mikudagur 29. september 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. september 2010 · Nr. 139
38
Sosialurin
Kjak
Høgni Hoydal
Føroyska
tjóðin
hevur
ongantíð tilvitað ella við
fólkaræðisligari avgerð lagt
seg undir aðra grund ella
undir aðra lóg enn hana, ið
vit sjálv hava bygt á og hava
ræðið á. Bara einaferð er
tjóðin spurd – og tá valdi hon
sjálvræði og stóð fast við síni
egnu rættindi.
Tíbetur, tí annars høvdu
øll hesi uppáhaldini um, at
onnur hava rætt til at áseta
okkara
framtíð
og
seta
treytirnar fyri, hvussu vit
vilja skipa okkum, og fyri tí,
ið galda skal, havt nakað at
víst til og bygt á.
Men so er ikki.
Stjórnarskipanaruppskotið
snýr
seg
um
at
skipa
fólkaræði í Føroyum. Tað
snýr seg um at fara burtur
frá teirri følsku myndini, ið
roynt hevur verið at trútta
inn í okkum í øldir, og sum
enn í dag verður endurtikin
og endurtikin: At tað eru
myndugleikar í øðrum landi,
ið vit ikki sjálv hava valt.
At tað eru embætisfólk og
løgfrøðingar ella politiskir
flokkar við neyðsemjum og
rossahandlum, sum hava
evsta valdið í Føroyum. At
teirra útleggingar ganga fram
um fólkaræði og avgerðir,
sum fólkið sjálvt hevur tikið
á rættan hátt.
Stjórnarskipan
staðfestir rættindi
og skyldur
Stjórnarskipanaruppskotið
leggur leggur fyri fyrstu ferð
avgerðina út til fólkið at
taka støðu til um sítt egna
stjórnargrundarlag.
Har
verður
staðfest,
at vit hava bygt land og
tjóð og hildið ting í hesum
landi í meira enn 1100 ár.
At vit ongantíð hava latið
sjálvræðið frá okkum. At
Føroya fólk sjálvandi hevur
evsta valdið í Føroyum. At
ongin kann taka avgerðir og
seta lógir í gildi her, uttan
at taka støði í eini skipan, ið
fólkið sjálvt hevur samtykt
ella uttan at standa til svars
fyri fólkinum, ið skal liva
undir avgerðunum.
Stjórnarskipanin ásetur
grundleggjandi
valdsbýti
millum lóggávuvald, fyrist
ingarvald
og
dómasvald.
Ásetur persónlig rættindi og
mannarættindi hjá hvørjum
einstøkum, sum her býr.
Ásetir reglur um, at tilfeingið
í landinum er fólksins ogn
og kann ikki bara gevast
burtur til einstaklingar ella
einstakar stættir.
Og uppskotið ásetir greið
ar reglur um, hvussu farast
skal fram, um vald verður lagt
burtur frá fólkinum til aðrar
myndugleikar, og hvussu
farast skal fram, tá vit skipa
okkum
sum
sjálvstøðuga
tjóð. At tað skal gerast við
fólkaatkvøðu. Og at tann
stjórnarskipan,
ið
fólkið
samtykkir, eisini bara kann
broytast við fólkatkvøðu.
Og allir flokkar vóru
fyri fýra mánaðum síðani
samdir um at lata fólkinum
avgerðina.
Mótmælini móti
fólkaræði
Men so fór alt at gartera.
Danska stjórnin, sum annars
hevur sagt aftur og aftur, at
føroyingar skulu bara semj
ast í Føroyum, so skulu tey
ikki leggja forðingar, kom við
vanligum hóttanum.
Kaj Leo Johannesen bakk
aði beinanvegin, og Lars
Løkke kom til Føroya at leggja
seg beinleiðis út í málið.
Teimum á bakið komu
løgfrøðingar, Edmund Joen
sen og onnur, sum harðliga
mótmæltu, at Føroya fólk
hevur rætt at samtykkja sína
egnu stjórnarskipan.
Og eftir bert 4 mánaðum,
eru nú bæði sambandsflokk
urin og javnaðarflokkurin
og partar av fólkaflokkinum
longu bakkaðir út.
Mission accomplished hjá
Løkke. Tillukku við tí.
Og so fara teir aftur at
tosa um skotgravir – eins
og tað er Tjóðveldi, ið er
trupulleikin. Hóast vit bert
hava hildið okkum neyvt til
semjurnar og rættindini hjá
føroysku tjóðini.
So skulu gerast nýggjar
orðingar, har evsta valdið nú
liggur bæði í Danmark og hjá
føroyska fólkinum í senn (!).
Og ongin finnur høvd ella
hala í nøkrum.
Fyri
tey,
ið
minnast,
hvat vit í Tjóðveldi søgdu,
tá
danskir
myndugleikar
løgdu seg út í málið ,og tá
Lars Løkke kom á vitjan, so
var tað júst hetta: At nú stóð
eftir at síggja, um føroysku
flokkarnir tordu at standa
við semjun. Ella um tað enn
einaferð
skuldi
eydnast
at spjaða ein føroyskan
fullsamdan meiriluta við
vanligum hóttanum.
Tað snýr seg bara
um fólkaræði
Og vit kunnu lurta eftir
uttanumtosinum og undan
renninginunum
í
ára
tíggjur afturat.
Málið snýr seg ikki um
nakað torgreitt. Tað snýr seg
bara um, hvørt vit vilja hava
fólkaræði í Føroyum.
Tí vit hava sjálvandi ikki
fólkaræði, um fólkið ikki
hevur samtykt sítt egna
stjórnargrundarlag, og um
tað eru danska stjórnin,
løgfrøðingar í danska løg
málaráðnum, ella einstøk
tingfólk og embætisfólk, ið
gera av, havt føroyska tjóðin
hevur rætt til ella ikki.
Vit skulu á teir lunnar,
ið fólkið sjálvt hevur tikið
avgerð um at leggja.
Vit skulu frá embætisvaldi
og valdi, ið ikki stendur til
svars móti fólkinum, og yvir
á fólkaræðisliga grund.
Vit skulu frá anarkii og
frumskógarlóg – har tann
sterkasti vinnur og tekur
sær vald – til demokrati og
egna grundlóg, har tað er
fólkið sjálvt sum hevur valt,
hvussu valdið verður skipað
og avmarkað.
Stundin er komin at skipa
fólkaræði í Føroyum.
Um vit ikki byggja á, at
okkara egna stjórnarskipan
skal verða samtykt bein
leiðis av fólkinum, so hava
vit í veruleikanum minni
fólkaræði enn eitt ítróttar
felag ella áhugafelag.
Í sjálvt teimum minstu
feløgunum, kann bara ein
aðalfundur – altso limirnir
í felagnum – broyta ella
samtykkja lógir felagsins.
Nevndin, ið limirnir hava valt,
kann ikki bara samtykkja
at soleiðis skulu reglurnar
verða og leggja ræðið yvir
felagnum til eitt annað felag,
uttan at aðalfundurin hevur
samtykt tað.
Men tað – fáa vit at vita
– skal galda í Føroyum.
Løgtingið skal leggja av
gerðir og fólkaræði burtur
frá fólkinum og samtykkja
sína
egnu
stýrisskipan
– uttan at limirnir (fólkið)
hava samtykt tað ella hava
avgerðarrættin.
Allar tær atfinningar, ið
nú verða førdar fram móti
føroysku
stýrisskipanini,
byggja jú á eina skipan uttan
fólkaræði.
Próvbyrðan
vendast við
Men próvbyrðan skal vendast
við. Lars Løkke Rasmussen,
Kaj Leo Johannesen, Edmund
Joensen og onnur, sum mót
mæla, eiga at kunna geva
okkum svar uppá:
Hvar stendur tað,
at vit ikki hava rætt at sam
tykkja egna stjórnarskipan?
Nær hevur Føroya
fólk við egnari fólkaatkvøðu
samtykt, at danska grund
lógin er evsta vald í Føroyum
og at vit tískil ikki hava
rættindi sum fólk?
Hvar stendur tað, at
føroyska tjóðin ikki við fólka
atkvøðu kann gera av, hvussu
fólkaræðið skal skipast í
landinum?
Sambandsflokkurin, og
onnur við honum, vilja nú
siga, at Føroya fólk skal sam
tykkja eina sonevnda “stýris
skipan”, har tað stendur,
at
Føroyar
eru
danskur
landslutur og at danska
grundlógin er ovasta lóg í
Føroyum.
Verður tað gjørt – og
fólkið í Føroyum atkvøður
fyri tí – so hava føroyingar
fyri fyrstu ferð givið evsta
valdið í landinum frá sær og
lagt síni rættindi í hendurnar
á donskum myndugleikum.
Og tá liggur allur avgerðar
rætturin endaliga uttanfyri
føroyskt fólkaræði.
Tjóðveldi fer ongantíð
at ganga við til nakað
uppskot og nakra ógreiða
gøtu, sum kann leggja valdið
og fólkaræðið burtur frá
føroyska fólkinum. Og vit
eru sannførd um, at tað fer
føroyska fólkið heldur ikki
at gera.
Mission accomplished hjá Løkke
Fyri fýra mánaðum síðani vóru allir flokkar á tingi fullsamdir um uppskotið til føroyska
stjórnarskipan, ið Føroya fólk sjálvt skal samtykkja. So komu onnur boð úr Danmark,
Lars Løkke kom á vitjan – og nú hava samgonguflokkarnir longu bakkað
Samtykkja vit eina sonevnda »stýrisskipan« og um
atkvøður fyri tí – so hava føroyingar fyri fyrstu ferð
givið evsta valdið í landinum frá sær og lagt síni
rættindi í hendurnar á donskum myndugleikum.
Og tá liggur allur avgerðarrætturin endaliga
uttanfyri føroyskt fólkaræði