Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 1. oktober 2010 2 VIKUSKIFTI Sannir vinir … Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Jákup Ziskason / Álvur Haraldsen 2 Klumma 4 Samrøða: Jákup Ziskason 6 TiPS 8 BaKgrund: Reyði ed 9 rÁS2 fyllir 4 Ár: Vit haVa góð fólk 10 10 Ting um hammeRshaimb 11 90 SEKund: maRtin Joensen 12 myndamaður: Jacob a. Riis 14 Til arBEiðiS: byRgeRð kJæRbæk 15 umafTurafTurum: høgni dJuRhuus 18 HEilSuSíðan: JóRun klein skRiVaR 19 miðlamJarr: tað siga tey á facebook og í miðlunum 23 Tað HEndir: konseRtiR, tiltøk, bøkuR og annað 24 ViKumyndin Enn eina ferð hava vit fingið staðfest, hvussu stórt vælsignilsi tað er fyri okkum føroyingar, at vit eru undirgivin danska ríkinum og øllum donskum yvirvaldi. Somuleiðis hava vit enn eina ferð fingið vissu fyri, at danskarar á sín serliga hátt hava víst okkum, hvussu herligt tað er at vera partur av hesi ríkisfamiljuni, ið hongur saman í tjúkkum og tunnum eftir tesuni um, at “den, man elsker, tugter man gerne”. Jú, hvat hava vit ikki nógv at takka danskarum og Danmark fyri, ha? Bráðfeingis nevndarformaðurin í Eik vísti takt og tóna, tá hann á tíðindafundinum í bankaháborgini í gjárkvøldið eyðmjúkur viðgekk, at tað vóru nevnd og stjórn í Eik, sum áttu ábyrgdina fyri ta støðu, bankin hevði komið sær í. Einki við at skylda upp á Fíggjareftirlitið, landsstýrið ella nakran annan. Her var einki uttanumtos ella nakað annað, men bara ein turr viðurkenning av umstøðunum, sum tær nú eina ferð eru blivnar. Shit happens. Nei, Fíggjareftirlitið og danskarar hava ikki skyldina. Men fyri tað er tað einki uttan reindyrkaður óndskapur, tá danski parturin av hesum máli heldur nevndina í Eik fyri tað turra spott, sum gjørt er í hesum føri. Har hava nevndarlimir og starvsfólk við mestsum ongari freist leitað bæði nátt og dag eftir einari loysn, ið enntá var skorin eftir donskum leisti, men alt til onga nyttu. Beint áðrenn lokið skuldi leggjast á kistuna, kom undan kavi, at tað var forrestin ikki hetta slagið av fyrstuhjálp, ið skuldi gevast… Álvaratos! Øðrvísi er við sonnu vinum okkara í Íslandi, sum í tólvta tíma royndu at koma til hjálpar, hóast teir verri enn so eiga so mikið, sum teir sjálvir hava brúk fyri. Slíkt er brøðralag, tá tað er best! Tí er at vóna, at um føroyski parturin av Eik Banka sleppur at rísa uppaftur frá teimum deyðu í nýggjum felag og undir øðrum navni, so verður tað ein endurreisn, ið føroyingar kunnu gera saman við íslendingum. Nú hava vit og íslendingar jú brádliga so nógv meira til felags, enn vit vistu av, at vit høvdu, samstundis sum vit nú endaliga hava fingið staðfest, at danskarar og vit hava akkurát einki til felags. Og gott tað sama… INNIHALD Daryl HannaH »Pretty Woman« Daryl segði nei takk, tá hon varð boðin leiklutin sum »Vivian« (Julia roberts). Hon helt, at leikluturin var niðurgerandi fyri kvinnur, eftirsum Vivian er skøkja, ið finnur ein ríkan mann og verður eydnurík. – Mær dámar hendan filmin minni og minni fyri hvørja ferð eg síggi hann, hevur hon sagt í eini samrøðu. Vit spyrja bara – hví hyggur tú so oftani Daryl? Kann tað vera, at tú angrar avgerðina eitt sindur, hóast alt? nIcole KIDMan »Mr. & Mrs. Smith« nicole hevði fingið leiklutin sum Jane Smith, men segði nei. Brad Pitt hoppaði eisini av, men tá hann fekk frænir um, at angelina Jolie skuldi spæla Mrs. Smith, var hann skjótur at hoppa á aftur. Spurningurin er bara, høvdu vit í dag havt seksbarnafamiljuna við Brad Pitt og angelinu Jolie, um nicole hevði sagt ja? MarIlyn Monroe »Breakfast at Tiffany's« Truman capote vildi at Marilyn Monroe skuldi hava leiklutin sum Holly Golightly, men filmfyritøkan Paramount valdi nettu audrey Hepburn. Hugsi tykkum, hvussi vakri Givenchy- kjólin hevði sæð út, um tað var Marilyn í honum? eitt vet øðrvísi! al PacIno »Star Wars« leikluturin sum Han Solo í Star Wars fór fyrst til al Pacino, ið segði nei, og síðani til Harrison Ford. leikluturin gjørdist gjøgnumbrotið hjá honum. JoHnny DePP »Titanic« Johnny Depp fekk tilboð um at gerast Jack, men segði nei, og tilboði fór til leonardo Dicaprio, ið gjørdist heimskendur. klumman Hilmar Jan Hansen Hví søgdu vit nei? Tey ríku og keNDu fara eisini skeIv viðhvørT. hesi fImm hava óIvAð onkunTíð angrað síTT NeI lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Kelda: amelia