fríggjadagur 1. oktober 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140
6
Sosialurin
Edmund Joensen, tingmaður
fyri sambandsflokkin, tók í
gjár fyri aðru ferð innan fyri
eina viku tað óvanliga stigið,
at rýma av einum tingfundi
í protest.
– Tað er málið um stjórn
arskipan Føroyaq, ið er til
viðgerðar, og eg tók so orðið,
tá mín tíð var komin og
boðaði frá, at eg ætlaði ikki
at luttaka í viðgerðini av
hes um málinum, tí málið er
brand ólógligt, sigur Edmund
Joensen.
Hann sigur, at tað er
soleiðis, at skal eitt slíkt
mál leggjast fyri Tingið, so
skal tað verða í samsvar við
tær yvirorðnaðu lógir, sum
vit hava. Tað vil siga okkara
egnu stýrisskipan, okkara
egnu
tingskipan,
heima
stýrislógina og grundlógina.
– Og tað er hetta uppskotið
ikki, og tað greiddi eg frá
á Løgtingsins røðarapalli,
samstundis sum eg boðaði
frá, at eg ætlaði mær ikki at
luttaka í hesi viðgerðini, og
fór tí út úr tingsalinum, sigur
Edmund Joensen.
Í gjár kom so málið fyri
aftur. Atkvøðast skuldi um,
hvørt tað skuldi setast ein
grein 25nevnd.
– Eg gjørdi á sama hátt
sum mánadagin, at tá for
mað urin boðaði frá, at nú
kom málið til viðgerðar, so
fór eg út úr Tinginum, sigur
Edmund Joensen.
Hann sigur, at tað bar sær
ikki til gjøgnum samgonguna
at forða fyri, at málið kom
fyri Tingið í hesum líki, tí tað
var ein einstakur tinglimur,
sum setti málið fram.
Tað er formaðurin í teirri
nevndini, sum var framman
undan, Poul Michelsen, sum
einsamallur hevur lagt málið
fram.
– Tá tað so kom til at
kvøðu greiðslu,
um
málið
kundi koma fyri Tingið, at
kvøddi eg saman við restini
av Sambandsflokkinmímóti,
sigur Edmund Joensen.
Burturspilt
Løgtingslimurin
sigur,
at
umsitingin í Løgtinginum
mælti til at burturvísa mál
in um, men tá ein meiriluti
í Løgtinginum kortini sam
tykkir at taka málið upp, er
einki annað at gera, enn at
mótmæla einsamallur.
– Tingið kann ikki ganga á
odda at bróta landsins lógir
og so vænta, at borgarin skal
respektera og hjalda tær
somu lógirnar, tað ber ikki til,
sigur Edmund Joensen.
Tað er rættiliga óvanligt,
at tinglimir bara soleiðis
rýma í protest, heldur enn
at verða verandi og átala
skeiv leikarnar frá tingsins
røðarapalli.
– Tað gjørdi eg eisini.
Eg tók orðið, tá mín tíð var
komin og greiddi frá, hvat eg
helt um hetta málið. Eg vísti
á, at tað var brand ólógligt
og vísti á hví, sigur Edmund
Joensen.
Og hann leggur aftrat.
– Málið er fyri tað fyrsta
í stríð við okkara egnu
stýrisskipan,
tingskipan,
heima stýrislóg og grundlóg,
og tí ber als ikki til at viðgera
tað í Tinginum. Skal eitt slíkt
mál viðgerast, má tað gerast
á lógligan hátt, og tað ber væl
til at gera. Men tað hevur
Tingið ikki valt. Tingið hevur
valt tann ólógliga mátan,
og tí vil eg mótmæla, sigur
Edmund Joensen.
Hann sigur, at málið eisini
er púra meiningsleyst á tann
hátt, at allir løgfrøðingar við
virðing fyri lógum og reglum
siga eisini, at sjálvt um hetta
arbeiðið verður gjørt liðugt,
hevur tað ikki rættargildi.
– Tað fær als ikki gildi,
tá tað er ímóti teimum yvir
orðnaðu
lógunum,
sigur
edmund Joensen.
Viðrislønirnar vórðu latnar
fimm fólkum, sum hava gjørt
seg sjónlig hvør á sínum øki.
Virðisløn M. A. Jacobsens
fyri mentanaravrik 2010:
Bjørki Geyti fyri Føroya
Sjósavn
»Kveikjarin, eldsálin og alla
handamaðuin, Bjørki Geyti,
hevur við hjálp frá øðrum hug
sjónafólki burtur úr ong um
skapt eitt lívfrøðiligt und ur verk
í gamla íshúsinum á Argjum.
Børnum, ungdómi og vaksnum
til undran, gleði og gagns«
Fyri fagrar bókmentir:
Tóroddur Poulsen fyri
yrkingarsavnið Útsýni
»Í eini røð av yrkingarsøvnum,
prosabókum,
nýskapandi
skaldsøgum og hesi seini
árini eisini við myndum og
tónum hevu Tóroddur Poul
sen lýst sínn og okkara lív
á høgum listaligum stigi.
Hann er tikin úr leikum at
skapa myndburðin, sum í
senn vísa á tað vanliga og
margháttliga«
Fyri yrkisbókmentir:
Rógvi Mouritsen fyri
Fiskar undir Føroyum
»Við bókini Fiskar undir Før
oyum ber til at kava í dýpið
og deraga upp úr torvuni
upplýsingar
og
vakrar
mynd ir av fiskinum undir
Før oyum. Hvussu víða teir
liva, stødd, lit, eyðkenni og
hvønn týdning teir hava fyi
fiskiskapin«
Barnabókaheiðurløn:
Janus á Húsagarði.
»Bøkurnar um Mosamollis
og Mosalisu eru bæði litríkar
og lívligar. Vit verða tikin av
bóli, stór og smá, tí gjøgnum
søgumyndirnar skulu vit
sjálvi spinna ein søgutráð«
Barnabókaheiðursløn:
Jensina Olsen.
»Jensina fær børnini at sita
undir hvørjum orði, hon
sig ur, og hvøjum ørindi,
hon syngur og spælir. Hon
hevur stuttligan og skemt
ingarsaman
málburð
og
and litskeipur, ið vit hava
fragd av, og sum eru øðrvísi.
Jensina er ber søgin, barn góð
og opin skárað og dugir so
væl at finna uppá«
Edmund rýmir í protest
MA Jacobsens virðirlønir latnar
Á samkomu í Müllers Pakkhúsi seinnapartin vóru fimm fólk heiðrað fyri ávikavist
MA Jacobsens virðisløn og barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.
Fyri aðru ferði hesa vikuna rýmdi Edmund Joensen av
tingfundi. Orsøkin er, at hann kallar stjørnarlógaruppskotið
ólógligt, og vil tí ikki verða við til at viðgera tað.
Edmund Joensen er tvær ferðir rýmdur úr
Tinginum í protest hesa vikuna
Fimm fegnir heiðursvinnarar. Jensina Olsen, Bjørki Geyti, Janus á Húsagarði, Rógvi Mouritsen og Tóroddur Poulsen. Umframt sjálvan heiðurin fingu tey fimm 35.000 krónur í part frá býráðnum
Mynd: Jens Kristian Vang