fríggjadagur 1. oktober 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. oktober 2010 · Nr. 140
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
H
.N. Jacobsen og hansara
eru jarðað saman nakað
miðskeiðis í kirkjugarðinum
við vøkrum steinum og
skilligari innskrift.
Tað er annars so løgið
við innskriftum á gomlum
steinum. Tað kunnu vera
steinar, har eingin innskrift
vanliga sæst. Men skínur
sólin í serligan vinkul, kann
innskriftin knappliga koma
fram. Og tað er júst soleiðis,
at komið var fram á grav
steinin hjá foreldrunum
hjá Hans Nikláa Jacobsen,
sum er longri niðri í kirkju
garðinum.
Um tey bæði skrivar John
Davidsen í bóklingi um H.N.
Jacobsen:
Foreldur hansara vóru
komin saman hvørt úr síni
ætt. Pápin var suðuroyingur,
sonur Niklas við Kráir í Vági,
sum giftist til Sumbiar og
búsettist í haldbóndahúsu
num á Stalli við Kvíggjá.
Hann var føddur í 1801,
men hvønn dag í árinum vita
vit ikki við vissu, við tað, at
eingin kirkjubók er førd um
hetta mundið. (JD kann ikki
hava kent gravsteinin, tí har
stendur føðingardagurin.)
Jacob Niclassen skrivaðist
hann,
norðanfjørðs
varð
hann vanliga nevndur Jákup
Sumbingur.
Lítið
meira
enn hálvvaksin fór hann út
at tæna, var húskallur hjá
Schrøter presti í Hvalba í
nøkur ár og lærdi av honum
at velta eplir; seinni kom
hann norður um fjørð at vera
húskallur hjá kleinsmiðinum
á Oyri, og her hitti hann
Siggu, sum var vevkona har
á garðinum.
Hon var dóttir Hanus
bónda Sætta úti í Stovu
í Hattarvík (17591830) og
Marionnu úr Britustovu í
Hvannasundi og var Sigga
fødd 23. januar 1793. Ein beiggi
hennara var Hanus bóndi
Sjeyndi, ið skrivaði tiltikna
kvæðasavnið
Fugloyarbók
kallað. Skjótt mundi renna
saman teirra millum, og við
tað, at bæði vóru so mikið
framkomin, hann var 28 ár
og hon 35, var einki at bíða
eftir hjá teimum. Tey høvdu
mangar ferðir lokið tær
treytir, sum trælalógin setti
fólki, ið ikki vóru borin til
festi ella stóra ogn, fyri at
sleppa at giftast: at tæna hjá
bónda í fýra ár. Ikki mundi
tey vera ognarleys heldur.
Tey giftust 13. august 1828
norðuri í Fugloy og búsettust
sama heystið í Havn.
Fyrstu árini búðu tey í
teimum húsunum í Gongini,
sum av øðrum ánara fingu
navnið í Dali. Seinni keypti
Sumbingurin Gongina, sum
Jógvan kalsmaður hevði átt.
Sumbingurin fór sjálv
boðin upp í hitt nýskipaða
jekaraliðið við Skansan og var
har í mong ár. Sum jekari fekk
hann part av Skansatrøðni
at velta í. Harafturat var
hann bønarmaður hjá Húsa
garðsbóndum og Schrøter
presti, sum um sama mundið
var fluttur norður aftur til
Havnar og legði inn ta stóru
trøðna, ið bar navn av honum
leingi eftir, at fólk yvirhøvur
høvdu gloymt, at hann hevði
verið til.
Manntal í 1834 segði frá
hesum húsfólkum:
Jacob Niclasen, 34, jekari
og traðarmaður
Sigga
Hansdatter,
41,
konan f. Fugloy
Marianne
Frederikke
Jacobsdatter, 6, barn
Hans Nicolai Jacobsen, 7,
barn
Sjálvur legði Sumbingurin
inn trøð oman fyri Vaktar
húsbrekku, sum hann í 1863,
tá ið fyrstu leigutraðirnar
blivu seldar, keypti fyrr 22
ríkisdálar og 88 skillingar.
Húsini heima í Gongini reiv
hann niður og bygdi uppaftur
við høgum kjallara undir, so
hann fekk hølt kúnni.
Tað var í hesum húsum,
at sonurin hevði sín fyrsta
bókhandil.
Tað, sum enn restaði í
til húsarhaldið, mátti hann
forvinna sær við útróður og
tøting – lívstreytirnar hjá
havnarfólki í teirri tíðini.
So leið ævi teirra við tot
og tógvið slit. Sigga doyði
6. desember 1875, út við
83 ára gomul. Jákup var
avburðarmaður til styrki og
hevði sjáldsama góða heilsu.
Hann visti nærum ikki av
sjúku at siga, tá ið hann
andaðist á mariumessu 1893,
92 ára gamal.
Róði av Oyri til
Hattarvíkar
Í Varðanum verður greitt frá,
at Jákup Niclassen var 7 ár,
tá hungursárini vóru í 1808
og 1809. Hann plagdi at siga,
at hann visti ikki, hvussu
sterkur hann hevði verið, um
hann hevði fingið nóg mikið
at eta. Alt sló frá, eingin
fiskur var, eingin seiður og
ongar grindir, eingin tilførsla,
einki korn til handilin og
fruktirnar mislukkaðust.
Men styrki hevði hann
kortini. Tað var tiltikið, at
hann skuldi rógva av Oyri
til
Hattarvíkar
at
vitja
gentuna.
Fingu tvey børn
Jákup og Sigga áttu tvey
børn: Marianna giftist
3. juni 1852 í Kirkjubøar
kirkju við Tummas niðri í
Húsi í Koltri, Thomas S. P.
Rasmussen f. 1822. Hann var
bóndi niðri í Húsi og festi 14.
januar 1851
Hann skrivaði kvæða
savnið Koltursbók, sum var
ikki færri enn 474 síður.
Tey fingu hesi børnini:
Cathrina Malena Sofía f.
1853. Giftist við Poul Poulsen,
timburmanni, Hósvík
Rasmus Rasmussen, (1855
1857)
Rasmus Rasmussen
f.
1858, gjørdist bóndi niðri
í Húsi. Giftist við Hildu
Johannu Joensen f. 1869,
eisini úr Koltri. Tey fingu
børnini Anna Sofía Petrina
f. 1891, giftist við Andreas
Hansen, Hósvík, Thomasia f.
1894, Elsebeth Johanna f. 1897,
Sigrid f. 1901, Maria f. 1904,
Hilmar Ragnar f. 1910. Ragnar
var kendur sum annar av
bóndunum í Koltri.
Jacob Fredrik Thomsen,
(18631948), gjørdist keyp
maður í Skopun. Kona hans
ara var Anna Elisabeth Sofía
Samuelsen
(18751956)
úr
Skopun. Tey áttu Thomas
Juul Thomsen (19031974), gift
ur við Louisa Julia Súsanna
Bærentsen (19071989).
Tað hevur fyrr í hesi røð
verið greitt frá Hans Niklái,
sum giftist við Jóhonnu
Mariu.
Teirra børn vóru Sigrid,
Anna, Anna Sofía Frederikka,
sum doyði 2 mánaðir gomul
og
Jacob,
kendur
sum
málfrøðingur.
Bert Sigrid fekk børn.
Bert eitt av hennara børnum
Súsanna Cathrina fekk børn,
og bert eitt av hennara børn
um Jacob H Lützen, fekk
børn.
Ein
dóttir
Sigrid
var
Johanna Maria f. 1892 doyði
í 1918 bert 26 ára gomul.
Tað liggur eitt áhugavert
savn av postkortum eftir
henni í HNJ bókhandlinum.
Tað vísir seg, at hon hevur
havt tuberklar og hevur
verið
nógv
á
Vejlefjord
Sanatorium, har m.o. eisini
Jørgen Frants Jacobsen var
innlagdur.
Myndirnar
til
hesa grein eru postkort hjá
henni. Postkortini vísa eisini,
at stundum hevur hon verið
heima í Føroyum.
Hon tykist at hava savnað
postkort,
og
hon
hevur
fingið
postkort
umframt
úr Føroyum og Danmark
úr londum sum Frankaríki,
Sweits og úr Bretlandi.
Serliga
tykist
systirin
Sanna, sum giftist við Herluf
Lützen at hava verið trúføst
at
senda
sjúku
systrini
postkort.
Pápi H.N. Jacobsen róði av Oyri
til Hattarvíkar at vitja gentuna
Vit hava havt fleiri greinir í hesi røð um bókhandlaran H.N. Jacobsen
og hansara ætt. Hesa ferð koma vit til foreldrini hjá honum
Í komandi parti
verður greitt frá
John Jacobus Joensen.
Systir hansara varð
tikin av sjórænarum
í 1886.
JACOB NICLASSEN
ÚR SUNNBØ
F. 25. JUNI 1801
D. 25. MARTS 1893
OG KONA HANSARA
SIGGA HANSDATTER
ÚR HATTARVÍK
F. 12. JUNI 1793
D. 6. DECEMBER 1875
Frk. Hanna Niclasen
Vejlefjord Sanatorium
Pr. Daugaard St.
Jylland
Kære Hanna,
Nu er det saa længe siden, jeg har hørt noget fra dig.
Hvordan kan det være? Hvordan har du det kære Hanna?
Forhaabentlig godt. Haaber du skriver lidt med Tjaldur
næste gang, saa skal jeg skirve mere næste gang.
Vi prøver tre Aftener i Ugen. Vi spiller Komedie, 12 Personer,
alle sammen Kvindfolk. Stykket hedder Jákup á Møn. Det gaar
nok saa godt skal jeg sige dig. Vi skal spille offentligt. Du kan
tro, at vi er lidt spændte. Vi skal spille i Dag og fjorten Dage.
En venlig Hilsen
Dus Mohr
Hanna var abbadóttir H.N. Jacobsen, sum doyði í 1918, bert
26 ára gomul. Dus Mohr var næselsta systir Kjartan Mohr.
Hennara rætt navn var Amalia Sofía. Hon lærdi til sjúkrasystir
og giftist í Danmark.
H.N. Jacobsens bókhandil
gjørdi eisini áhugaverd postkort