fríggjadagur 1. oktober 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
So reyk Eik Banki, og eitt punktum
er sett fyri hendan 178 ára gamla
peningastovnin - sum var hin fyrsti
í Føroyum - og sum hevur havt so
stóran týdning í samfelagnum.
»Vit hava ikki dugað nóg væl.
Tað er orsøkin til, at bankin fór«,
staðfesti Odd Bjellvåg, nevndarfor-
maður á tíðindafundi í gjárkvøldið
- beint eftir at staðfest varð, at Fin-
ansiel Stabilitet yvirtekur bankan.
Tað skal valdast vána stýring,
og tað er helst væl skilligt, at land-
ið ikki vildi taka um endan, tá útlit
kanska vóru fyri enn størri tapi fyri
landskassan. At orðaskiftið nú fer
at snúgva seg um fíggjareftirlit og
vantandi innlit hjá føroyskum polit-
ikarum, tað virkar sum uttanumtos.
Formaður Tjóðveldsins, sum annars
er eitt »bankakreppuprodukt« sum
politikari, kundi væl havt tryggj-
að hesi viðurskifti, tey seks árini
hann ráddi fyri borgum í Tinganesi.
Fíggjarmálaráðharrin og løgmaður
hava helst bara handlað út frá
veruleikanum, sum hann er. Vón-
andi spyrt ikki eitt køvandi kegl
burtur úr hesum, hóast politiska
skipanin nú má taka seg saman og
tryggja viðurskiftini kring fíggjar-
stovnar framyvir.
Tað er nógv, sum nú talar fyri, at
Tryggingarfelagið Føroyar verður
partur av nýggja bankaeigaranum.
Sambært Jørn Astrup Hansen er
tað mest sum ein vanlukka, at Spar-
ikassar sluppu at broyta seg til
bankar, uttan at bygnaðurin kring
felagið varð broyttur. Hetta tí at tað
gav leiðsluni sjálvari alt ov víðar
heimildir, tí tað í veruleikanum var
leiðslan, sum stýrdi nevndini - og
ikki øvugt.
Er talan ikki um júst sama trupul-
leika í Tryggingarfelagnum? Nevnd-
in er jú vald av umboðsráðnum, sum
er eitt alt ov stórt og tungt apparat
til at flyta nakað sum helst. Mest
sum ein gomul kommunistisk leivd,
ið verður samantvinnað við eina
modernaða marknaðardrivna fyri-
tøku. Skipanin við umboðsráðnum
er í heila tikið marghátlig, og mann-
agongdin við, hvussu atkvøðuseðl-
ar verða býttir út er beinleiðis
ódemokratisk, har tað valevnið, ið
megnar at fáa Tryggingarfelagið at
senda flestar atkvøðuseðlar út, hev-
ur besta kjansin. Hví kann felagið
ikki senda øllum tryggingartakar-
um atkvøðuseðil, so øll fáa sama
møguleika at velja?
Skal TF Holding keypa Eik -
kanska saman við landsstýrinum
- so má tað vera eitt krav, at Trygg-
ingin sjálv verður umskipað soleðis,
at hon lýkur tær organisatorisku
reglur, sum galda fyri eina sunna
fyritøku á privata marknaðinum.
Astrup spyr, um vit einki hava
lært av 1992. Vit hava so ikki lært
nóg mikið. Men vit mugu ikki skapa
eina nýggja organisatión, har tað er
stjórnin, sum stýrir nevndini.
Vit hava so ikki lært
nóg mikið av 1992
»If nothing else works,
then a total pig-headed
unwillingness
to
look
facts in the face will see us
through.«
Orðini átti General Mel-
chett í skemtirøðini um
Blackadder, men týdning-
urin var júst tann sami, tá
Høgni Hoydal í gjár førdi
fram, at landsstýrið skuldi
nokta at sagt ja ella nei til
bankabjarging, men ístaðin
kravt longda tíðarfreist.
Veruleikin var nevnliga, at
longd tíðarfreist ikki stóð
á matarlepanum, og sum
løgmaður fleiri ferðir segði,
so mátti politiska skipanin
fyrihalda seg til veruleikan.
Vita halda:
At gera sum strudsurin, so
ljóti veruleikin ikki er sjón
ligur, er ikki ein møguleiki,
sum sømir seg, tá helvtin av
føroyska
bankakervinum
stendur í andaleypi.
Sum strudsurin
NEvNd og LEiðsLa dugdu ikki
Eins og vanligt er hjá politik-
arum uttanlands hevur Ed-
mund Joensen, løgtings- og
fólkatingsmaður havt sín
egna
samskiftisráðgeva.
Ein
samskiftisráðgevi
er tað sum tey uttan-
lands kalla fyri »spin-
doctor« - ein sum
hjálpir og ráðgevur
politikaranum.
Higartil
hevur
Edmund Joensen
havt ein útbúnan
journalist í starvi,
men hesin er nú
farin í kunningar-
starv hjá Tórshavn-
ar kommunu.
Í starvslýsingini
hjá Edmundi, sum
er at síggja á heim-
asíðu hansara, www.ed-
mundjoensen.fo stendur,
at talan er ikki um fast
starv, tí ætlanin er, at ein
ella fleiri uttanhýsis sam-
skiftarar skulu kunna loysa
uppgávurnar. Og so nevnir hann uppgávur
so sum strategiska sparring um samskiftis-
fakligar og politiskar spurningar, at menna
hugskot á samskiftisøkinum, vera við til at
fyrireika røður í samstarvi við Edmund og at
menna heimasíðuna.
Av førleikum væntar Edmund Joensen
sær, at viðkomandi hevur góð samstarvs-
evni, royndir frá fjølmiðlaarbeiði, nøs fyri
teirri góðu søguni, arbeiðir skjótt og er kort-
ini nágreiniligur
Av útbúgving væntar Edmund sær, at við-
komandi hevur samskiftisliga, samfelagsliga
ella aðra líknandi útbúgving - og samsýning
verður eftir avtalu.
Sum fólkatingsmaður fær Edmund Joen-
sen játtan at seta fólk at hjálpa sær. Tað fáa
løgtingsfólk ikki, men Edmund røkir bæði løg-
tings- og fólkatingsstarvið fulla tíð, so kanska
samskiftisráðgevin hjá fólkatingsmanninum
eisini kann hjálpa løgtingsmanninum.
Hin føroyski fólkatingsmaðurin røkir eis-
ini bæði størvini - og hann hevur eina heila
umsiting saman við ørðrum av grønlendsku
fólkatingsumboðunum, sum Fólkatingið rind-
ar fyri.
Edmund søkir doktara
Enn hevur eingin fortalt
okkum, hvussu nógvar peng-
ar stjórarnir í Eik fingu fyri
at fara frá.
Tá nú tapið er staðfest,
og nógv ganska almindilig
fólk hava mist nógvar hart
vunnar sparikrónur, sum
eru settar í partabrøv í Eik,
og nógv børn hava mist eina
stóra uppsparing, sum blá-
oygd foreldur hava keypt
teimum
partabrøv
fyri,
so tey kunnu hava nakað
at standa ímóti við, tá tey
skulu út í vaksnamannalív-
ið, so skylda frákoyrdu stjór-
arnir í Eik at fortelja okkum,
hvussu nógvar milliónir teir
hava fingið fyri at fara frá.
Vita halda:
At teir als einki skuldu
fingið. Hava teir rætt til tað
sambært sáttmálum, so áttu
teir at víst seg sum menn og
latið bankanum pengarnar
aftur, ella til dømis latið
teir til Barnabata.
Alt annað er órættvíst
og prógvar eina tot
ala arrogansu.
Hvussu nógv?
Premi
eraður fyri
fallit
Sólvit SimonSen
kjak á Síðu 33
Nøkur
orð til
Gerhard
Sólborg Dulavík
kjak á Síðu 27