Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 34 Sosialurin Jólaborðhald ★ At talið á angri bollum og viagra eksploderar í desember? Í Danmark vaks talið á potensfremjandi evnum við 40% í desemer 2009. Serliga góð var sølan fríggjadagar. Talið á seldum angribollum vaks við 30% í desember í fjør, og tað var, sum vera man, serliga mánadagar, at sølan var stór. ★ At siðurin við at halda jólafrokost byrjaði í Danmark fyrst í 40’unum. Tað var undir krígnum, meðan landið varð hertikið av Týsklandi, at privatar og almennar fyritøkur bjóðaðu arbeiðsfólkinum at hugna sær saman undan jólum við einum betri bita. Eftir kríggið bleiv hugnaliga felagsmáltíðin til eina veitslu, og tá varð eisini dansað í fundarhølunum ella í kantinuni. Tað gjørdist skjótt ein fastur táttur, og síðani 50’ini hevur “jólafrokosturin” verið eitt fast hugtak, sum alsamt hevur vundið meiri uppá seg. ★ At eitt tómt glas ikki er ein umbering fyri ikki at lyfta glasinum, tá skálað verður? ★ At løgreglan í øllum norðurlondunum er serliga nógv úti í november og desember, fyri at taka fólk, sum koyra rúsdrekkakoyring eftir jólaborðhaldini? ★ At enska parlamentið í 1640 samtykti eina lóg, sum bannaði jólunum? Tað var puristurin Oliver Cromwell, sum metti alt hátíðarhald av jólunum at vera ómoralskt og ein vanvirðing av heilagleikanum við jólunum. Forboðið vardi í 20 ár. ★ At Rúsan selur sera nógv í desember. Millum ein fjórðingur og ein fimtapartur av allari søluni hjá Rúsuni er í desember. Góð ráð um veitslusiðir úr bókini »Takt og Tone« hjá Emmu Gad frá 1918 Fleiri av ráðunum eru framvegis hóskandi, tá tú fert út í veitslu, hóast tað eru knøpp hundrað ár síðani, at tey vórðu skrivað. Onnur hóska seg kanska ikki heilt longur, men eru tó stuttligar ábendingar um, hvussu farna tíðin var… Emma Gad • Ein damutaska má aldri leggjast á eitt dekkað borð. Hon skal liggja í fanginum. • Vís áhuga fyri teimum fólkunum tú situr saman við. Set spurningar og lurta. • Tá skálað verður, lyftir tú glasinum og hyggur uppá tann, tú ynskir at skála við. Tú kanst til dømis gera eina heilsandi rørslu við hondini. Ein regla sigur, at glasið skal lyftast upp til 3. skjúrtuknapp. • Um borðdaman reisist undir borðhaldinum, eigur borðharri hennara eisini at reisast og hjálpa henni við stólinum. Tað sama ger hann, tá hon kemur aftur til borðs. • Tað mugu aldri vera 13 til borðs, tí tað gevur óeydnu, og verturin kann fáa svára skuldarkenslu, um okkurt skuldi hent gestunum, tað, ið eftir er av árinum. • Kemur tú til veitslu í óhóskandi klæðum, antin ov fín ella ov gerandisslig, eigur tú, sum við øllum selskapiligum óhappum, at tosa sum minst um tað. • Ynskir tú eina lívliga veitslu, skalt tú seta hjúnarfelagar á somu síðu á borðinum saman við øðrum borðharrum og borðdamum. Tá kunnu báðir partar ósmædnir hugna sær, uttan at vera undir eftirliti av eygnakøstum makans. • Tað hóskar seg ikki, at ein dama skeinkir sær sjálvari vín. Tað er tí skyldan hjá harrunum við borðið at fylgja við og skeinkja damunum. • Samrøða eigur í høvuðsheitum at vera við tey, sum sita undir liðini á tær. Tað er óskikkur at tosa við tann, sum situr nummar tvey frá tær, men fellur tú í prát við viðkomandi, royn tá og drag tann millumsitandi við í prátið. Annars kann viðkomandi kenna seg umlopnan og forlátnan. • Sterkar meiningar, sum víkja frá meiningunum hjá hinum gestunum, eiga ikki at vera umrøddar í selskapslívinum. Hendir tað, skal tað vera í einum løttum tóna, sum ikki stoytir hini. • Hóast tú keðir teg í selskapinum, skulu hini á ongan hátt varnast, at so er. Ven teg at hava fult ræði á tínum andliti, og geispar tú, skal tað als ikki síggjast. Sjálvt minsta rørslan við nasagluggunum avdúkar teg. • Ger títt besta fyri at eta upp og hav sum mál, at tallerkurin ikki sær óruddiligur út, tá tú leggur frá tær. • Ein dama eigur ongantíð at siga nei til ein dans, uttan so, at hon er sjúk ella illa fyri. • Ein harri kann dansa upp til fleiri dansir við somu damu eitt kvøld. Fer talið á dansum upp um tað, ið kann metast sum “fleiri”, væntast eitt forlovilsi. • Ein umhugsin vertur forðar einum druknum gesti at koyra til hús. • Ein ung dama eigur ikki, sum tað ofta kemur fyri, at lata ein harra koyra seg heim í bili. Um hon er bangin fyri at fara einsamøll til hús, eigur hon at fáa onkran at koma eftir sær. Lagt til rættis: Eydna Skaale Visti tú…