Same procedu
year, JameS«
Snorri Brend
Hann er eitt stórt kloss, tann gamli
kokkurin og tænarin. Men hann
dugir sítt fak og hann er altíð til
reiðar at veita greivinnuni eina
tænastu.
Eingin ivi er um, at hann er ein
kult-figurur, tann góði James, og
hann er samstundis ein frálíkur
sjónleikari. Tað prógvaði hann í
1963, og tað fer hann aftur at gera
31. desember í ár.
Hvussu góður hann er, prógvar
hann til fulnar í stuttliga filminum.
Her skal hann spæla nógvar
ymiskar leiklutir í einum og sama
filmi, har hann í roynd og veru er
ON hvørt einasta sekund.
Hetta krevur sjálvandi sín mann,
men krevur meiri enn tað. Tí hóast
filmurin bert varir í 11 minuttir,
so megnar James at langa fótin
í tikara-høvdið ikki færri enn 11
ferðir.
Hóast fólk kenna gongdina,
replikkirnar,
skálanina,
matar-
skránna og hvat alt endar við, er
hetta kortini ein filmur og ein løta,
sum hoyrir við til nýggjárshaldið í
mongum føroyskum heimum.
Her er tað vist so, sum tikið verð-
ur til - the same procedure every
year.
Óheppið teppi
Filmurin er í stuttum ein skemti-
leikur um greivinnuna Miss Sophie,
sum verður spæld av sjón leik-
aranum May Warden, og sum fær
matin gjørdan og borðreiddan av
kokki sínum, James sum verður
spældur av Freddie Frinton.
Gamla kvinnan, sum er hálv-
senil, er rokkin teimum 90 árunum,
men heldur kortini fast við siðin at
halda ein føðingardag fyri øllum
vinum sínum henda hátíðardagin.
Tíverri fyri hana eru allir
vinirnir deyðir av aldri mong ár
frammanundan - teir eftirhondini
so kendu: Sir Toby, Admiral von
Schneider, Mister Pomeroy og
Mister Winterbottom. Men tað veit
hon tíbetur einki um.
Teir eru tí sjálvandi ikki til
staðar á jólaborðhaldinum, men
finnast bert í høvdi hennara. Sum
tað góðdýrið hann er, ynskir James
ikki at skuffa frúuna í húsinum
og spælir tí leiklutin sum vinir
hennara undir døgverðanum við
øllum tí sum hartil hoyrir, bæði í
heilsan, mati og ikki minst drekka.
Ein av uppgávum hansara er at
drekka alt tað, sum hann skeinkir
til gestirnar, við tí úrsliti sum tað
nú einaferð bert kann enda við.
Vælumtókta
tikara-teppið
á
gólv inum, sum James í heilum lang-
ar føtur sínar í, var ikki við í tí upp-
runa liga leikinum, sum varð fram-
førdur í einum leikhúsi í London í
1948.
Tað var í leikhúsinum í London,
at tænarin James í einum “óhappi”
datt um tikara-teppið, og fekk hetta
láturin at runga í høllini. Soleiðis
gjørdist tikarin ein fastur partur
av søguni.
Ikki fyrrenn 15 ár seinni, í 1963,
varð leikurin gjørdur til sjónvarp av
týsku sjónvarpsrásini - við tikara-
teppinum, altso.
Alheims skemt
Mangan verður tikið til, at ein
profetur er ikki virdur í heimlandi
sínum. Tað sama kann uttan iva
sigast um 90 ára føðingardagin.
Sjónvarpsfilmurin
er
vorðin
fast innslag í skránni hjá alheims
sjónvarpum nýggjársaftan kring
allan heimin, eisini í Kringvarpi
Føroya.
Umframt okkum, fáa eisini
sjónvarpshyggjarar í uppruna land-
inum Týsklandi, Eysturríki, Sveis,
Luksemborg, Danmark, Finlandi,
Estlandi og Grønlandi høvið til
hetta, gamlaárskvøld ár eftir ár.
Men tað er kortini eisini í so
fjarskotnum londum sum Avstralia
og Suðurafrika, at hyggjararnir
kunnu gleða seg til samspælið
millum tey bæði, Miss Sophie og
James. Í Noregi hevur filmurin
verið
vístur
tollaksmessukvøld
síðani 1980.
Kanska er tað mest sjáldsama
við filminum, at hóast sjónleikarar
og samtalan millum tey bæði er
á enskum máli, er filmurin enn
ikki vístur í bretskum sjónvarpi.
Og í stóra filmlandinum, USA, er
filmurin púrasta ókendur. Hjá
okkum dugir ein helst illa at ímynda
sær eitt gamlaárskvøld uttan teir 11
minuttirnar í 90 ára føðingardegi
hjá Miss Sophie.
snorri@sosialurin.fo
SJÓNVARP Ein av føstu siðunum hjá fólki er at hyggja eftir 90 ára føðingardegnum, tá hann verður
vístur í sjónvarpi okkara gamlaárskvøld. Ikki bert føroyingar, men eisini fólk kring allan heimin
njóta afturvendandi borðhaldið hjá Miss Sophie, sum verður væl tænt av kokkinum James
GÓÐDÝR
James spælir nógvar ymiskar
leiklutir, í arbeiði sínum
at gera alt til vildar fyri
greivinnuna Miss Sophie
Hóast filmurin bert varir í 11 minuttir, megnar
James at dekka um tikara-høvdið 11 ferðir. Tað er ein sjónleikari sum vil nakað
ÓLUKKU TEPPI
Leikurin
varð bann
lýstur í
svensk um
sjón varpi í
sam full seks ár
Sum tað
góðdýrið hann
er, ynsk ir
James ikki at
skuffa frúuna
í húsin um