Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139 Sosialurin Jólaborðhald Snorri Brend Hjá mongum dønum eru jólini eru týdningarmikil høgtíð, sum ein endi av árinum. Hetta hongur saman við mong­ um ymiskum viðurskiftum ­ tey anda ligu hjá nógvum, og hjá øðrum fleiri siðir sum venda sær aðrar vegir. Ein av mongu siðunum á jólum eru jólaborðhaldini ella jólafro kost­ arnir, sum onkur nevnir tað. Hesi borðhald verða hildin í mongum ymiskum støðum og saman hang­ um. Mangastaðni verða tey hildin saman við starvsfelagunum, men eisini í feløgum, fyritøkum, stovn­ um og í vinaløgum hittast fólk til jólaborðhald. Siður er, at eitt jólaborðhald skal verða merkt av góðum mati, sum als ikki hoyrir heima í matarskránni undir økinum “feitt­fátækur” kostur. Og siðurin sigur eisini, at nóg mikið skal vera av drykkivørum at skola matin niður við. Jólaborðhaldini hava á mangan hátt fingið ein rættiliga sosialan týdning, tí hesi vísa seg eisini at broyta atferðina hjá fólki. Nógv verður sagt og gjørt sum ein ikki hevði gjørt í hinum 364 døgunum í árinum. Mandlugreytur Tá talan er um jólaborðhald í familj unum er hinvegin talan um eitt heilt annað slag av tiltaki. Hjá mongum eru ávísir siðir knýttir at jóla borð haldinum, annaðhvørt tað verður hildið fyri jól, á jólum ella millum jóla og nýggjárs. Tað finnast eisini tær familjurnar og onnur sum taka avgerð um at halda jólaborðhaldið aðrar tíðir enn í desember mánaði. Og her á landi eru eisini dømi um, at arbeiðspláss heldur leggja ein summartúr til rættis fyri bæði starvsfólki og familjum teirra. Ein siður, sum verður brúktur ymsastaðni er sonevnda pakka­ spælið. Her kemur hvør einstakur við einum pakka, og so eru ymiskir mátar at fáa hesar býttar runt til tey ymisku. Hetta kann verða gjørt við tern­ inga­spæli ella við at allir pakkarnir verða blandaðir saman í stórum posa, áðrenn teir verða býttir út aftur. Aftaná koma kaffið og kakurnar á borðið. Hóast væl er etið framm an­ undan av vælskipaða jólaborðinum, er altíð pláss fyri einum kaffimunni og onkrum góðum afturvið. Mandlu­greyturin og tilhoyrandi mandla hoyrir sjálvandi eisini við til henda partin. Matarskráin til jólaborðhaldini kann vera rættiliga ymisk, alt eftir hvørjum landi ein er í. Sumt av tí skal snøgt sagt bara vera har. Í Danmark kann ein neyvan ímynda sær eitt slíkt borðhald uttan sild, frikadellur, medistarapylsu og fleskasteik, og so líðandi er hetta eisini vorðin partur av okkara borðhaldum snorri@sosialurin.fo Eitt borðhald við sam­ veru og góðum mati HUGNI Fyri mangar føroyingar eru jólini ein týdningarmikil høgtíð, óansæð hvussu ein avgerð at halda tey. Felags fyri hesa størstu høgtíðina er uttan iva samveran við onnur og møguleikin at kunna gleða onnur. Øll eru eitt Nær føroyingar eru farnir at savnast við jólaborðhald er neyvan gamal siður. Í Danmark verður í øllum førum sagt, at hetta vant av álvara uppá seg undan og undir seinna heimsbardaga. Tá byrjaðu nevniliga pri­ vat og almenn arbeiðs pláss at skipa fyri jóla borð hald­ um, sum oftast vórðu hildin í matstovuni á arbeiðs pláss­ inum. Í 50’unum var hetta helst vorðin til fasta skipan. Í bókini “Dagligliv i Dan­ mark i vor tid” vísir rit høv­ undurin Anne­Lise Walsted á, at summar danskar fyri tøkur vóru rættiliga skjót ar við at skipa fyri jóla borð hald um. Hon skrivar soleiðis: “Firmaer med sans for at skabe et godt klima har altid sørget for en årlig skovtur, julegratialer og mid dag for personalet, når virk som ­ heden havde jubi læum. Når man gik hjem jule aftens dag kl. 12, kunne der ønskes en god jul over et glas sherry. Eller måske havde man endda gjort den sidste fælles frokost, altså lillejule aftens­ dag, lidt festlig ved at købe smørrebrød i en forretning. Der har været lige så mange forskellige traditioner, som der har været firmaer". Í 1965 skrivar danska blaðið Information um henda nýggja jólasiðin, og tekur greinskrivarin til, at hetta er ein veitsla “hvor ele menter som hierarki og social status ophæves”. Betri bleiv tað ikki í 1976, tá danski skemtifilmurin “Jule frokosten” varð vístur á fyrsta sinni. Ein annar filmur við sama heiti kom fram í fjør. Nógv verður sagt og gjørt sum ein ikki hevði gjørt í hinum 364 døgunum í árinum Hetta er ein veitsla »hvor elementer som hierarki og social status ophæves« GERSOVÆL Alt er gjørt til reiðar. Nú er bara at koma til borð, nú dekkað er til jólaborðhald