mikudagur 29. september 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
36
Miðvikan
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
3. partur
T
að var í tøkum tíma, at tað
eydnaðist at fáa ein part av
stóru vitanina hjá Símun Jóhan
festa á blað. Í hesum parti vera
nøkur brot úr hansara frásagnir
um útróður.
Bátarnir fara at ganga
av sær sjálvum...
Jógvan í Mirmansstovu segði eina
ferð: »Tá ið tit verða gamlir, fara
bátarnir at ganga, og eingin fer at
rógva, lukka.« Hinir bóðu hann tiga
og ikki sita og tvætla býtt við ung
lingarnar og loypa óhug á teir. “Ikki
veit eg, vit, sum vóru unglingar tá,
komu at uppliva motor í bátinum«,
helt Jóhan í Djónastovu fyri.
At biðja grind
Jógvan segði eisini frá eini ferð,
nakrir fátækir eiðismenn gjørdu
vestur í Vágar at biðja grind. Jóhan
í Djónastovu segði frá Jógvan í
Mirmansstovu, at tað vóru trý ting,
sum ein uttan skomm kundi biðja.
Tað var um konu, gimbrar, um felli
hevði verið, og grind.
Teir høvdu frætt, at ein grind
var deyð í Tindhólmi. Gamalt var,
at grind í Tindhólmi bleiv ikki
brunnin. Tí var tað, at hesir eiðis
menn fóru vestur at biðja grind. Tá
kom ein vágamaður og segði: »Um
tit kunnu geva mær 6 ríkisdálar,
so skulu tit fáa so nógv kjøt, sum
tit vilja hava«. »Grind fingu vit,
men eingin kjøtbiti var í bátinum,
tá ið vit róðu eystur aftur, hjarta.
So fátækir vóru vit«, segði Jógvan.
Hann hevði til orðatak at siga
»hjarta«, tá hann tosaði so vinarliga
við okkum ungu.
Skomm at
spæla fiól
Óli í Mirmansstovu, faðir Jógvans,
átti eina fiól. Men so undarligur var
hugsunarhátturin hjá fólki tá, segði
Jóhannus í Miklagarði, at hann tordi
ikki at spæla, uttan tað kundi vera 2.
jólakvøld, tá hini vóru í dansi. Tað var
hildið vera so ómansligt, at konan og
døturnar vildu ikki, at hann skuldi
spæla. Um bygdarmenn fingu hann
at spæla, so stongdi hann seg inni
á einum kamari við teimum, hann
spældi fyri.
Grindaferð
Jóhannus
í
Miklagarði
hevur
sagt frá eini grindaferð við »Jóan
Fredriksbáti« vestur til Miðvágs.
Hann var ungur tá, nýliga tilkomin.
Jóan Fredrik bað seg við. Hann
segði, at onkur, sum hoyrdi til
bátin, bar seg undan. »Eg fór við,
men Hans Martin, farbróðir, dámdi
einki, at eg fór. Honum dámdi
ikki líkindini, men mamma helt,
at eg skuldi fara, tí Jóan Fredrik
var eiðismaður. Eg fór so við. Eg
minnist væl, meðan eg fekk mær
eta, áðrenn vit fóru, at ljóðarin
glintaði av vindi á landnyrðingi,
men farið varð kortini. Vit styðjaðu
bátinum út undir Rivið. Báturin
»Familjan« fylgdist við okkum. Tá
so líkindi vóru, varð báturin tikin
undan og seglið havt á. »Eg hevði
verið á útróðri við áttamannafari
tá, so eg hevði verið á sjógv«, segði
Jóhannusi frá, »men eg minnist,
hvussu leingi báturin rann niður av
tí fyrstu alduni, tá vit høvdu tikið
undan, og hvussu leingi tað vísti
seg at vera, inntil vit sóu hin bátin
aftur. Komnir vestur um Skeið var
slætt. Hann var jú landnyrðingur
í ættini, so vestanfyri var slætt.
Vit komu vestur á Miðvág í øllum
góðum, fingu uppí bátarnar av
grind, um 3partar í føri.
So løgdu vit út av Miðvágssandi.
Nú var hann hækkaður í ættini. So
varð sett segl suður fyri Sveipin – og
so til árar. Tað vóru nógv áratøk av
Kirkjubønesi, til lagt varð inn fyri
Eiðishamri.
Tað var heldur ikki sørt, at vit
yngru høvdu hug at kapprógva
móti »Familjuni« úr Havn, men
vit fylgdust norður. Eg havi verið
tvær ferðir í Miðvági eftir grind
ella í grind við árabáti og komin
aftur suðurfyri,« segði Jóhannus í
Miklagarði.
Vildi bjarga árunum
áðrenn Jógvani
Jógvan í Mirmansstovu róði fyrr
við »Jóan Fredriksbáti«. So var tað
ein dag, teir vóru eystur á Fokkuni.
Tað var so leysur sjógvur, og teir
fingu ein skaðasjógv, meðan teir
settu línuna. Jógvan tók eitt áratak,
í tí hann breyt. Báturin sakkaði í
sjónum. Árin fór inn undir bátin.
Homlubandið slitnaði, og Jógvan
fekk áralummin inn undir bringuna
og var tveittur yvir á sjógv langt
leysur av bátinum. Teir mistu fleiri
árar út.
Tá skuldi Jóan Fredrik siga:
»Vælsignaðir, fáið okkum hendur á
árarnar. Latið Jógvan flóta.« Hetta
gloymdi Jógvan honum ikki. Men
Jóhannusi í Miklagarði segði, at her
gjørdi Jóan Fredrik rætt, sum tann
skilamaður hann var. Tað hevði
dugað lítið at fingið Jógvan aftur
við ongum árum. Men Jógvan vildi
siga, at hann var betri við árarnar
enn seg! Jógvan skifti so bát og fór
við »Durhúsbátinum«.
Jógvan úti í Húsinum hevur sagt
frá, at hann var sum ungur ein dag
í torra. (Torrasól og Kongadagurin
er um miðjan februar). Torrafiskur
kom so knappliga. Teir kundu vera
hvassir ein dag, og næsta dag førdu
teir ikki. Soleiðis var tað henda
dag, Jógvan segði frá. Teir vóru
vesturi á Urðini, fingu fullan bátin
at gripsborði. Hendan dagin var
Jóannes í Jógvansstovu við sum
tiltaksmaður. Eg sigi til alla lukku
var tað ein lítil ond lágt. Vit høvdu
fullan bát og styðjaðu okkum
heim við Skorð. Nú koma vit fram
á ein kík. »Harra mín Gud«, letur í
Jóannesi, »her hevur ein søkt seg.«
Teir ivaðust ikki í, at báturin var
sokkin. Teir løgdu so til at vita,
hvat var áfatt. Tá ið vit komu til
kíkin, hekk stór fiskateggja uppi
undir kíkinum. Tá varð betri lag á
monnum. Komnir heim fyri Kambs
gjónna kemur ein bátur skúmandi
undan Uppsalanesi ella Uttastas
nesi, sum tað verður kallað av
tjørnuvíkingum.
Tað vóru tjørnuvíkingar, sum
ikki høvdu ført, og høvdu so teggjað
upp undir kíkarnar. Nú komu teir
útaftur við øðrum báti eftir fiska
teggjuni. Vit hildu so fram, damlaðu
okkum suður fyri Fjøruglyvur. Tá
bað Jóanes okkum so bønliga um
at kasta nakað av fiski upp har,
áðrenn vit løgdu á fjørðin. So varð
gjørt. Vit kastaðu nakað upp har,
so báturin lætnaði. Tá vit skuldu
leggja seglið, vildi báturin søkka.
Vit hildu inn í Kósina, lupu út og
hildu bátinum, tað gekk so. Væl var,
at vit høvdu kastað upp, áðrenn
vit løgdu á fjørðin. Ella høvdu vit
neyvan flotið um fjørðin. Tá ið
vit høvdu kastað upp, var farið
yviraftur eftir fiskinum. Tað var
eisini ein kapping um at hava ført
størsta bátsfarmin.
Einaferð sat »Durhúsbáturin«
vesturi á Sigmundarholið og Horn
ið. Hann fleyt um stokkarnar av
góðum smáfiski, segði Jóhan í
Djónastovu.
»Pállstovubáturin«
hevði verið úti á havi og róð eftir
longu. Teir kastaðu ikki, men fóru
til hús við berum vøttum, t.v.s. við
ongum fiski. Tað vildu teir heldur
enn at koma heim við fiski av leið
um nær landi. So erpnir vóru teir,
segði Jóhan. Hetta segði hann fyri
at arga Jóhannus í Miklagarði,
sum helt, at ta skomm kundu teir
ikki leggja á seg at kasta inni á
smáfiskaleið saman við »Durhuus
bátinum«, tá teir koma innar av
havi á longuleið.
Longa var rættiligur fongur
Her kann verða nevnt, at longuveiða
kundi vera eitt rættiligt kvett.
Longurnar vóru so stórar, upp til 4
lispund, sum eru 64 pund. Tað var
eitt serligt virði í livrini. Hon var so
føst í tí, at kókað kundi hon skerast
í flísar sum viðskeri. Hetta kom
serliga væl við hjá teimum, sum ikki
áttu so nógv kjøt.
Táið teir róðu eftir longu, var
longulivur sjálvdráttur. Einaferð
Jógvan Mirmansstovu sum ungur
hevði verið við og róð eftir longu,
høvdu teit bara fingið 11 longur
Símun Jóhan Wolles:
Møsn at bátar fóru at ganga sjálvir
Í hesum parti verða endurgivin brot úr bátasøguni á Eiði hjá Símun Jóhan. Hann endurgevur
serliga frásagnir hann hevur hoyrt frá fosturpápanum Jóhannes í Miklagarði
Símun Johan í ferð við at smíða ein bát
Útróður í gomlum døgum lýstur av eiðismanninum Óla Egilstrøð