Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 140 · 1. oktober 2010 5 VIKUSKIFTI Í dag slakar hann ikki sjálvur, men keypir krov ístaðin. Men eisini annar føroyskur mat­ ur finnur veg til grýturnar á kokka­ skúlanum. – Vit gera nógv burtur úr bæði fiski og fugli av øllum sløgum, sigur Jákup Ziskason, sum tór setur markið við høsnarungar og harur. Fjølbroyttir næmingar Undirvísingin miðar í dag ikki longur ímóti nýtslu umborð á føroysku fiski­ skipunum. Fyri nøkrum árum síðani skuldu næmingarnir eitt nú duga at proviantera til ein saltfiskatúr við 28 monnum, hetta er heilt burtur í dag. Í staðin skulu tey duga nógv um vørukunnskap og heilsufrøði. Eitt annað, sum kortini hevur broytt seg, er samansetingin av næmingum. – Sum eg nevndi, vóru tað bert mann fólk, sum vóru til tey fyrstu skeið­ ini. Í dag eru tað ikki bert konufólk, sum læra á kokkaskúlanum, meneisini aldursspennið er vítt. Vit hava næm­ ingar av báðum kynum heilt frá tann­ áringum upp ti lomanfyri 60 ára aldur, sigur Jákup Ziskason. Hann heldur, at tað virkar av fínasta slag at hava nakrar tilkomnar næmingar millum tey heil tungu. Tað gevur eina fína blanding. – Alt er eisini so broytt í dag. Fyrr var tað bara fiskiflotin og so hotellini, ið høvdu brúk fyri kokkum, í dag eru kantinur og matstovur á hvørjum horni, og tað eru hesir næmingarnir útmerkað skikkaðir til, sigur Jákup Ziskason. Í ár verður aftur ein broyting. Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri ársskeiði við einum flokki á 28 næmingar, sum tó eru í tveimum bólkum. Gaman og álvara Tað sigur seg sjálvt, at tá tú soleiðis lítur aftur á eitt langt tíggjuára skeið, so er onkur hending, ið rennur lættari í huga enn aðrar. – Eg minnist einaferð, vit skuldu kóka rullupylsu. Tíverri høvdu vit onga pylsupressu, so eg bað bara ein av næmingunum um at finna okkurt tungt at leggja oman á rullupylsurnar. Nú eg komi aftur síggi eg, at hann hevur lagt eitt kartong av margarin oman á heitu rullupylsurnar. Tað er neyvan neyðugt at siga, at tær ikki vóru serliga væl pressaðar, men haraftur ímóti serstakliga væl smurdar, sigur Jákup Ziskason. Margarinkartongið passaði so sera væl niður í rullupylsuformin, so hví ikki? Sjálvandi hevur alt ikki verið ein dansur á rósum, men taæ góðu løturnar hava í ríkiligan mun vigað upp móti teimum ringu. – Mær hevur dámað hetta sera væl, og eg fari heilt víst at sakna arbeiðið. Men eg var komin hartil, at eg skjótt fylli 70, og tí mátti eg líkasum velja, um eg skuldi gevast her á skúlanum og so hava sum ítriv at gera mat úti í býnum, ella um eg skuldi gevast við tí og halda fram á skúlanum, sigur Jákup Ziskason. Veitslumat Men har var kortini lítil ivi, tá til stykkis kom. – Her á skúlanum eri eg bundin í átta tímar um dagin og skal møta klokkan átta um morgunin. Leggi eg frá mær, kann eg putla við at gera mat til mína egnnu tíð, og so havi eg tvær træðir við nakað av seyði at hugna mær við, sigur Jákup Ziskason. Hann er púra avkláraður við, hvussu hann skal njóta sítt otium. – Eg havi seinastu mongu árini javn­ an gjørt mat til veitslur og borðhald av alskyns slag, og tað fari eg so at halda fram við. Hetta gevur nógv fríari ræsur, samstundis sum eg ikki heilt steðgi upp, sigur Jákup Ziskason. Hann er sostatt ikki troyttur av mati og matgerð. – Hvat skal eg gera? Egna? Nei, eg havi gjørt sós alt mítt lív, og tað fari eg nokk framhaldandi at gera, sigur Jákup Ziskason og fer aftur til sínar næmingar, sum hann sigur endaligt farvæl við komandi mikudag. Jákup Ziskason í essinum: Saman við næmingum á kokkaskúlanum á sjómansskúlanum í Klaksvík Sitat Sitat Fyrr var tað bara fiskiflotin og so hotellini, ið høvdu brúk fyri kokkum, í dag eru kantinur og matstovur á hvørjum horni Fyri fleiri árum síðani plagdi eg at slakta eitt stað millum hundrað og tveyhundrað seyðir, og tá stóðu fólk í kø fyri at fáa fatur á slambri. Í dag endar meginparturin í ruskbingjuni