mikudagur 29. september 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
37
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
á bát. Hann hevði sjálvur fingið
sjey. Jógvan fór niðan eftir lítla
leypi: »Hvat skalt tú við lítla leypi,
sonurin«. »Eg eigi 7 livrar av teim 11,
vit hava fingið«. »7 longulivrar av 11,
var tað ikki heppið, hjarta,« plagdi
hann at siga.
Skeivu tenninar
ruku á útróðri
Jóhan í Djónastovu segði frá eina
ferð, teir komu aftur við »Durhús
bátinum«. Nógvur vindur var lágt.
Teir ungu vildu sigla um Tjørnu
víkina. Teir gomlu hildu, at glaður
nar vóru ikki til at síggja í myrkri
num. Teir ungu vóru við yvirlutan,
og so var gjørt. Illveður var. Eina
ferð kom ein glaða. Snældan undir
rúmbekki, sum var dragfesti, brotn
aði og eitt róp frá Jógvani. Hann tók
hondina upp fyri munnin. Alt varð
tað bera blóð. Hann hevði tvær so
útstandandi kinntenn. Dragið kom
undir tenninar og skræddi tær
úr. »Soleiðis vórðu tær úttrektar,
lukka«, segði Jógvan í Mirmans
stovu.
Elspa, sum ikki vildi
hava drong
Tað hevur verið í 1880unum, at
ein arbeiðskona var á Látrinum,
sum kallaðist Elspa í Haraldsundi.
Tað segðist, at fleiri unglingar
høvdu gott eyga á henni. Hon var
gumma Jóhannus í Miklagarði. Tað
hevur verið í 1881, at hon seymaði
á Látrinum. Hon plagdi at fara
oman við súpan til teir, sum komu
av útróðri, sum siður var tá. Ta
adventina var ein landsynnings
tømingur. Tað var kyrt, men ófýsið
at koma at landi. Teir søgdu, at tá
Elspa var har niðri, so fóru teir, sum
hildu á bátinum, javnan undir høvd
í sjógvi. Teir vildu vísa, at teir vóru
menn.
Hanus í Garði var tiltikin at
troysta sær væl. Einaferð stýrdi
hann við jarnróðurarmi vattleysur
vestan av Fløskuni og heim í
kavaroki. Hanus var seyðamaður
fyri norðan Vál. Einaferð kom hann
aftur úr haganum.
Elspa sat og seymaði eysturi
á Lofti. Hanus kom úr haganum.
Hann skuldi tveita hettuna aftur
á herðarnar og hava uppknappað
niður á bringu, men einki tykist at
hava borið til.
»Ikki veit eg«, segði Jóhannes,
»um eingin tordi at biðja um hana,
ella hvussu var, um hon ikki góðtók
nakran, tað veit vist eingin at siga
frá«. Men gift varð hon so ikki.
Løgni dreymurin, sum
gjørdist verunleiki
Ein søga er enn um »Oyndfirðingin«
eftir Jakubinu í Pállshúsi. Hon
hevur sagt frá: »Tann morgunin, tá
báturin »Lisa« hálvdist, segði Jóhan,
tá hann vaknaði: »Hetta verður
ikki ein vanligur dagur, so løgin
var dreymurin, eg droymdi í nátt«.
»Íðan«, sigur hon, »so fert tú ongan
veg í dag«. »Jú, vist fari eg«. Tá í tí
sama vakti onkur, og hann fór. “Teir
fingu bátin »Lisu« at sleipa heim.
Soleiðis var tað«, endaði Jakubina.
Mourits í Jógvansstovu hevur
sagt soleiðis frá um tilburðin við
bátinum »Lisu«:
»Hetta var 5. nov. 1924. Vit vóru
komnir oman á Hamar til at fara
til útróðrar við Svaninum. Hann
var útsynningur í ættini. Í lýsingini
var ringt æl, so tað varð mestsum
steðgað á, meðan ælið var. Tá Jákup
í Garði, sum róði við »Lisu«, kom
oman, var íslitið. Hann sló nøglina
í, og teir flotaðu við tað sama og
settust til árar. Vit flotaðu so eisini
og fóru. Vit vóru Erik Jakku, far
bróður, formaður, Jørgin sonur
hansara, Andrias – Drisbróðir, eg
sjálvur, Sofus hjá Heina, Jóhan í
Djónastovu, Marius hjá Lisabet,
Jóan Petur í Garði.
Tað var íslitið eftir ælið, tá teir
komu. Vit hoyrdu teir sláa nøglina í
og flota við tað sama. So varð eisini
nøglan hjá okkum sligin í og flotað
hjá okkum.
Vit róðu vestur á Stíggin. Tá var
slætt. Hin báturin var eystan fyri
okkum og heldur heimari á. Tá sá
aftur út fyri einum æli, og vit fóru
at lata okkum í oljuklæðir. Ætlanin
var at sigla, tá ið vit komu vestur
undir eystfalli av Skeiðinum sum
vanligt var.
Tá Jóhan í Djónastovu reisti at
draga oljubuksurnar upp á seg, sá
hann okkurt í sjónum. Tað vísti seg
at vera okkurt, sum varð rætt uppi
loft. Tað var Klæmint, sum rætti
eina fiskifjøl upp, og so væl vildi til,
at Jóhan sá. Vit vendu bátinum og
róðu tað, vit vóru mentir, til teirra,
og Klæmint var tann fyrsti, vit
komu til. Hann var so raskur.
Komin innanborða rann hann
aftur eftir bekkunum aftur á lær,
tók árina frá Jørgin, sum var so
ungur, og settist at rógva í hansara
stað. Hinir, vit tóku upp, vóru so
toluliga fyri. Men Abraham var illa
fyri. Hann hevði fingið væl av sjógvi
í seg. Og Jákup í Garði sóu vit ikki
aftur. Vit róðu so heim í tøgn,« segði
Mourits at enda. »Oyndfirðingurin«
tók, sum áður sagt frá, »Lisu« upp
á sleip heim. Tað var so dreymurin
hjá Jóhan í Pállshúsi.
Føroyskir bátar í Roskildefjørðinum. Bátin t.v. hevur Símun
Jóhan smíðað. Hin smíðaði Hans Christian Joensen
Eiði var eitt gott útróðrarpláss.
Lossikranan átti Krusehandilin
Gamlir útróðrarmenn á Eiði. F.v. Hanus á Toftini, Zakarias, Jóhan í Pálshúsi, Jákup hjá Dánjali, Jóan Petur
í Fjósinum, Jógvan úti í Húsinum og Jóan Petur í Garði. Myndin er frá fyrst í 50-unum
Tað verður ein partur afturat
við frásøgnum hjá Símun
Jóhan, og tá verður eisini
greitt frá søgum av Trøllanesi