fríggjadagur 1. oktober 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 140 · 1. oktober 2010
23
VIKUSKIFTI
2. partur av
nýggju røðini
»Borgen«
Seinasta sunnukvøld var
fyrsti partur av nýggju
røðini hjá DR, Borgen,
send á svf. Røðin er í 10
pørtum, og fyrsti partur fekk
heilt hampulig ummæli. Eisini politikarar
á Christiansborg skýrdu sendingina sum
verandi realistiska og spennandi. Tað
er sjónvarpsskokkurin og filmsmaðurin,
Adam Price, sum hevur stjórnað nýggju
røðini, sum longu frá fyrsta parti hevur
lagt upp til spenning, rok og intriger.
2. partur
av »Borgen« sunnukvøldið á svf
www.krf.fo
Evnisdagur um
fjaldu sorgina
við fosturtøku
leygardagin 2. oktober hevur føroya
Provita evnisdag um fjaldu sorgina eftir
eina fosturtøku. Hetta er ein dagur, sum
skuldi verið fyrr í ár, men orsakað av
tarnaðu flogferðsluni í vár, var dagurin
útsettur. røðari verður Bernardette goulding,
ið starvast hjá felagsskapinum rachel´s
vineyard í Írlandi. Hon fekk sjálv fosturtøku
framda og fer at tosa um sorgina og
skommina eftir eina fosturtøku.
evnisdagur
um fjaldu sorgina eftir fosturtøku á Hotel
Hafnia leygardagin 2. oktober
frá kl 13-16 á Panorama
á Hotel Hafnia.
www.provita.fo
Tað HEndir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
Wall strEEt monEy
nEvEr slEEPs
Hósdagin 30. september hevði filmurin Wall
street money never sleeps frumframsýning.
talan er um ein tvey’ara til filmin Wall street,
sum kom út fyri 23 árum síðani. aftur hesuferð er
tað michael douglas, sum hevur høvuðsleiklutin
sum fíggjarmaðurin gordon gekko, og hesin
filmurin byrjar, har fyrri filmurin endaði, nevniliga
í fongslinum. tað er trýfaldi oscarvinnarin, oliver
stone, sum filmsstjórnar.
Havnar Bio
frumsýning 29. september
www.bio.fo
WhISKySmAKKIng
vIð EInmAlT
Fríggjakvøldið 1. oktober hevur whisky
felagið Einmalt sermerkta smakking. Evnið
verður whisky framleitt í 60 árunum, og
skráin fevnir um 5 ymisk sløg av whisky.
Kostnaðurin er 700 kr, millum annað tí, at
sløgini, ið smakkað verða, kosta millum
2000 og 8000 kr
fløskuna.
WHiskysmakking
fríggjakvøldið
1. oktober kl 20
í hornahúsinum í havn
www.whisky.fo
loynidómurin Handan BEatlEs
mikudagin 6. oktober fara stanley samuelsen og Per Wium, tónleikari og fyrrverandi
redaktiónschefur á dr, at hava konsertfyrilestur um the Beatles.
Per Wium fer at greiða frá um bólkin og spælir á klaver, meðan stanley samuelsen
syngur og spælir guitar. teir leiða áhoyraran frá fyrstu innspælingunum í 1963 og
inntil alt endaði í 1970. um vokalirnar, tónleikaligu menningina, samstarvið millum
lennon og mcCarty, um leiklutin hjá Harrison og meiri. av sangum verða til dømis P.s. i
love you, i’ll be back, i’m a looser, Hey jude og long and winding road.
tiltakið er sera vælumtókt í danmark, og showið sigst vera flott og gott. teir báðir
hava eisini latið eina bók úr hondum, nevnd ”Beatles for alle”, sum kom út fyrr í ár.
konsertfyrilestur
mikukvøldið 6. oktober kl 19. kostnaður 100 kr
arnold
vEggHamar Í
listaskálanum
inntil 24. oktober verður framsýning við arnold vegghamar
í listaskálanum. talan er um gamlar og nýggjar málningar.
listaskálin
til 24. oktober 2010, framsýning við arnoldi vegghamar
www.art.fo
kvinnukvøld
Í vEstmanna
fríggjakvøldið 1. oktober verður Bryggjan í vestmanna
karmur um eitt stórt kvinnukvøld fyri allar føroyskar
kvinnur. góð ráð eru at fáa frá einum føroyskum
stylecoachi, sum fer at tosa um kropsbygnað og
klædnaval, og einum sjúkrarøktarfrøðingi, sum fer at
tosa um restylane. Ein sexologur tosar um parlag og
kynslív, eins og ein spennandi heimsíða fer at sýna
fram lutir, ið oftast liggja við seingjarkantin. fá góð
ráð til jólagávuna til mannin, hoyr livandi tónleik, fá
make over o.a. aldursmark er 18 ár.
kvinnukvøld
á bryggjuni í vestmanna 1. oktober kl. 20-
23. kostnaður 250 kr
og aldursmarkið er 18 ár.
leita eftir bólkinum »fokus
á kvinnuna« á
facebook.